mikudagur 4. oktober 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 190 - 4. oktober 2000
Nr. 190 - 4. oktober 2000
Almennu arbeiðs-
plássini í Havn
Tað er so lætt at bróta nið-
ur, men sum oftast sera
tungt at byggja nakað
upp.
Tað er ikki eitt mál í sær
sjálvum at leggja al-
mennu arbeiðsplássini í
Havn út á bygd. Fylgj-
urnar av hesum verða
sjálvandi tær, at nógv
alment sett starvsfólk í
Havn verða uppsøgd og
hetta er ein meinings-
leysur tanki.
Vit eiga at seta prís
uppá ta ekspertisu og tann
loyalitet, hesi starvsfólk
hava yvirfyri sínum ar-
beiðsplássi.
Hinvegin er tað eitt mál
at gera almennu arbeiðs-
plássini í Havn betri og
kanska meira tænastu-
vinarlig. Hetta vil koma
ikki bert havnarfólki til
góðar, men øllum føroy-
ingum við.
Hesum vilja vit virka
fyri.
Vinarligast
Bjarti Mohr, valevni
hjá Fólkaflokkinum
Foreldrafelagið
hevur
seinastu tíðina harðliga
hartað býrráðið fyri at
hava gjørt ov lítið fyri
barnaansingina. Og tað er
rætt. Men so harðliga,
sum farið verður fram, er
tað mest sannlíkt, at tað
verða tey, sum hava gjørt
mest fyri barnaansingina,
sum verða harðast rakt.
Javnaðarflokkurin
kundi valt at staðið uttan
fyri alla ávirkan. So vóru
eingin pláss komin. Javn-
aðarflokkurin valdi at
taka ábyrgd. Tí eru tey
pláss komin, sum hóast
alt eru komin. Og tað eru
ikki so heilt fá, ikki færri
enn 367, tá ið alt er liðugt,
sum er ígongd nú, um-
framt 250 frítíðarpláss.
Men vøksturin hevur
verið stórur. So stórur, at
bíðilistin enn er umleið
400 børn.
Javnaðarflokkurin hev-
ur nú lagt uppskot fyri bý-
ráðið, har sett verður sum
mál at nøkta allan ans-
ingartørv innan 2003.
Hetta verður av nøkrum
skírt sum optimistiskt.
Tað er møguligt. Men tað
er tá fragari at seta sær
eitt mál, enn einki at seta
sær. Og sum nú er, er tað
gjørligt.
Tá hetta valskeiðið
byrjaði, var kreppan enn
ikki av, og málini, sum
sett vórðu, lógu væl
longri frammi enn tey,
sum sett verða í dag. Tá
var sett sum mál, at vit
skuldu nøkta allan ans-
ingartørv í 2006. Í dag
seta vit málið til 2003. Og
málið er, at tað skulu
verða mennandi ansingar-
pláss, sum skulu bjóðast
børnunum. So sigið ikki,
at einki er komið burtur
úr.
Javnaðarflokkurin
hevur fingið alt býráðið
at ganga við til at fáa
barnaansing til øll. Og tað
er ikki hent áður. Sjálv-
andi hevur foreldrafe-
lagið eisini stríðst fyri tí.
Sjálv var eg ein av
teimum, sum endurstovn-
aðu felagið í 80‘unum. So
haldið tit bara áfram at
stríðast. Ansið bara eftir,
at tá tit sláa, at tit ikki sláa
í blindum og harvið eisini
sláa tykkara viðspælarar.
Eg havi roynt mítt, men
Javnaðarflokkurin kann
ikki bara taka øll hini av
ræði og kroysta sína
meining yvir høvdið á
teimum. Vit hava hóast alt
demokrati.
Til seinast: Mín og
Javnaðarfloksins hjálp
skal ikki tróta. Tað vita
tit. Men tað er eisini
neyðugt at stríðast við
skili. Gera vit ikki tað, so
seta vit okkum uttan fyri
alla ávirkan. Og so er
einki vunnið. Javnaðar-
flokkurin vil stríðast fyri
100 prosent barnaansing.
Tað er avgjørt neyðugt,
um Havnin skal gerast ein
livandi býur.
Elin Lindenskov,
býráðslimur
Javnaðarflokkurin
www.lindenskov.com
Tað loysir seg at stríðast
fyri barnaansing
Hetta er framhald av grein
“Forskúlaflokkar — ein
viðmerking”, sum skrivað
varð í sambandi við fundin
hjá Foreldrafelagnum um
banaansingina
í
Havn.
