Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. oktober 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 190 - 4. oktober 2000 Nr. 190 - 4. oktober 2000 Setanarrøða tá ið Gospelfestivalurin 2000 varð settur Í sálma 71 frá 17 ørindi og frameftir stendir soleiðis skrivað í týðingini hjá Vic- tor: “Guð! Tú hevur lært meg tað líka frá ungdóm- inum, og líka til nú kunngeri eg undur tíni. Svík meg so heldur ikki, táið eg verði gamal og gráur, Guð! Enn skal eg kunngera øllum komandi ættum arm tín, øll- um teimum, ið koma skulu, mátt tín. Og rættferð tín, Guð, røkkur líka til himm- als, tú, sum hevur gjørt stórverk, Guð, hvør er sum tú! Tú sum lætst okkum síggja nógvar trongdir og vanlukkur, tú skal gera okk- um livandi aftur og draga okkum upp aftur úr av- grundum jarðarinnar. Tú skal gera meg enn størri og venda við og troysta meg. Afturfyri skal eg við hørpu- spæli prísa trúfesti tíni, Guð mín, leika á sitara fyri tær, tú hin heilagi Ísraels. Fegnast skulu varrar mínar, ja, eg skal syngja tær lov — sál mín, sum tú loysti út. Og tunga mín skal allan dagin tala um rættferð tína, tí teir standa til skammar og við kinnroða, teir, ið vilja mær illa. Tað er ikki so langt síðani at jazzurin varð rullaður fram undir hesum sama ljóðara, harið gospeltónleik- urin nú, í kvøld og í morgin, fer at verða varpaður út í hvønn krók, í hesum megnarskála, ið hevur verið føroyskari mentan og list, eitt satt vælsignilsi, og hevur stuðla undir frambrot, ið vóru óhugsandi var hesin karmurin ikki vorðin til í góðum norðurlendskum samstarvi. Jazzur & gospel Søguliga er skyldskapurin ikki so lítil. Sprottin úr trældóminum. Amboð sum eru ment fyri at fremja hitt persónliga frælsi hjá bikaðu trælunum í amerikansku suðurstatunum. Intensiteturin í hesum sjangrum botnar óivað í ringu korunum tær eru sprotnar úr. Í trælatíðini vóru orðini í gospelsang- inum duldar bønir um frælsið, skrúvaði saman úr eini serligari suðurstatsdia- lekt, sum hitt hvíta harra- fólkið einki skilti av. Kend- astu løgini frá hesi tíðini eru kanska, Joshua Fit the Battle of Jericho, Go Down, Moses & When the Saints Go Marchin´ in. Alment er trælatíðin farin Nekararnir sigast at hava fingið frælsið í samríkjun- um U.S.A, men so tung mundi kjølfestan vera í tón- leikinum, at hann yvirlivdi politisku og vinnuligu broytingarnar. Fór sum ein steppubrandur um allan heimin og hevur kanska ongantíð havt tað so gott sum ídag, - eisini í Før- oyum. Tey flestu halda, at hitt andaliga lívið hevur tikið m.a. rockin til sín, fyri at bera fram orð Guðs. Eitt jarnbrot í distributiónini kanska. Ella sum ein eftir- stjóri, tá ið rekur harðast á kíkin. Men hetta er ein søguligur skeivleiki. Verðuleikin er hin øvugti. Tað eru hinvegin rútmurnar, ið lagdar vórðu afturat nekarabønunum, í træla- tíðini, ið hava ávirka allar populer sjangrurnar vit kenna ídag, so sum soul, blues, rock og popp. Heldur ikki hesar nýskapanir á tón- leikahválvinum megnaðu at taka broddin av gospel, takka verið m.a. eini so stór- ari songkvinnu sum Mahalia Jackson. Og føroyingar hava ikki verið sørir heldur. Tradi- tiónirnar eru stórar. Í kvæð- um og sálmum. Og tað grør framhaldandi um gangandi fót, tað er m.a. hesin festivalurin eitt gott dømi um. Hoyri eg orðið gospel nevnt, tá hugsi eg fyrst og fremst um Øss Berghamar og M.C., - Restorff sjálv- andi. Eri frá tí ættarliðnum sum plagdi at fara úr dans- inum í Klubbanum oman í Ebenezer, harið miðnáttar- samkomurnar um tað mundið góvu náttarlívinum eina heilt serliga dimensión. Og eftir dansin í Glyvra Bio ella í Sjónleikarahúsinum í Fuglafirði, var tað ikki so sjaldan at vit stukku inn á gólvið í Berøa ella í Siloa fyri at hoyra eitt slag av gospel, sum tá hevði sína frumtíð í Føroyum. Vinylið á Meistarans Hond hjá Nikodemusar Sangbólkinum er nú so mikið slitið, at tað er ikki meiri enn, at tað grælar úr henni. So oftani havi eg havt hesa plátuna á plátu- spælaranum. Minnist ser- liga hvussu tíðum vit plagdu