Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 11. august 2005 19 Gamli toppskjúttin og KÍ venjarin verður á KÍ liðnum, sum leygardagin á Sevmýri fer at stríðast fyri lívinum í bestu deildini KÍ BJARGINGAR- ROYND Jóannes Hansen 10. august var í gjár. Tað var evsta mark fyri at fáa nýggjar spælarar í føroysku fótbóltsfeløgini. Í Klaksvík hevur seinastu dagarnar verið stórt virksemi. Roynt hevur verið at fáa fleiri spælarar til felagið. KÍ hevur verið í sambandi við KR fyri at fáa Rógva Jacobsen, uttan at tað hevur eydnast. Støðan hjá KR leggur ikki upp til, at teir selja besta álopsvápnið. KÍ hevur eisini verið í sam- bandi við Breiðablik fyri at fáa Hans Fróða Hansen. Tað kundi eydnast, og Hans Fróði var áhugaður, men treytin hjá Breiðabliki, sum er væl fremst í næstbestu íslendsku deildini, var, at Hans Fróði skuldi spæla týdningarmiklan dyst við teimum í kvøld, og harvið bar hetta kortini ikki til, tí tá er farið um 10. august. Tað er fyrst og fremst, tá ið tað ræður um at spæla seg til møguleikar og at gera mál, at liðið hevur stórar trupulleikar. Hetta var niðurstøðan hjá illa sperdu klaksvíkingunum, tá ið teir sunnudagin fóru úr Runavík við 1-0 tapi. Hetta var áttanda KÍ tapið á rað, og nú er síðsta bjargingar- royndin gjørd. Tað eydnaðist ikki at fáa Rógva Jacobsen til Klaks- víkar, men ein annar klaks- víkingur, sum áður hevur skorað nógv mál fyri KÍ, skal nú hjálpa til aftur. KÍ hevur gjørt avtalu við ein av best umtóktu spælarun- um í Klaksvík nakrantíð. Tað er Kurt Mørkøre, sum tey seinnu árini hevur búð í Noregi, og sum nú er kom- in heim at hjálpa barn- dómsfelagnum úr brota- sjógvunum, sum teir eru í. Avtala er gjørd við Kurt um, at hann skal spæla við KÍ tað, sum er eftir at hes- um kappingarárinum. Avtalan kom upp á pláss fyrr í vikuni. Spæliloyvið var ikki komið frá norska fótbóltssambandinum fyrrapartin í gjár. Um av- talan skal verða galdandi, so var neyðugt, at loyvið kom í gjár. Grein 15 og stk. 5 í kappingarreglunum fyri fótbólt siga, at tað er ikki loyvt spælara at flyta frá einum felagi og til annað eftir 10. august. Í útgrein- ingunum verður sagt, at føroyskur áhugaleikari – tað er Kurt Mørkøre – sum leikar uttanlands, kann fáa loyvisbræv frá FSF at leika í Føroyum, tá ið váttan fyri- liggur frá Fótbóltssam- bandinum í viðkomandi landi um, at hann er leys- givin til Føroya. Norska felagið hevur leysgivið Kurt. Fyrrapartin í gjár var váttanin ikki komin frá norska fótbólts- sambandinum, men tað roknaðu teir í KÍ við fór at koma upp á pláss, tí tað vóru eingi bein í hesum. – Kurt Mørkøre er hug- aður at hjálpa okkum í síðsta triðinginum av kapp- ingini. Tað eru vit fegnir um. Hann var í síni tíð í KÍ sera vandamikil málskjútti, og hóast hann nú er 36 ára gamalur, so vísti hann so seint sum síðsta leygardag, at hann framvegis hevur gott máltev, sigur John William Joensen frá KÍ. Kurt hevur undanfarnu árini og higartil í ár verið spælandi venjari í Eide Omegn, og John William sipar til dystin, sum Eide Omegn leygardagin spældi í 3. deild. Teir taptu 7-4 á útivølli. Kurt Mørkøre skoraði trý tey fyrstu mál- ini. Tað fyrsta og síðsta skoraði hann, tá ið hann gjørdist leysur frammanfyri málverjan og var, sum tað verður tikið til á heimasíð- uni hjá felagnum, so trygg- ur sum sjálvur bankin, og næsta málið stútaði hann eftir horna. Í Eide Omegn harmast teir um, at Kurt, sum ar- beiðir sum bakari í Eide, nú fer úr felagnum. Á heima- síðuni hjá felagnum halda teir seg hava brúk fyri hon- um, men samstundis siga teir seg skilja avgerðina, sum hann hevur tikið og kenslurnar, sum hann hevur fyri barndómsfelagnum, sum hann eisini hevur verið venjari hjá, og teir vóna, at hann skjótt verður aftur at síggja í felagnum. – Kurt hevur altíð havt høga stjørnu her hjá okk- um, og hóast hann nú er 36 ára gamalur, so er tað í áliti á, at hann er førur fyri at hjálpa okkum, at vit hava biðið hann komið henda vegin. Kurt sigur seg vera hampuliga væl fyri, og tað fegnast vit um, sigur John William Joensen úr Klaks- vík. Kurt Mørkøre og KÍ venjarin, Oddbjørn Joen- sen, hava verið nógv á liði saman. Teir spældu fyrra- partin av áttati árunum í KÍ, og í 1988 vóru teir báðir í Leirvík og hjálptu LÍF. Umframt við Kurt Mørkøre hava teir í KÍ gjørt avtalu við ein annan álops- spælara, sum teir vóna skal hjálpa til við málskjótingini tað, sum er eftir av hesum árinum. Talan er um 22 ára gamla bosniska álops- spælaran, Emir Huseiovic, sum hevur royndarvant í Klaksvík í hesi vikuni. Hann hevur spælt í lægru deildunum í Svøríki, og nú hann hevur vant í Klaksvík í tvær vikur, rokna teir við, at hann fer at verða førur fyri at spæla. Fyrsti møguleikin hjá Kurt Mørkøre og Emir Huseiovic at vísa, hvør dugur er í teimum, verður leygardagin, tá ið KÍ skal spæla móti TB á Sevmýri. Hesi bæði liðini eru niðast í 1. deild við fjúrtan stigum í part. Føroyski landsliðs- spælarin var ikki á vøllinum, tá ið Coventry mikukvøld- ið fyri aðru ferð í fýra dagar megnaði javn- leik á útivølli ÚTISETI Jóannes Hansen Mikukvøldið fer fótbólts- landsliðið at spæla móti Kypros á Svangaskarði. Ítróttarliga er talan um mest spennandi avbjóðing- ina í hesi undankappingini, um mett verður út frá møguleikanum hjá Føroy- um at vinna. Ein av lyklaspælarunum hjá Føroyum eigur ivaleyst at vera Claus Bech Jørgen- sen úr Coventry. Men landsliðsspælarin úr næst- bestu eingilsku deildini verður ikki í optimalari dystarvenjing, tá ið hann mánadagin kemur til Føroya. Claust var við í nógvum uppgerðum, tá ið Coventry fyrireikaði seg til nýggja kappingarárið. Leygardag- in var hann á vøllinum eina lítla løtu, tá ið Coventry megnaði 1-1 í Norwich. Mikukvøldið, tá ið Coventry City var í London og spældi málleysan javn- leik móti Millwall, hevði venjarin valt at geva teim- um somu ellivu møguleik- an. Claus var ikki á beink- inum hesa ferð. Leygardagin skal Cov- entry spæla móti Burnley, og tað verður eisini á úti- vølli. Tað kann væl hugs- ast, at Claus Bech Jørgen- sen fer at fáa møguleikan. Coventry venjarin, Micky Adams, var ikki nøgdur við avrikið hjá sínum monnum mikukvøldið. Mest sum allan 2. hálvleik vóru teir fleiri enn mótstøðumenn- inir, sum mistu ein mann orsaka av tveimum gulum kortum, og venjarin iðraði seg um, at hansara menn ikki høvdu megnað at tikið av góða møguleikanum at vinna trý stig. Eftir at tær í steðginum høvdu verið á odda, vórðu KÍ kvinnurnar í 2. hálvleiki skotnar sundur og saman í Makedonia UEFA CUP KVINNUR Jóannes Hansen Tað hilnaðist ikki væl, tá ið KÍ kvinnurnar týsdagin spældu fyrsta av trimum dystum, sum tær í hesi vikuni skulu spæla í UEFA Cup kappingini. Á Gradski vøllinum í Struga í Makedonia løgdu tær rygg til 5-1 tap móti Luwin.ch úr Sveis, sum er hægst styrkismetta liðið í hesum undanbólkinum. Í hinum dystinum vann Codru úr Moldova 4-1 á Shkiponjat úr Makedonia. KÍ skal seinnapartin í dag spæla móti makedoniska meistaraliðnum. Eingin ivi var um, at sveisiska liðið var stinnari enn KÍ. Tær høvdu størri breidd, tær vóru skjótari, og tær høvdu betri bólt- førleika. Men kortini var tað KÍ, sum var á odda 1- 0, tá ið fyrra umfarið var runnið. Málskjútti var miðvallarin í vinstru, Vivian Bjartalíð, sum við høvdinum sendi bóltin í málið í 27. minutti. Eftir steðgin var tað skjótt, at sveisiska liðið javnaði. Tað gjørdu tær ðí 48. minutti, og níggju minuttir seinni løgdu tær seg á odda 2-1. Henda støðan helt sær, inntil tað restaðu tólv minuttir. Tá øktu tær til 3-1, og so gekk skjótt. Trý tey síðstu málini skoraði sveisiska liðið í 78., 79. og 83. minutti. Vánaligar fyritreytir Tað var rættuliga heitt og kvalið í Makedonia seinnapartin týsdagin. Hitastigini vóru omanfyri tey tríati, og tað darvaði kanska KÍ kvinnurnar meiri, enn tað darvaði mótstøðuliðið. Kvinnurnar úr Klaksvík høvdu heldur ikki havt serliga góðar fyrireiking- ar síðsta samdøgurðið undan ógvuliga stóru av- bjóðingini. Síðsti parturin av ferðalagnum fór úr Klaksvík klokkan trý korter til seks mánamorg- unin, og tað bar teimum nítjan spælarunum og hinum ellivu í ferða- lagnum ikki til at tørna inn á gistingarhúsinum í Make-donia fyrrenn eftir klokkan tvey týsnáttina! Tað kann ikki sigast at vera serliga góð fyritreyt. Úr KÍ leguni í Make- donia verður sagt, at tær hava væl betri mót undan tveimum teimum seinnu dystunum. Tær rokna tað ikki at vera nakran iva um, at sveisiska liðið fer at vinna undankappingar- bólkin. Málið hjá KÍ er í hvussu so er at vinna ein dyst. Kurt skal bjarga KÍ KÍ kódnaði á Balkan Claus lítla dystarvenjing