Greinin endaði við at
spyrja, hví ikki fleiri for-
skúlaflokkar eru settir á
stovn.
Mítt sjónarmið er, at for-
skúli átti at verið eitt tilboð
á øllum skúlum í komm-
ununi — ein sjálvboðin
skipan, ikki eitt krav. Vís-
andi til áhugan fyri for-
skúlanum á Sankta Frans og
gongdina í øðrum Norður-
londum, hevði eg væntað,
at minst helvtin av foreldr-
unum hevði tikið av. Fyri
at tryggja góðskuna á for-
skúla og frítíðarskúla áttu
neyðug krøv sjálvsagt at
verið sett. Verandi rammur
eru ikki nóg góðar, tí hevði
verið neyðugt við nýíløg-
um. Men við einum góðum
vilja frá øllum pørtum —
og einum lyfti um skjótar
ábøtur - hevði verið møgu-
ligt at fingið forskúlaflokkar
longu komandi ár, um ikki
á øllum, so á flestum skúl-
um í kommununi. Hetta t.d.
við at latið forskúlabørnini
verið í frítíðarskúla um
morgunin og í skúla seinna-
part.
Høvdu vit fingið 6 for-
skúlaflokkar afturat kom-
andi ár, so hevði tað havt ta
óbeinleiðis
ávirkan,
at
bíðilistin til dagansingina
minkaði tilsvarandi, t.e. við
út við 150 børnum. Eg kann
tí ikki gera annað enn at
mæla Foreldrafelagnum til
at sýna tiltakinum ans.
Kommunan hevur ikki
sovið í tímanum í hesum
máli. Síðan nýggja Fólka-
skúlalógin var samtykt í
1997, hava vit roynt at trýst
á. Í lógini verður ásett, at
kommunur kunnu seta á
stovn forskúlaflokkar, men
reglugerð má fyrst gerast.
Eingin reglugerð er enn
skrivað, hóast álit varð
handað landsstýrismannin-
um í 1999. Tað ber tí illa til
at lasta kommununi í hesum
máli, vit eru rætt og slætt
ikki sloppin til verka. Vónir
vóru um, at vit sluppu til
verka í ár — í øllum førum
partvís - og tí varð peningur
settur av, men einki hendi.
Landsmyndugleikarnir
eiga ikki at sleppa at bøla
oman á málinum eitt ár
afturat. Væl veit eg, at onkr-
ir spurningar eru truplir. Eitt
nú um tað skulu vera peta-
gokar ella lærarar, ið skulu
stíla fyri. Harafturat kemur
spurningurin um fígging, tí
sum kunnugt er tað landið,
sum rindar lønirnar í fólka-
skúlanum. Men eg eri vísur
í, at kommunan er sinnað
at boyggja seg reiðuliga
langt í hesum máli, bara
skipanin fæst at virka sum
skjótast.
Tíverri er støðan eisini
margháttlig á annan hátt.
Spurnartekin kann setast
við, um forskúlin á Sankta
Frans verður rikin á lóg-
ligum grundarlagi. Sum
kunnugt er forskúlin ein
Forskúlaflokkar — framhald av viðmerking
arvur frá teirri tíðini, tá ið
Sankta Frans var privat-
skúli. Men ber í dag til at
hava ein kommunalan for-
skúla, har børnini verða
tikin inn eftir um tey hava
gingið í Stella Maris barna-
garðinum, um tey hava
systkin á skúlanum ella um
foreldrini hava verið næm-
ingar har? Nú veit eg ikki,
um hetta er raðfylgjan, ella
um upptøkutreglurnar eru
eitt sindur broyttar. Men eg
ivist ikki í, at tey foreldur,
sum høvdu kært eina av-
vísing, høvdu fingið viðhald
í sínari kæru. Afturat hesum
kemur so spurningurin um
foreldragjaldið, sum mær
vitandi enn verður latið fyri
at hava barn sítt í forskúl-
anum. Nú forskúlin er vorð-
in partur av fólkaskúlanum,
kann ein av røttum spyrja,
við hvørjum rætti gjaldið
verður kravt.
