mikudagur 4. oktober 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 190 - 4. oktober 2000
Nr. 190 - 4. oktober 2000
Jákup Mikkelsen er á aldu-
kambinum, nú føroyska
landsliðið fer av landinum
at spla ein ella tveir dystir.
Síðani summarsteðgin hava
avrikini verið støðug, og
mánakvøldið varð krúnan
JÁKUP MØRK
Tað eru ikki hissini leik-
arar, sum føroysku lands-
liðsleikararnir eftir ætlan
skuldu takast við móti
Jugoslavia
Toppurin av Europa
Jugoslaviski landsliðsve-
njarin, Ilija Petkovic, hev-
ði tikið út 22 leikarar til
dystirnar móti russum og
føroyingum, sum nú kort-
ini verða av ongum. Talan
er í fleiri førum um leik-
arar, sum teljast millum
teir bestu í Europa.
Fleiri leikarar umboða
lið, sum í vár gjørdust
meistarar í bestu útlend-
sku deildunum, og eitt nú
eru so at siga øll tey ital-
iensku oddaliðini umboð-
að í hópinum. Tað kann
tykjast torført at taka na-
kran einstakan stjørnu-
leikara framum, men eitt
nú kunnu nevnast tey
bæði álopsessini, Predrag
Mijatovic og Savo Milo-
sevic, sum báðir hava ver-
ið toppskjúttar í bestu
sponsku deildini, men
sum nú spæla í Italia.
Hópurin sær annars so-
sett á verkið.
Herfølge hevði vitjan av
FCK – Todi Jónsson var
ikki við, tí hann sat skaddur
eftir í Keypmannahavn – og
Jákup Mikkelsen varð av
hyggjarunum á TV3+ sjón-
leiðis út: Málverjar eru
Zeljko Cicovic UD de
Las Palmas, Aleksander
Kocic Reyða Stjørna og
Zarko Lucic FC Budue-
nost. Verjuleikarar eru
Zoran Mirkovic FC Fen-
erbache, Sinisa Mihajlo-
vic S.S. Lazio, Goran
Dorovic Celta de Vigo,
Nenad Sakic Sampdoria
UC, Miroslav Dukic CF
Valencia, Ivan Dudic SL
Benfica, Goran Bunjev-
cevic Reyða Stjørna, De-
jan Stefanovic FC Vi-
tesse. Miðvallarar eru
Slavisa Jokanovic Depor-
tivo La Coruna, Dejan
Stankovic S.S. Lazio, Ni-
kola Lazetic FC Fener-
bache, Ljubinko Drulovic
FC Porto, Sasa Ilic FK
Partizan, Predrag Dorde-
vic Olympiakos og Dra-
gan Sarac FK Austria
Wien. Áleyparar eru Pre-
drag Mijatovic Fiorentina
AC, Savo Milosevic Par-
ma AC, Darko Kovacevic
Juventus FC og Mateja
Kezman úr PSV Eind-
hoven.
Jákup var í essinum
Tað kom sum ein stórur
skelkur fyri spælararnar og
venjaran, tá tað undan dyst-
inum millum Herfølge og
FCK gjørdist greitt, at Todi
Jónsson er skaddur. Seint
seinnapartin mánadagin set-
ti Todi Jónsson seg í sam-
bandi við Allan Simonsen
og boðaði honum frá, at tað
ikki ber honum til at fara
við til Sveis.
– Undir venjing sunnu-
dagin fekk eg ein vødda-
skaða í lærinum. Hann er
so mikið álvarssamur, at eg
rokni við at vera noyddur
at binda frið frá fótbóltinum
í tvær ella tríggjar vikur,
sigur ein harmur Todi Jóns-
son úr Keypmannahavn.
Todi varð skaddur fram-
manfyri á lærinum, tá hann
var í Føroyum og spældi
landsdystin ímóti Slovenia.
Nýggi skaðin hevur einki
við tann skaðan at gera.
Spennandi í Sveis
Tá vit tosaðu við Toda hevði
hann akkurát hugt at dyst-
inum í Herfølge. Hann helt,
at Jákup Mikkelsen hevði
spælt ein framúr góðan
dyst. Todi førddist sjálvandi
um, at FCK fekk øll stigini,
Føroyski landsliðsmálverjin varð valdur til dagsins spælara, tá undirmannaða Herfølge tapti á heimavølli ímóti FCK
varpsrásini sagdur at vera
besti maður á vølli. Rættu-
liga stór semja var um ta
avgerðina.
