hósdagur 11. august 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 150 • hósdagur • 11. august 2005 • 79. árg.
Kendi fótbóltsleikarin
Jákup á Borg er nú
byrjaður sum sjálv-
støðugt vinnurekandi
við fyritøkuni Sp/f
Bilrøkt á Varðagøtu í
Havn. Fyritøkan
hevur spesialiserað
seg í at polera og
reinsa bilar og at selja
brúktar bilar
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Jákup á Borg er ikki bara
fótbóltur. Nú hevur hann
stovnað fyritøkuna Sp/f
Bilrøkt, ið heldur til á
Varðagøtu 75 í Havn, (har
sum Suzuki hava verið
seldir í mong ár), har hann
slípar, polerar og klárger
bilar bæði innan og uttan.
Fyritøkan umboðar eisini
ymiskar vørur til bilsøkt so
sum 1Z poleringsevni og
SUVO- rustvernd, sum eis-
ini verða seld í heilsølu.
Jákup er 25 ára gamal og
útbúgvin
krambarkallur.
Hann hevur nú í fleiri ár
arbeitt sum sølumaður hjá
ymiskum fyritøkum.
Hann hevur leingi havt
ein dreym um at byrja fyri
seg sjálvan. Spurdur um hví
hann valdi bilbransjuna,
sigur hann, at hann er upp-
vaksin í einum bilum-
hvørvi, og hann hevur altíð
havt stóran áhuga fyri
bilum.
Jákup hevur keypt sær
alla neyðuga útgerð til at
klárgera, lakkforsegla og
polera bilar. Innan verða
bilarnir reinsaðir og im-
pregneraðir. Hendan mán-
aðin hevur Sp/f Bilrøkt til-
boð upp á eina kompletta
klárgering innan og uttan
fyri 1.400,- krónur, og tá er
bilurin sum spildurnýggjur,
sigur Jákup.
Jákup sigur, at tað hevur
stóran týdning at gera bilin
kláran til føroyska veturin,
sum fer illa við bilunum, og
hann er altíð til reiðar við
einum góðum tilboði upp á
at gera bilin vetrarkláran.
Umframt at polera og
reinsa bilar, selur Jákup
eisini brúktar bilar fyri
fólk. Hetta verður gjørt á
tann hátt, at hann ger avtalu
við kundum um prís, og
bilurin verður settur til sølu
og sýndur fram.
Tá heimasíðan:
www.bilrokt.fo verður lið-
ug í næstum, kunnu fólk
síggja tey tilboð vit hava,
sigur Jákup. Sp/f Bilrøkt
hevur telefon 588880.
Sp/f Bilrøkt:
Jákup á Borg við bilrøkt
og brúktbilasølu
Opel Vectra, sum
hevur verið á markn-
aðinum í umleið trý
ár, kemur í einari
nakað broyttari út-
gávu í heyst. Talan
verður um t.d. nýggj-
ar lyktir, kúfangarar
og smærri broytingar
innan eins og tveir
nýggir motorar vera á
skránni
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Eftir umleið trimum árum á
marknaðinum kemur Opel
Vectra í eini nakað broyttari
útgávu í heyst. Størstu
broytingarnar eru framman
við t.d. nýggjum størri lykt-
um, kølaragittari og kú-
fangarum. Bilurin minnir
nakað um Opel Astra.
Innan eru onkrar smærri
broytingar sum t.d. meira
krom og nýtt ratt. Tveir
nýggir motorar vera á
skránni, ein 1,9 litur com-
monrail dieselmotorur við
100 hk, og ein 2.8 litur V6
við 230 hk. Hetta er sami
motorur sum eisini verður í
nýggja Saab 9-3 SportWag-
on. Allar útgávurnar hava
ESP og aircondition sum
standard.
Sp/f Bilrøkt við Jákupi á Borg við Varðagøtu í
Havn hevur spesialiserað seg í bilrøkt og at
selja brúktar bilar
Mynd: Álvur Haraldsen
Opel Vectra facelift
Opel Vectra kemur í
heyst í eini nakað broytt-
ari útgávu við t.d. nýggj-
um størri lyktum, kølara-
gittari og kúfangarum