Mær er fortalt, at á nøkr-
um smærri plássum sleppa
tey 5-6 ára gomlu børnini í
skúla (eftir avtalu við
UMMS?). Hví ber hetta so
ikki til í Havn, og verður
foreldragjald eisini kravt á
bygd?
Klæmint Olsen
býráðslimur
Ongin
meining
er
í,
flokkspolitiskt at staðfesta
og kunngera, at vit eru fyri
einum frælsum vinnulívi,
um vinnulívið ikki fær røttu
karmarnar
at
arbeiða
innanfyri. Til tess at vit
skulu hava eina fría vinnu í
samfelagnum, so mugu vit
virka fyri, at vinnulívið fær
tær umstøður,
neyðugar eru at virka undir.
Í Tórshavnar Kommunu
merkir hetta, at vit í enn
størri mun hava grundøki
tøk til smærri og størri
vinnufyritøkur. Og hetta
skal gerast í so stóran mun,
at til ber hjá kommununi ar
eggja vinnuhugaðum at fara
undir tiltøk undir góðum
umstøðum. Fyritøkur skulu
hava øki frá kommununi at
seta arbeiðsumboð á; ein
tørvur, sum eg persónliga
leggi stóra orku í at nøkta,
tí skal kommunan sum heild
mennast, sum mugu bæði
tær stóru og tær smáu
vinnufyritøkurnar fáa betri
umstøður at virka undir.
Ein stór útstykkingar-
ætlan til vinnuøki inni á
Sandvíkahjalla og aðra-
staðni í kommununi er und-
ir uppsigling og kemur í
nærmastu framtíð at verða
løgd fyri býráðið til sam-
tyktar. Hetta er bara byrj-
Vinnulívsmál
anin, og tað er ógvuliga
týðiligt, at størsta fortreytin
fyri vinnulívsútbygging er
grundøki. Men kommunan
er nú vorðin so stór, at vit
hava stórar møguleikar á
hesum øki.
Heðin Mortensen
býráðslimur
og valevni til býráðið
Liberalur merkir tað, at ein
er frílyntur, og tá talan er
um ein politiskan flokk, so
skal tað skiljast soleiðis, at
flokkurin gongur inn fyri
einum fríum vinnulívi.
Sambandsflokkurin ynsk-
ir bæði í kommunalpolitikki
og landspolitikki, at tað er
ein
skiljilinja
millum
kommunu-landskassan og
privatkassan.
Kommunan skal ikki reka
vinnulív, og tað skal tað
almenna heldur ikki, tí allar
royndir vísa, at hettar
hepnast ikki, men tvørtur
ímóti.
Árini frá miðan 70‘unum
og 80‘unum eru ræðumynd-
ir, sum vísa, at landskassin
ikki eigur at luttaka bein-
leiðis í vinnulívinum. Tað
eru eisini føroyskar komm-
unur,
sum
hava
havt
fingrarnar ov langt frammi
í
vinnulívinum.
Hesar
kommunur eru í dag so illa
fyri, at tær ikki klára at
greiða sínar skyldur og
mugu fáa pening úr komm-
unala kreppulánsgrunnin-
um, tí annars fara tær av
knóranum.
Tá ført verður fram, at
kommunan ikki skal reka
vinnulív, so má leggjast
afturat, at býráðsins upp-
gáva er at skapa so góðar
fortreytir fyri vinnulívið
sum møguligt.
Býráðið og hin einstaki
borgarin, eins og vinnulívið
mugu koma hvørjum øðrum
nærri. Tað eigur ikki bert at
vera býráðið, sum kemur
við uppskotum um loysn av
viðurskiftum í kommununi,
men uppskot frá borgarum
og vinnulívi eiga at við-
gerast av býráðnum í fullum
Sambandsflokkurin er eisini liberalur
í kommununalpolitikki
álvara, soleiðis, at býráðs-
limir ikki bert hitta veljarin
fjórðahvørt ár, men at tað
verður eitt dagligt samband,
soleiðis at politikkarin veit,
hvat rørist úti í samfelag-
num.
Eitt slíkt samskifti við
borgarin og vinnulívið nýt-
ist ikki at viðføra, at vinnu-
lív og privatlív verða tengd
upp í býráðsarbeiðið, hetta
nýtist heldur ikki at kosta
pening fyri kommunu-
kassan.
