Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Talskvinnan í norska uttanríkisráðnum, Anne Lene Dale Sand- sten, vil einki siga um, hvørja støðu Noreg hevur til før- oyskan limaskap í EFTA EFTA LIMASKAPUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo -Vit kunnu ikki taka støðu til nakað sum helst, áðrenn ein almenn umsókn úr Før- oyum um limaskap í EFTA er klár. Ikki fyri enn um- sóknin er latin EFTA, kunnu vit siga nakað nærmari um støðuna hjá Noreg um føroyskan lima- skap. Anne Lene Dale Sand- sten er talskvinna í norska uttanríkisráðnum, og hon er rættiliga varin við at úttala seg um støðuna hjá Noregi í spurninginum um før- oyskan limaskap í EFTA. Spurd, um norska uttan- ríkisráðið hevur gjørt sær nakra meting av, hvørji framtíðarútlit Noreg sær við føroyskum limaskapi er svarið tað sama. -Vit kunnu ikki siga nak- að, áðrenn ein umsókn er latin EFTA, er stutta svarið. Tíðindafólkið í Brússel hjá norska Aftenposten, Alf Ole Ask, hevur í dag eina søgu um, at Føroyar hava í hyggju at søkja um lima- skap í EFTA. Í greinini framgongur , at møguligur føroyskur limaskapur í EFTA má metast út frá fólkarættarligum, handils- og uttanríkispolitiskum viðurskiftum. Greinaskrivarin metir, at tey fólkarættarligu viður- skiftini mugu fyrst fremst vigast av dønum, og um teir vilja lata Føroyar gerast limur av EFTA. Formansskapin Noreg hevur í løtuni for- mansskapin í EFTA. For- manskapurin í felagsskapi- num gongur upp á skift millum tey fýra limalondini í EFTA. Á heimasíðuni hjá EFTA sæst at lesa, hvørjar raðfestingar Noreg hevur fyri EFTA í heyst. Møguligur føroyskur limaskapur verður ikki nevndur sum partur av rað- festingunum í heyst. Hinvegin leggur Noreg dent á at fáa fríhandilsav- taluna hjá EFTA við Suður Korea, sum kom upp á pláss 8. juli, undirskrivaða. Millum onnur mál kunnu nevnast, at EFTA ynskir at kanna møguleikan fyri eini fríhandilsavtalu við lond sum Algeria og Japan. Nr. 151 - 12. august 2005 3 Noreg bíðar eftir umsóknini Í norska dagblaðnum, Aftenposten, er í dag ein grein um at Føroyar ynskja at gerast limur í EFTA. Greinaskrivarin skrivar, at danir kunnu fara at seta føtur í spenni fyri føroyskum limaskapi Tilgjørd mynd