at taka upp eftir hinum órædda eiðismanninum, Svenningi á Lofti, tá ið hann resiteraði úr Efesus- brævinum og frá Jóhannusi og Matheussi, í songunum Íðin gakk tað smølu leið & Í skýnum. Tað serliga við Øssi og M.C. var og er, at teir grundfestu tónleikin í hitt GOSPEL – DULDAR BØNIR UM FRÆLSI! føroyska kristnilívið, á hitt føroyska málið og harvið hina føroysku mentanina. Hetta var uppruni og ikki plagiat. Tí livir hesin tón- leikurin framvegis sítt sáliga lív. Og fer at gera tað. Tit ungu eiga ikki at kopiera teir, men heldur at hava teir sum fyrimyndir, heldur enn nógv av hesi angelsaksisku kommercialismuni, sum ongan botn fær í Føroyum. Tá ið vit tosa um gospel og sang fái eg illani komi uttan um hin stóra lista- mannin, Ingálv av Reyni. Hevði hann havt verið líka so íðin við røddini sum við penslinum, tá høvdu før- oyingar kanska verið eins kendir í stóra heiminum á tónleikaøkinum, sum teir eru í bókmentaheiminum við Willami Heinesen og í fótbóltsheiminum við føroyska A-landsliðnum. Ímeðan eg siti og seti hesi orðini saman, kemur mær eisini til hugs allar kava- roksnæturnar í Íshavinum, slotandi fram ígjøgnum brúgvarútin, út í náttina, eftir næsta vandanum. Einsemi hevur oftani verið ekstremt. Og serliga tá kendist fløvin øðiligur og intensur frá hesum gospel- røddunum, sum dundraðu fram úr hátalarunum, í harð- ari kapping við motordunið úr skipsbjølginum. Eingin ivi um, at gospelartistarnir vilja nakað við sínum tónleiki. Tað flýtur yvir av tí sum hjarta er fult av. Sum við Jazzfestivalinum verður hetta eftir øllum at døma seinasta ferðin at gospeltónleikurin verður umboðaður á festival, sum hesari, í hesum líki. Ís- lendski oddvitin í Norður- landahúsinum, hevur bundið ein nýggjan leist, harið samstarvað verður um listarlig mørk. Hetta er Listastevna Føroya. Gongst sum ætlað verður hetta eitt frambrot, serliga fyri út- jaðaran og bygdirnar, ið tá gerast ein partur av hesum serliga stemninginum, sum tú mást vera nær hjá, fyri at læra og kenna. Skal ikki troytta tykkum meira. Sjálvandi eru tit ikki komin higar fyri at lurta eftir einum uppturkaðum politikkara, sum lítið hevði formátt sær á einum palli sum hesum. Pallurin verður nú latin tónleikinum og hansara framherjum. Gævi at gospeltónleikurin eigur eina dygga framtíð, - í Føroyum eisini. Kjølfestan skuldi verið góð eftir eina menning í eitt heilt milennium, ja, líka síðani kredan hjá Trónda í Gøtu kom undan vaðingini. Givnir eru einglar góðir, Ganga ei eg eina má, Ferðum mínum fylgja fróir Fagrir einglar Guði frá; Biði bøn eg, fyri Krist Bera mína bøn teir vist; Syngi sálm eg Guð at æra, Sær hann til mín lut at varða. Seinasta reglan er hon sum stendur meitlað inn í hválvið yvir høvuðsdyrnum í Gøtu Skúli, harið eg fekk mín fyrsta førning í námum, sum leiddu meg fram til hesa stund, harið gospel- festivalurin fer at verða settur. Fari til seinast at ynskja fyrireikarunum góðan byr. Somuleiðis Siloakórinum, Heina Lútzen, Eyðuni Ja- cobsen, Elsebeth Linde- gaard, Jan Honningdal, Jesus Band, Liqid Gravity, A2J, Saltbrøðrum og til seinast Iam við teirra framførslum, sum máttu verið til gagns, gleði og signingar fyri tann stóra flokk av áhoyrarum, sum uttan iva fara at vitja festivalin hesar dagarnar. Hervið er gospelfestival- urin 2000 settur. Takk fyri. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður Gospeltónleikurin er sprottin úr trældómi blámanna sum eitt amboð fyri at fremja hitt persónliga frælsið hjá bikaðu trælunum í amerikansku suðurstatunum Vit hava fingið vulkaniseraði vetrardekk á goymslu, við vælumtókta Nokia bananum. Til dømis: 155 x 13 460 kr. 175/70 x 14 580 kr. 185 x 14 RF 600 kr. Allir prísir eru v/ MVG og skift. Eyka fyri íspíkar 100 kr. Vetrardekk FR-900 Vágur Tlf. 373680 - 373660 fartlf. 