Vinarliga
Schumann Hjaltalin,
býráðslimur
Valevni hjá
Sambandsflokkinum
Tað sum hendi hósdagin í
Danmark var einki minni enn
eitt undur. Hóast allir teir
danir, sum eru vanir við at
stýra og ráða, heittu so
inniliga á fólk um at greiða
atkvøðu fyri at taka undir við
evruni, so segði ein stórur
meiriluti kortanei.
Orsøkin var tann, at fólk
funnu út av, at her var ikki
bert talan um pengaseðlar og
veksilgjald, men um politikk.
Tað
evran
er,
er
í
veruleikanum ein roynd til at
binda londini saman í ein
felagsskap, sum tey ikki
kunnu sleppa burtur úr. Har-
við verður lættari at fáa lond-
ini til at ganga við til tað, sum
er endamálið: at sjóða saman
eitt nýtt heimsveldi, sum skal
senda hermenn til at berja
niður onnur lond í Afrika og
Asia.
Tað var hetta, sum danir
ikki vildu. Sjálvt um Nyrup
og hansara harkalið eru
imperialistar, so eru teir
vanligu danirnir tað ikki, og
nú fingu teir høvi til at gera
greitt, at slíkt vildu teir ikki
lata um seg ganga.
Fyri samráðingarnar um
tað føroyska fullveldið var
hósdagurin eisini ein væl-
signaður dagur.
Tað er sera skilagott fyri
okkum, tá ið vit gerast eitt
sjálvstøðugt ríki, ikki at
broyta tann sáttmála vit hava
við
Danmark
um
gjaldoyrasamstarv. Á henda
hátt sleppa vit frá at viðgera
spurningin um gjaldoyra í
hesum sambandi.
Hetta var eisini tað, Ísland
Til lukku Danmark!
gjørdi, tá tað gjørdist sjálv-
støðugt í 1918. Tá var ein
sáttmáli millum Norðurlond
um, at tey høvdu somu krónu,
og Ísland gjørdist partur í
hesum sáttmála. Fortreytin í
hesum sáttmála var, at krónan
hevði eitt fast virði í mun til
gull. Tað bar tí ikki til hjá
politikarnum
og
tjóðbankunum at hóreiggja
sær sum teir vildu við
krónukursini, og fólk kundu
hava álit á pengavirðið.
Men hvat er hent? Av tí at
londini sleptu bindingina til
gullið, er pengavirði fallið.
Tað sum tá fekst fyri eina
gullkrónu, skulu vit í dag
gjalda 29 danskar krónur fyri.
Hetta
hava
spekulantar
kunnað gjørt sær dælt av,
men fyri fólk flest hevur hetta
verið ein vanlukka.
Tað vísir seg, at tá
politikarar sleppa at broyta
virði av pengunum, so hava
teir fingið eitt vald, sum teir
ikki himprast við at misnýta.
Hetta hava danskir politikarar
gjørt, og siðvenjan í Europa
er enn verri enn í Danmark.
Øll tey stóru londini har hava
havt inflatión í hesi øldini, og
tað er ikki so frægt, at brent
barn ræðist eldin, tí tey blíva
við. Tann týski markurin,
sum skal eitast at vera eitt
haldgott gjaldoyra, hevur
mist yvir helvtina av virði
sínum í mun til gull síðan
hann varð settur í gildi, og
evran, sum skuldi verið betri,
hevur mist ein triðing av virði
sínum upp á tvey ár.
Føroyingar hava altíð verið
sparsamir og dugað væl við
pengum. Tað býður okkum
ímóti at hava nakað við slíkar
gummivalutur at gera, og tí
er tað gott, at vit við donsku
fólkaatkvøðuni
hósdagin
fingu eitt skotbrá, sum vit
kunnu nýta til at finna út av,
hvat ið er rætt fyri okkum at
taka til ráða í hesum máli.
Tí hava vit alla orsøk til at
takka tí vanliga danskarnum
fyri at hann setti Nyrup og
hansara harkalið upp á pláss
hósdagin.
Zakarias Wang
Viðmerkingar:
Tillukku vágbingar
Tað var stuttligt at vera
suðringur í Havn leygar-
dagin, tá VB vann føroya-
meistaraheitið í fótbólti,
hetta var eitt so positivt upp-
livilsi, at tað má vera eina
tøkk verda.
