fríggjadagur 12. august 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 151 - 12. august 2005
Eisini hjá Føroya
Banka skolar tað inn,
og negativa gongdin
í búskapinum tykist
at vera torfør at fáa
eyga á
ROKNSKAPUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Enn ein føroyskur peninga-
stovnur hevur nú almanna-
gjørt roknskapin fyri fyrstu
seks mánaðirnar. Og smílið
er, um nakað, enn størri hjá
stjóranum
fyri
Føroya
Banka, Janus Petersen, enn
hjá nøkrum av hinum topp-
unum í føroyska fíggjar-
heiminum. 74 milliónir í
avlopi fyri skatt er úrslitið
fyri fyrstu seks mánaðirnar
av 2005.
– Hetta er eitt øgiliga gott
úrslit fyri okkum, sigur
Janus Petersen, forstjóri.
Sum hinir føroysku pen-
ingastovnarnir vísir Føroya
Banki serliga á, at stíður er
komin í føroyska búskapin,
og tað ger, at úrslitið hjá
bankanum skal metast sera
positivt.
Skulu hálvársroknskap-
irnir hjá føroysku peninga-
stovnum metast sum ein
mynd av búskapinum, so
sæst lítil til negativa gongd-
in í búskapinum tykist at
vera torfør at fáa eyga á, tí
avlopini hava verið bæði í
tølum og prosentum rætti-
liga stór.
Burtur
Burturleggingar
eru
at
kalla, ja, burtur. Alt árið í
fjør vóru nítjan milliónir
burturlagdar at standa ímóti
tapi, og higartil í ár er bert
ein millión burturløgd.
– Úrslitini í 2003 og 2004
vóru ikki nøktandi, men nú
eru vit aftur á røttu kós,
sigur Janus Petersen.
Tað er serliga alivinnuna,
sum hevur ábyrgdina av
burtuleggingunum
hjá
bankanum.
Føroya Banki eigur ikki
minni enn 1.616 milliónir í
eginpengi. Tað merkir, at
hesin góði eginpeningur er
rentaður við 4,7 % higartil í
ár.
Tølini
– Nettorentuinntøkur bank-
ans vóru 1. hálvár 2005 til-
samans 116 mió. kr. ímóti
119 mió. kr. sama tíðar-
skeið í 2004. Í høvuðsheit-
um stavar lækkingin í inn-
tøkunum frá, at Føroya
Banki hevur eitt stórt gjald-
føri, sum er lánt út á pen-
ingamarknaðinum ella er
lagt í lánsbrøv fyri eina
rentu, sum áhaldandi hevur
verið lág. Stóru tapini í ali-
vinnuni,
sum
bankin
staðfesti í 2003 og 2004
hava eisini havt við sær
eina minking í rentuinntøk-
unum,
skrivar
Føroya
Banki í tíðindaskrivi.
Føroya Banki hevur 1.
hálvár 2005 havt ein kurs-
vinning uppá 15 mió. kr.,
og úrslitið av fíggjarpostum
var 143 mió. kr. fyrra
hálvár 2005. Talan er um
eina framgongd uppá 15%
í mun til úrslitið í fjør.
Innlán bankans eru økt
nærum eina hálva milliard,
til knappar 4,3 mia. kr.
fyrra hálvár 2005, í mun til
3,8 mia. kr. fyrra hálvár í
fjør.
Útlánini
hjá
Føroya
Banka eru hóast hetta
óbroytt í mun til 1. hálvár
2004 - 3,5 mia. kr., og er
hetta eftir umstøðunum
nøktandi, skrivar Føroya
Banki í tíðindaskriv.
Føroya Banki burturlegði bert eina millión fyrsta hálvár í ár,
og tað gevur bonus á niðastu linju í roknskapinum
Bankin aftur á røttu kós