Bjargaði brotssparki
Tað var harmuligt fyri fót-
bóltsdystin, at Herfølge
longu eftir tíggju minuttir
misti ein mann. Harmurin
gjørdist tvífaldur, tá tað vísti
seg, at reyða kortið hjá
dómaranum ikki var, sum
tað skuldi vera. Peter Frank,
sum spældi fyri fyrstu ferð,
eftir at hann var komin aftur
úr AB og til Herfølge, elti
púra leysan Suma. Spæla-
rarnir stríddust, Suma fór
um koll, og dómarin bríks-
laði. Fyri ryggskump, segði
dómarin aftaná dystin, men
sjónvarpsmyndirnar vístu,
at hann hevði mett skeivt.
Og so var tað, at Jákup
Mikkelsen fór undir sítt
stórspæl. Hann tveitti seg til
høgru fyri seg sjálvan og
bjargaði brotssparkinum.
Stórspælið
– At eg bjargaði brotsspark-
inum gjørdi, at eg kom væl
inn í dystin. Teir høvdu
nógv spæl og nógvar møgu-
leikar, so eg hevði onga or-
søk at keða meg, segði Já-
kup Mikkelsen eftir dystin.
Og Jákup stórspældi.
FCK spælararnir stóðu
næstan í bíðirøð fyri at
royna seg ímóti málinum,
men føroyski landsliðsmál-
verjin helt tætt. Hann bjarg-
aði við hondunum, fótu-
num, lørunum og eina ferð
við høvdinum.
Herfølge brúkti nógv at
spæla bóltin aftur til mál-
verjan, og hann megnaði
sum ein annar útispælari at
spæla skilagott frá sær,
sjálvt um hann fleiri ferðir
var rættuliga kroystur.
Harmaðist
Í 2. hálvleiki eydnaðist tað
FCK at fáa hol á. Og Jákup
Mikkelsen illneitaðist inn á
seg sjálvan, at hann ikki
hevði vart fyri fyrra mál-
inum:
– Teir fingu fríspark einar
nítjan metrar úr málinum.
Manngarðurin stóð rætt, eg
sá flata skotið, eg tveitti
meg rætta vegin, men bólt-
urin fór í málið. Tað iðri eg
meg ógvuliga nógv um.
Kundi tú havt bjargað?
– Avgjørt. Eg ætlaði at
halda bóltinum, sum so fór
undir armarnar og inn um
strikuna. Tá eg nú hugsi aft-
ur á dystin, so átti eg at havt
blokerað hann út til horna,
sigur Jákup Mikkelsen, sum
mánakvøldið var harmur
um, at Todi Jónsson er
skaddur og tískil ikki verður
við í landsliðsferðalagnum.
Jákup Mikkelsen og hinir
útisetarnir í Danmark og
Noregi fara í kvøld niður til
Sveis, har teir í Zürich fara
at hitta teir, sum fara úr Før-
oyum við Atlantsflog.
– Tað er altíð hugaligt at
hitta vinmenninar á lands-
liðnum, og vónandi fara vit
at vísa eitt gott avrik, sjálvt
um vit allir fara at sakna
Toda Jónsson, sigur Jákup
Mikkelsen.
JH
men hann helt samstundis,
at tað er hart at vera mál-
maður.
– Jákup gjørdi bara eitt
mistak í øllum dystinum, og
tað kostaði eitt mál. Alllir
hinir á vøllinum kunnu gera
mistøk, uttan at tað bein-
leiðis kostar nakað serligt.
Todi Jónsson harmast um,
at hann ikki sleppur við
landsliðnum til Sveis:
– Eg rokni við, at tað
verður ein sera spennandi
avbjóðing. Sveisararnir fara
ivaleyst at kenna trýst á sær
at mynda spælið, og eg ivist
onga løtu í, at tað ikki fer at
eydnast okkarra monnum at
fáa møguleikar fyri kontra-
álopum, heldur Todi.
Einki er at ivast í, at ven-
jarin, spælararnir og allir
hinir í hópinum harmast um
avboðið hjá Toda, tí tað er
júst hann, sum er besti mað-
ur í snarálopunum.
Landsliðsvenjarin gjørdi
mánakvøldið av at senda
boð eftir Jákupi á Borg, sum
ikki hevur verið í hópinum
tær seinastu ferðirnar.