Hetta at sita so nógvir
suðringar saman og vera
sum ein maður, tað í sjálv-
um sær var veldugt, og so
tá málini komu og tá fór
sum heitur ylur gjøgnum
mannamúgvuna og øll som-
ul lupu á føtur í senn í sig-
ursfrøði, tað má bara upp-
livast. Sjálvt tann, sum lítl-
an áhuga hevur fyri fótbólti,
verður rivin við, tá tað
gongst so væl.
Sigurin var uppiborin og
tað sást eisini á tí stóru
mannamúgvuni, sum var
komin á keiina í Havn at
fagna sigursharrunum, at
tey veruliga untu vágbing-
um henda sigu, tað vóru
bara smílandi fólk at síggja
og sum heilsaðu okkum, tá
skipið fór frá bryggjuni.
Ferðin suður var ein
stórur sigursrómur, sum vit
fara at minnast leingi. Veðr-
ið var av tí allar fagrasta,
ikki ein ond, og longu tá vit
komu inn um Porkerisnes
sóu vit tær fyrstu rakettirnar
verða sendar upp sum heils-
an til meistararnar.
At vera við Smyrli hetta
silvitniskvøldið inn eftir
Vágsfirði var nakað, sum
øll fara at minnast, øll hesi
føgru ljós, sum speglaðust í
Lesarabræv:
tí blanka sjónum, bygdin
upplýst av ymsum brenn-
andi ljósum, ein bátur kom
upplýstur við reyðum fakl-
um ímóti okkum, og so allur
riðilin av bilum sum ein
perluketa inn gjøgnum
bygdina, alt hetta saman
gjørdi Vágs bygd veruliga
til perluna í Suðuroynni
hetta kvøldið.
Tá Smyril legði at minti
hann mest sum flóttafólka-
skipini úr Albania, sum vit
hava sæð myndir av, tað
hingu fólk allastaðni, men
hetta vóru fólk í sigursrómi,
sum heilsaðu tí stóru mann-
fjøld, sum var komin á kei-
ina at taka ímóti VB. Mót-
tøkan var stórfingin, vág-
bingar eru jú tiknir úr leik-
um, tá tað kemur til slíkt,
so hetta var alt óført.
Lat hetta avrikið hjá VB
vera íblástur til tað unga
fólkið í Suðuroynni. Hesir
unglingarnir høvdu sett sær
eitt mál og nú er úrslitið har.
Hetta hevur kostað nógv
stríð og ein ómetaligan
vilja, og sjálvt við so lítlum
fólkagrundarlagi vunnu teir
kortini.
Einaferð enn hjartaliga
tillukku VB og allir vág-
bingar, allir suðringar takka
fyri avrikið, sum vísir at enn
eru knotur í okkum.
Viberg Sørensen
Eftir góð 10 ár brast aftur.
Vón er nú aftur fyri einari
oyggj. Vón fyri ein stóran
part av øllum føroyingum.
Fasta sambandið undir
Vestmannasund er nú av
álvara farið ígongd.
Leingi, alt ov leingi hava
vit bíða. Vónandi fer arbeiði
at ganga væl.
Samferðslukervið:
Men eins og hetta arbeiði
nú byrjar aftur, er at ynskja,
at stóran skommin í før-
oyska samferðslukervinum,
Gásadalur, fær tað sam-
band, aðrar bygdir hava
havt í fleiri hundra ár. Eg
ynski, at hetta arbeiði byrjar
aftur. Sæð í stóra saman-
hanginum, er tað arbeiði
peanuts at gera, tá vit hugsa
Skotið
um fíggjarlógir uppá milli-
ardir!
Eisini er neyðugt at nevna
flogvøllin, ið neyðugur er
at nútíðargera. Bæði vøllur
og terminalur mugu gerast
- og tað er ein skilagóð íløga
at fremja.
Loysingarbumban
má avmonterast:
Fyri at útbygging av hesum
samfelag skal kunna lata
seg gera, er tó neyðugt at
samgongan tekur burtur
ámonteraðu
loysingar-
bumbuna frá botnventil-
inum á hesum samfelag. Tí
um tað skotið verður
sprongt,
so
fer
alt
samfelagið til botns.
Sambandsflokkurin
hevur boð uppá skot í
byggja hetta samfelag upp-
ríkisrættarliga.
Núverandi
samgonga
hevur bert eitt boð - eitt
skot, ið er ein vanlukka fyri
føroysku tjóðina, nevniliga
loysing.
