Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 150 - 11. august 2005 Roknast kann við, at nýggi Smyril verður latin av skipasmiðjuni í Spania um mánaðarskiftið september/oktober. Hann skal í øllum førum verða klárur til 15. oktober. Veitsluhaldið í sambandi við móttøkuna verður á Tvøroyri NÝGGI SMYRIL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Nú líður sera væl við Smyrli. Málaraarbeiðið er við at verða liðugt, og fyrsti royndartúrurin verður eftir ætlan 24. september, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni. Hann væntar, at royndar- túrarnir fara at varða nakrar dagar. Síðani skulu síðstu tillagingarnar gerast, áðr- enn skipið verður latið Strandferðsluni. – Teir hava latið okkum skilt, at møguleiki er fyri, at skipið verður latið einar tvær vikur fyri ásettu tíð- ina, sum er 15. oktober, sig- ur Kristian Davidsen. Tá skipið verður klárt, verður eitt lítið hátíðarhald á skipasmiðjuni í Spania. Men stóra móttøkan í Før- oyum verður á Tvøroyri, sum verður fyrsta føroyska havn, ið fer at taka ímóti skipinum. Tá núverandi Smyril kom til Føroya á fyrsta sinni í 1975, legði hann eisini fyrst inn á Tvøroyri, men tá slapp hann ikki at bryggju, tí útróðrarmenn í verkfalli forðaðu skipinum at leggja at, sum tí kom til Havnar. – Men soleiðis verður valla hesaferð, heldur strandferðslustjórin skemt- andi. Sum útgangsstøðið verð- ur ferðaætlanin tann sama, tá nýggja skipið verður sett í sigling. – Suðuroyingar hava tó ynskt fleiri túrar, men tí er ikki lagt upp fyri í fíggjar- lógini, sigur Kristian Davidsen, sum leggur aft- urat, at spurningurin ikki er liðugt viðgjørdur politiskt. Nú er Smyril málaður Nýggi Smyril nýmálaður. Um tvær vikur fer hann fyrsta royndartúrin. Møguleiki er fyri, at hann verður latin Strandferðsluni longu um mánaðarskiftið - um arbeiðið gongur væl. Men seinasta freistin er 15. oktober Opið er inn á bildekkið, sum rúmar 200 bilum Partur av salongini og messan eru rættuliga við at taka skap