Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 150 - 11. august 2005 Um bilarnir fara at koyra uttan bilførara í framtíðini, vita vit ikki enn, men á Volks- wagen menningar- miðstøðini í Silicon Valley í Kalifornia, koyrir ein sjálvstýr- andi VW Touareg royndarbilur BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Flestu bilførarar droyma um at sita við rattið á nýggjastu og mest fram- komnu bilunum, men í ein- um VW Touareg royndar- bili á eini royndarstøð hjá Volkswagen í Kalifornia, verður bilførarin settur til síðis. Bilurin kann nevni- liga koyra, uttan at bilførar- arin situr við rattið. Rutan, ið bilurin skal koyra, verður tastað inn, síðan finnur bil- urin út av rest. Sum útgangspunkt er talan um ein heilt vanligan Touareg, ið er útgjørdur við hópin av sensorum og ein- um netið av laser-detektor- um, myndatólum, 24 GHz radarskipan og eini satellit- stýrdari navigatiónsskipan, ið arbeiðir við størsta neyv- leika. Øll hesi framkomnu elektronisku tólini gera sítt til, at bilurin uttan førara kann finna vegin fram skjótt og ógvuliga akkurát. Ein streymur av upplýs- ingum fóðrar eina high-per- formance teldu, sum við ógvuliga samansettari og einastandandi tøkni gevur boð til t.d. róðurgreiðirnar, spitaran og bremsuskipan- ina. Framkomna tøknin ansar eftir, at bilurin um- gangandi reagerar upp á broytingar á koyribreytini. Bilurin er umbygdur hjá Elektronic Research La- boratorium (ERL) í Silicon Vally í Kalifornia. ERL er ein menningarmiðstøð hjá Volkswagen-konsernini, har serligur dentur verður lagdur á at teir alla tíðina skulu vera í fremstu røð við menningini av framtíðar intelligentum bilum. Sjálvstýrandi bilar er eitt av høvuðsprojektum ERL, og ætlanin við hesum er at brúka vísindaligu royndir- nar og tøkniligu nýskapan- irnar til at menna trygdina í framtíðar bilum. VW Touareg royndarbilurin við allari tøkniligari útgerð. Leggið til merkis at yvir bakhjólinum stendur at bilførari er ikki neyðugur Nú eru ikki nógv kend bilmerkir eftir á bretskum hondum. Rolls-Royce og Mini eru seldir til BMW, og VW-konsernin eigur Bentley. Herfyri vórðu so bilmerkini MG og Rover seld til kinesarar BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Síðan MG Rover fóru á húsagang, hevur stór óvissa valdað um framtíðina hjá bilverksmiðjuni. Herfyri varð so verksmiðjan keypt av kinesisku bilverksmiðj- uni Nanjing Automotive. MG Rover fóru á húsa- gang í april í ár við eini skuld upp á 15 milliardir krónur, hóast teir seldu 112.000 bilar í fjør. 5.000 starvsfólk vórðu koyrd til hús. Hvørki Nanjing Automo- tive ella Pricewaterhouse- Coopers, sum hevur um- sitið trotabúgvið, vilja siga nakað um prís. Nanjing Automotive bleiv stovnað í 1947 og er elsta bilverk- smiðja í Kina. Nanjing Automotive koma at flyta allan verk- smiðjuútbúnaðin til Kina uttan framleiðsluna av nøkrum sportsbilum sum t.d. MG TF, sum framvegis skulu framleiðast í Ong- landi, á eini MG Rover verksmiðju í Longbridge nærhendis Birmingham. Har fáa umleið 2.000 fólk arbeiðið aftur. Sjálvstýrandi VW Touareg Kinesarar keyptu MG Rover Her situr bilførarin í høgru síðu á einum vinstrastýrdum bili. Sum tað sæst á myndini, situr ein elektroniskt stýrdur armur á automatisku girstongina MG Rover bilverksmiðjan er nú seld til kinesarar MG TF skulu framvegis skulu fram- leiðast í Onglandi.