JH
Todi hevur givið avboð
Fremsta føroyska álopsessið verður ikki við á ferðini til Sveis, tí ein skaði í
lærinum heldur honum burtur frá fótbólti í tvær ella tríggjar vikur
Stjørnuleikarar
Tað vóru stór nøvn, sum føroying-
ar skuldu tikist við í Beograd
Todi Jónsson hevur aftur fingið skaða í lærið, og hevur
tí givið avboð til landsdystin móti Sveis
Serliga í fyrra hálvleiki stóð Jákup Mikkelsen seg væl, og í fleiri førum var talan um rættar stórbjargingar frá
hansara síðu
Føroyska fótbóltslandsliðið
fer ikki til Jugoslavia at
spæla HM undankappingar-
dyst komandi mikudag.
Fótbóltssambandið
fekk
boðini
klokkan
15.30
mánadagin um, at FIFA ikki
heldur tað vera ráðiligt at
fara til Jugoslavia. Politisku
umstøðurnar eru so mikið
ótryggar, at FIFA hevur
gjørt av, at landsdysturin hjá
jugoslavum ímóti Russlandi
komandi leygardag, og
landsdysturin ímóti Føroy-
um mikudagin í komandi
viku, ikki kunnu spælast í
Beograd.
Um dysturin hjá Føroyum
verður spældur nú, og hvar
hann møguliga verður spæl-
dur, var ikki greitt, tá vit
seint seinnapartin mánadag-
in tosaðu við Ísak Mikladal,
aðalskrivara í FSF.
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
– Vit hava akkurát fingið
boðini um at okkara ferð-
alag ikki skal fara úr Sveis
og til Jugoslavia sunnu-
dagin. Í prátinum við FIFA
hevur møguleikin verið
nevndur, at dysturin skal
spælast á uttanveltaðum
vølli. Mest upplagdi møgu-
leikin í tí sambandinum
verður mettur at vera, at
dysturin verður spældur í
Sveis, tí okkara landslið
skal spæla har leygardagin,
men hetta skulu vit tosa
nærri um seinni í vikuni,
sigur Ísak Mikladal.
Mikudagin í komandi vi-
ku skal Sveis spæla í Slo-
venia.
Fleiri spurningar skulu
svarast
Tað er ikki bara sum at siga
tað at flyta ein landsdyst úr
einum staði og til eitt annað.
Ein rúgva av spurningum
skulu greiðast, áðrenn tað
er greitt, um hetta ber til,
og spurningurin er, um tað
er nóg mikið av tíð at fáa
spurningarnar svaraðar, tá
skotbráðið er so stutt.
Mest einfalda loysnin
hevði kanska verið, at ju-
goslavar komu henda vegin
í komandi viku, og at før-
oyingar so fóru niður til Ju-
goslavia komandi summar.
Hetta er kortini ikki bara
sum at siga tað, tí dystirnir
eru samantvinnaðir, soleiðis
at talan er um tveir dystir á
útivølli ella heimavølli
hvørja ferð. FSF hevur sagt
FIFA, at tað fer ikki at bera
til at spæla í Føroyum í
komandi viku.
Ein annar spurningur er
ferðingin og uppihaldið.
Landsliðið fer ikki til Jugoslavia
Møguliga verður HM undankappingardysturin í staðin spældur á uttanveltaðum vølli, og møguliga verður hann ikki
spældur fyrrenn í apríl komandi ár
Um dysturin verður fluttur
t. d. til Sveis, so skal FSF
fáa húsarúmd fyri landslið-
num í fýra dagar eyka í
Sveis, jugoslaviska lands-
liðið skal fáa húsarúmd í
Sveis, og øll tey, sum ferð-
ast til og frá einum sovor-
num dysti – dómarar, eyg-
leiðarar, tíðindafólk og so
ógvuliga mong onnur –
skulu broyta ætlanir, sjón-
varpsupptøkuliðini og lýs-
ingarfeløgini skulu broyta
ætlanir, og soleiðis kundu
vit hildið á at nevnt við-
urskifti, sum fyri langari tíð
síðani eru komin í fastar
karmar, og sum nú skulu
loysast av nýggjum so at
siga her og nú.
Fíggjarligi parturin
Um landsdysturin verður
útsettur, so verður hann
spældur 25. ella 26. apríl
komandi ár. Hetta eru fyrstu
dagarnar, sum eru leysir í
europeiska fótbólts álma-
nakkanum.
Føroyska landsliðið verð-
ur ikki illa fyri í apríl kom-
andi ár, tí tá hava teir longu
verið í Luksemburg og í
Russlandi.
Fyri FSF verður tað ein
fíggjarligur smeitur, um
landsliðið skal tvær ferðir
suður í Europa í staðin fyri
bara eina ferð.
– Vit hava nevnt hetta fyri
teimum í FIFA. Teir skilja
væl ta síðuna av søkini. Vit
skulu venda aftur til fíggj-
arliga spurningin seinni.
