fríggjadagur 12. august 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 12. august 2005
5
Vistu hvørjum
teir leitaðu eftir
Innbrotstjóvar fingu ikki pengaskápið upp,
men funnu eitt sindur av pengum á Fiska-
virking í Vestmanna
INNBROT
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Tá arbeiðsfólk á Fiskavirking í Vestmanna mikumorg-
unin komu til arbeiðis, so nýttust teimum ikki lykil til
skrivstovuna, tí hurðin stóð opin inn á skrivstovuna.
Hesum høvdu innbrotstjóvar syrgt fyri, tá teir brutu
hurðina upp.
Tjóvarnir høvdu stjolið eitt sindur av peningi á
skrivstovuni, men pengaskápið dugdu tjóvarnir ikki at
lata upp.
Hinvegin dugdu teir at finna lykilin til kantinuna,
har eitt sindur meira av peningi var.
- Tað kundi bent á, at tjóvarnir vistu, hvat teir leitaðu
eftir, sigur Julian Olsen á Vestmanna Fiskavirking.
Tað var tó ikki tað heilt nógva av peningi, ið tjóvar-
nir fingu fyri ómakin. Einar 2.000 krónur fingu tjóv-
arnir við sær. Tað er tó ikki greitt, um talan var um ein
tjóv ella fleiri tjóvar.
Annars er eingin nevniverdur skaði gjørdur, frættist
út Vestmanna
Løgreglan í Vágum kannar í løtuni málið saman við
kriminal løgregluni.
Serliga treytir til
fólk sunnanfjørðs
Samgongutingmaðurin Òli Breckmann spyr løgmann,
hvat hann meinar um eina heldur serstaka ætlan við-
víkjandi Suðuroynni og Sandoynni. Ætlanin er, at
stóru oyggjarnar sunnanfjørðs verða lýst sum serstakt
búskaparligt vakstrar- og royndarøki. Landskassin
yvirtekur alla kommunuskuld, so skjótt sum kommun-
urnar hava skipað seg í eina kommunala eind. Tá SEV
og IRF verða einskild, rindar nýggja kommunueindin
landskassanum sín part av sølupeninginum, og land-
skatturin verður í mesta lagi 20% í samanløgdu og
skuldafríu kommununi.
Enn er ógreitt, nær fyrispurningurin verður svarað-
ur. Løgtingið fer væntandi fríggjamorgunin at atkvøða
fyri, at løgmaður skal svara fyrispurninginum.
-HR
Stendur tað til Tjóð-
veldisflokkin verður
ein búskapargrunnur
skipaður, har blokk-
urin og kolvetnisinn-
tøkur skulu goymast
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Eftir norskari fyrimynd
hevur Tjóðveldisflokkurin
lagt fram Uppskot til løg-
tingslóg um Búskapar-
grunn Føroya.
- Endamálið við Búskap-
argrunni Føroya er at
tryggja samfelagsliga burð-
ardygga nýtslu av serinn-
tøkum landskassans, við at-
liti til núlivandi og komandi
ættarlið. Hartil er endamál-
ið við Búskapargrunni Før-
oya at virka sum eitt amboð
til at røkka einum sjálvber-
andi búskapi, stendur at
lesa í lógaruppskotinum.
Fríggjadagin
verður
fyrsta viðgerð av málinum
á løgtingi, og málið verður
beint í fíggjarnevndina.
- Ætlanin er, at allar
óvanligar
inntøkur
hjá
landskassanum ikki skulu
merkja vanliga raksturin,
sigur Páll á Reynatúgvu,
tingmaður fyri Tjóðveldis-
flokkin.
Tað er ógvuliga sjáld-
samt í føroyskum politikki,
at
ein
andstøðuflokkur
leggur fram eitt so umfat-
andi uppskot. Og Páll á
Reynatúgvu sigur seg eisini
sanna, at tað verður trupult
at fáa uppskotið samtykt í
verandi líki.
- Vit eru opnir fyri øllum
møguleikum og til reiðar at
kjakast um uppskotið, sigur
Páll á Reynatúgvu.
Í skrivandi stund hevur
samgongan ikki viðgjørt
málið. Men tað hoyrir til
teir heilt sjáldsamu løturnar
í føroyskum politikki, at
eitt uppskot - í øllum førum
av tílíkum slag sum hesum
- frá andstøðuni verður
samtykt.
Inntøkur
Í Búskapargrunn Føroya
skulu: skattur sambært kol-
vetnisskattalógini, avgjøld
og ágávur sambært løg-
tingslóg um kolvetnisvirk-
semi, blokkstuðulin, inn-
tøkur frá einskiljingum og
rentur og avkast av gruns-
fænum.
Tað vil siga, at allar inn-
tøkur, sum ikki eru bein-
leiðis skatta, avgjalds ella
tollinntøkur.
Uppskotið ger ikki við-
merkingar til, hvussu tað
ávirkar tær næstu fíggjar-
lógirnar, og tað er eisini
meiningin.
- Hetta er ætlað sum eitt
seriøst uppskot um ein
yvirskipaðan búskaparpoli-
tikk. Eg ætli mær ikki niður
í smálutir til hvørt punkt,
sigur Páll á Reynatúgvu.
Skiftisgjøld
Grunnurin skal virka frá
2006. Og ætlanin er, at
skiftisgjøld skulu latast úr
grunninum til landskassan
frá 2006 til 2014. Í 2006
verður gjaldið 600 millión-
ir, og gjaldið minkar síðani
75 milliónir árliga til 2014.
Peningurin úr grunninum
skal nýtast til at gjalda
skuld og til útbúgving og
gransking. Heildarveitingin
úr Danmark er í løtuni 615
milliónir.
Tá grunnurin eigur 3,5
milliardir skal uppskot ger-
ast um realavkast frá
grunninum.
Kalda móttøku
Tað verður mestur heldur
ikki hesaferð, at eitt and-
støðuuppskot av hesum
slag verður samtykt í løg-
tinginum. Í øllum førum
ikki í tí líki, sum Tjóð-
veldisflokkurin hevur skot-
ið upp
Bárður Nielsen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, sigur, at málið hevur
ikki verið fyri í samgong-
uni, men hann er sjálvur
ikki so heitur fyri uppskoti-
num.
- Har er ymiskt, sum eg
ikki kann taka undir við, og
ymiskt, ið eg taki undir við.
Eg haldi, at uppskotið sigur
ov lítið um, hvørjar tænast-
ur skulu skerjast, tá vit í
2007 fáa 75 millliónir
minni útgoldið til rakstur,
sigur Bárður Nielsen.
Málið um búskapargrunn
er ikki ókent í føroyskum
politikki. Tá Karsten Han-
sen var landsstýrismaður í
fíggjarmálum var málið
eisini frammi, men tað
eydnaðist ikki Fólkaflokki-
num og Tjóðveldisflokki-
num at semjast. Men bæði
Javnaðarflokkurin og Sam-
bandsflokkurin vóru sinn-
aðir at taka undir við einari
skipan, ið av álvara minnir
hetta. Málið kom tó ongan-
tíð fyri løgtingið.
- Eg kann í prinsippinum
taka undir við at skipa ein
búskapargrunn. Serliga til
oljuinntøkur hava royndir í
øðrum londum víst, at tað
er tað einasta rætta, sigur
Bárður Nielsen.
Eftir norskari fyrimynd skal ein føroyskur búskapargrunnur skipast.
Vestmanna Fiskavirking gjørdist 2.000 fátækari av
innbrotstjóvum
Savnað inntøkur í búskapargrunn