214865 hevur Eiðis kvøldskúli hesi tilboð: Lærugrein Lærari Tlf. Ættargransking Maria Jacobsen 44 73 91 Týskvøld kl. 19.00 Ymiskt handarbeiði Katrin Hansen 42 34 91 Vikuskiftisskeið Veving Poulina Jensen 42 23 44 Mikukvøld kl. 19.00 Motiónsfimleikur fyri vaksin Marjun í Jákupsstovu 42 35 54 Týs- og hóskvøld kl. 19.00 Ítrótt fyri rørslutarnað Marjun í Jákupsstovu 42 35 54 Mikukvøld kl. 19.00 (best millum kl. 19 og 21) Teldulæra (byrjunarstøði) Jens M. Rasmussen 44 21 98 Hóskvøld Internet og heimasíður Jens M. Rasmussen 44 21 98 Vikuskiftisskeið Luttøkugjaldið, sum skal gjaldast fyrsta kvøldið, er kr. 100,- fyri hvørja lærugrein. Tekning fer fram hjá lærarunum í seinasta lagi mikudagin 4. oktober 2000. Undirvísingin er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá myndug- leikunum. Eiðis kvøldskúli, tlf. 42 30 92 fax 42 34 80 Eiðis Kvøldskúli veturin 2000/2001 Frítíðarundirvísingin á Oyrarbakka veturin 2000/2001 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Grein Dagur Lærari Tlf. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Motiónsfimleikur Mánadag 21.00–22.18 Erling Peteren 423194 menn Fríggjadag 21.00–22.18 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Ættargransking Mánadag 19.00–22.30 Hansina Olsen 441056 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Tónleikur Mánadag 10.35–12.50 Óli Jákup Joensen 443389 Týsdag 08.45–12.25 Mikudag 10.35–13.20 Hósdag 12.35–15.45 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Postalínsmáling Mikudag 19.00–22.30 Eydna Johansen 422335 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Handarbeiði Týsdag 18.45–22.15 Katrin Hansen 423491 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Tilevning/handarbeiði Hósdag 14.15–15.45 Hallbjørg Fríálvsdóttir 422196 f. 8.–9. fl. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Frítíðarvirksemi Svimjing - 3.–5. fl. Mánadag 15.00–15.45 Tom Joensen 423274 Hósdag 17.30–18.15 Thordis Hansen Svimjing - 6. fl. og uppeftir Mánadag 15.45–16.30 Tom Joensen Hósdag 18.15–19.00 Thordis Hansen 422158 Svimjing - foreldur/børn 5 ár - 2. fl. Hósdag 19.00–19.45 Thordis Hansen 422158 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá myndugleikunum. Luttøkugjaldið er 300 kr. fyri hvørja lærugrein, tó 500 kr. fyri motiónsfimleik menn, og tað skal verða flutt á konto skúlans nr. 6460-1001908 í Føroya Banka beinanvegin, tá ið undirvísingin er byrjað. Skúlanæmingar gjalda 30 kr. Fráboðan og nærri upplýsingar hjá faklærara. Felagsskúlin á Oyrarbakka Tlf. 42 20 84 Vikarur Søkt verður eftir sáttmálasettum lærara við fullum tímatali: í 1. lagi: frá 16. oktober 2000 - 12. oktober 2001. í 2. lagi: frá 16. oktober 2000 skúlaárið út. Lærugreinir: alis-/evnafrøði og søga í 8. flokki, støddfrøði, alis-/evnafrøði og søga í 9. flokki, støddfrøði og enskt í 10. flokki. Starvið, sum er tíðaravmarkað, verður lønt sbr. avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 13.4 til 26.4. Umsóknir skulu vera Felagsskúlanum í hendi í seinasta lagi 11. oktober 2000. Nærri upplýsingar fáast frá skúlaleiðaranum – tlf. 422084 ella 423098(heima). Felagsskúlin á Oyrarbakka 450 Oyrarbakki Frá Fuglafjarðar Javnaðarfelag Síðsti uppstillingarfundur til kommunuvalið verður í Ítróttarhúsinum fríggjakvøldið kl. 20.00 Fuglafjarðar javnaðarfelag Leiga av fimleika- hallunum og svimjihylinum Tey, ið ætla at leiga fimleikahallirnar (á Glyvrum og í Søldarfirði) og svimjihylin veturin 2000/2001, skulu senda skrivliga umsókn til býráðsskrivstovuna í seinasta lagi 12/10-2000. Runavíkar býráð Havnaumsjónarmaður Søkt verður hervið eftir avloysara fyri havnaumsjónarmann í 6 mðr., at seta sum skjótast. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til býráðsskrivaran. Umsóknir skulu vera býráðsskrivstovuni í hendi 16. okt. Tvøroyrar Býráð Postboks 80 · 800 Tvøroyri Sandvíkarhjalli Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Trygdarútgerð til øll endamál! Sosialurin - 311820 • Verndarhjálmar og húgvur • Hoyrivernd v/FM radio • Brillur • Maskur • Trygdarskógvar • Fallsikringar • Handskar • Hondreins • Vit útvega skiltir til øll endamál! Vit taka okkum av øllum uppgávum innan arbeiðaravernd