Um talan verður um tvær
ferðir suður eftir, so ivist eg
ikki í, at FIFA fer at endur-
rinda okkum meirkostnað-
in, sum vit fara at hava av
nýggju støðuni, sum vit
ongan lut eiga í, sigur Ísak
Mikladal, aðalskrivari í Fót-
bóltssambandinum.
Í Ítróttarsosialinum týs-
dagin verður sagt, at før-
oyska pressan mánadagin á
middegi ikki hevði fingið
visa til Jugoslavia. Hetta
kom upp á pláss tíðliga
seinnapartin
mánadagin.
Seinni sama dag tók málið
eina nýggja vend, og nú er
ikki neyðugt at hava visa til
Jugoslavia. Tað er púra
greitt, at landsliðið ikki fer
niður hagar.
JH
JÁKUP MØRK
Sum nevnt í blaðnum í gjár,
og í grein í Internet-
Sosialinum, sum er prentað
niðanfyri, var sera ivasamt,
hvussu fór at verða við dyst-
inum.
At byrja við vóru tað tru-
pulleikar við at fáa innferð-
arloyvi til føroysku pressu-
umboðini. Hetta kom tó í
rættlag mánadagin, men
spurningurin var framhald-
andi, hvørt tað var ráðiligt
at fara til Jugoslavia, nú po-
litiska støðan í landinum er
somikið spent.
Tríggir møguleikar
Ísak Mikladal, aðalskrivari
hjá FSF sigur, at Fót-
bóltssambandið í gjár varð
kunnað um, at dysturin nú
er útsettur, og at landsliðs-
ferðin sostatt bert verður til
tann eina dystin í hesum
umfarinum. Sama er gald-
andi við dystinum millum
Jugoslavia og Russland,
sum eftir ætlan skuldi verið
leiktur mikudagin.
Nær dysturin verður á-
settur at leika, er ikki enda-
liga greitt enn, man talan er
um trígjar møguleikar, sum
í løtuni eru opnir. Sambært
altjóða fótbóltskalendara-
num, sum allir landsdystir
nú verða lagdir eftir, er
møguleiki at leika dystin
15. november, 14. februar
ella 25. apríl. Frá einum før-
oyskum sjónarhornið er 25.
Jugoslavia dysturin útsettur
Í gjár boðaði FSF frá, at dysturin móti Jugoslavia, sum ætlandi skuldi vera komandi mikudag, verður av ongum
apríl helst best hóskandi
dagurin, tí leikarar okkara
tá aftur eru komnir í gongd.
Hinvegin er februar mán-
aður helst ringast hugsandi
tíðin hjá okkara.
Ísak Mikladal vónaði
sjálvsagt, at føroyska ynski
um ein dyst í apríl mánaði
fór at verða eftirlíka, men
tá blaðið fór til prentingar,
var hetta enn ógreitt.
Óvist við heimferðini
Heldur ikki var í gjár greitt,
hvussu verður við heim-
ferðinin hjá landsliðnum
eftir dystin í Sveis.
Í sambandi við landsdyst-
irnar hevði Atlantic Airways
selt ferðaseðlar til áskoða-
rar. Íroknað hesum var uppi-
hald í Sveis, meðan lands-
liðið er í Jugoslavia, og
skuldi føroyaska flogfarið
so koma eftir bæði leikarum
og áskoðarum hósdagin 12.
oktober. Teir áskoðarar, sum
Beint fyri døgurðatíð í
gjár segði Ísak Mikladal, at
teir í løtuni arbeiddu við
hesum spurningi, men júst
hvussu han fór at verða
loystur, visti hann ikki at
siga.
Beint áðrenn blaðið fór til
prentingar, fingu vit orðið á
Magna Arge,
stjóra
í
Atlantsflog. Hann greiddi
frá, at Atlantic Airways
heldur fast um upprunaligu
ætlanina, soleiðis at farið
verður eftir áskoðarunum
hóskvøldið.
Landsliðið fer allarhelst
úr Zürich til Keypmanna-
havnar tíðliga sunnumorg-
unin, soleiðis at teir koma
við morgunflogfarinum hjá
Atlantsflog sunnudagin.
Nú er greitt, at talan bert verður um ein dyst hjá landsliðinum í hesum umfarinum
Teir áskoðarar, sum hava rindað fyri uppihald í Sveis fram til hósdagin komandi viku,
verða tó ikki snýttir, tí Atlantic Airways heldur fast um upprunaligu ferðaætlanina