Neyðugt er at avmontera
tað skaðiligu loysingarløð-
ingina - og spreingja rætt,
fyri at byggja hetta sam-
felag upp - eins og Sam-
bandsflokkurin vil. Vit hava
visiónirnar at byggja upp.
Tað hava hinir ikki. Tað
kostar at byggja upp. Tað
kostar at reka hetta sam-
felag. Tað er ein veruleiki,
ið øll mugu góðtaka.
Latið okkum byggja land!
Latið okkum løða og
spreingja rætt!
Vinarliga
Marjus Dam,
løgtingsmaður
Í hesum døgum verður
almikið tosað um tann
høga oljuprísin og tær
óhepnu fylgjur ein høgur
prísur hevur á føroyska
búskapin yvirhøvur. Vert
er at geva sær far um
hvørji lond framleiða
olju. Eg skal her geva eitt
yvirlit fyri heimsfram-
leiðsluna per dag í
Milliónum av tunnum.
Ein tunna = 159 litrar
av ráolju, ella crude sum
er vanliga handilsheitið
fyri oljuna.
Í løtuna verða dagliga
umleið 78 Mtd nýttar
globalt. OPEC er so nógv
tann størsti oljuframleið-
arin og setur hann eisini
marknaðarprísin.
Har-
afturat eiga OPEC londini
umleið 70 % av heimsins
kendu
oljureservum.
Høgi oljuprísurin kemur
av, at so at siga ongar
goymslur eru sum kunnu
tálma prísin og harnæst er
vinnuvirksemi í Vestur-
heiminum og í Fjareystri
í stórum vøkstri við støð-
ugt økjandi oljutørvi.
Tey flestu OPEC lond-
ini hava yvirhøvur meira
ella minni fulla fram-
leiðslu. Undantikið er
Saudi Arabia sum hevur
møgulleikar at framleiða
meira. Vert er at nevna at
lond sum Iran og Irak,
sum ikki eru vestur-
heiminum so vinarliga
sinnaði allarhelst vildu
minkað framleiðsluna um
tey høvdu figgjarliga orku
til hetta. Saudi Arabia
verður nógv stuðlað av
USA og er undir ávisum
trýsti fyri øktari fram-
leiðslu.
Sum kunnugt hevur
USA nú latið nakað av
sínum tjóðar goymslum
av olju út á marknaðin.
Hetta verður ikki mett at
hava nakran serliga stóran
týdning.
Vert er at nevna, at
Vesturheimurin fær meira
í avgaldi av OPEC oljuni
enn OPEC londini fáa fyri
sjálva oljuna. OPEC há-
tíðarheldur í hesum døg-
um 40 ára stovningardag
sín í Caracas har OPEC
varð stovnað 14 Sep-
tember 1960. Í sambandi
við fundin í Caracas sigur
OPEC at teir meta ikki at
ov lítið av olju er á mark-
naðinum og at tørvurin
fer at verða nøktaður
framyvir.
Yvirhøvur er misnøgd
við høgu prísirnar sum
darvar alt kappingarførið
og allarhelst verður úr-
slitið minni oljunýtsla og
harav minkandi eftir-
spurningur við lægri prís-
um. Slíkar marknaðar-
regulerandi mekanismur
hava vit sæð áður. Verður
veturin
harafturímóti
kaldur kunnu vit vænta
sera høgar prísar.
Spennandi verður at
síggja hvussu marknað-
urin fer at laga seg.
Johan Mortensen
Oljulond
OPEC LIMALOND
IKKI OPEC LIMALOND
Algeria 0.85
USA 7.8
Oman 9.2
Indonesia 1.30
Canada 2.6
Syria 0.6
Iran 3.70
Mexico 3.4
Yemen 0.4
Iraq 2.95
Argentina 0.9
Angola 1.3
Kuwait 2.20
Brazil 1.1
Egypt 0.8
Libya 1.45
Colombia 0.8
Congo 0.3
Nigeria 2.05
Ecuador 0.4
Australia 0.6
Quatar 0.70
Danmark 0.3
Kina 3.2
Saudi Arabia 8.60
Noreg 3.2
Indien 0.8
Sameindu Emiratuni 2.30
Stóra Bretland 2.9 Malysia 0.8
Venezuela 2.95
Rusland 6.2
Vietnam 0.3
Opec lond : 29 Mtd
Ikki Opec lond : 48 Mtd
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo