fríggjadagur 12. august 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 151 - 12. august 2005
Fyrrverandi norski
sendimaðurin hjá
Noregi í EFTA, Knut
Almestad, væntar
ikki, at nakað lima-
land í EFTA fer at seta
seg ímóti, at Føroyar
gerast limur í felags-
skapinum. Hann
heldur, at føroyskur
limaskapur er eitt gylt
høvi hjá Noregi, Ís-
landi og Føroyum at
styrkja fiskivinnu-
samstarvið
EFTA LIMASKAPUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
-Eg trúgvi ikki nøkur tjóð í
EFTA fer at seta føtur í
spenni, um Føroyar velja at
senda eina almenna um-
sókn til EFTA um lima-
skap. Fyriuttan møguligar
trupulleikar av ríkisrættar-
ligu støðuna millum Føroy-
ar og Danmark, síggi eg
ikki, at Føroyar fara at hava
nakrar trupulleikar at gerast
limur.
Løgfrøðingurin og fyrr-
verandi norski sendimaður-
in, Knut Almestad, heldur
ikki, at føroyingar skulu
bera ótta fyri, at limalond-
ini í EFTA fara at ganga
móti eini møguligari før-
oyskari umsókn um EFTA-
limaskap.
Styrkt fiskivinnu-
samstarv
Knut
Almestad
hevur
drúgvar royndir sum sendi-
maður fyri norska uttan-
ríkisráðið. Hann hevur í
fleiri ár arbeitt fyri EFTA,
og hann hevur eisini havt
tilknýtið til norsku ES-
sendistovuna í Brússel.
Fyrrverandi norski sendi-
maðurin sær gyltar møgu-
leikar fyri einum sterkum
íslendskum, norskum og
føroyskum fiskivinnusam-
starvi, um Føroyar gerast
limur í EFTA.
-Tað er einki dulsmál, at
gerast Føroyar limur av
EFTA, fer EFTA at standa
munandi sterkari á fiski-
vinnuøkinum. Tú
mást
minnast, at Noreg, Ísland
og Føroyar umsita hvør sær
nógv størsta partin av fiski-
vinnuni í Norðuratlants-
havi. Velja tey trý londini
at ganga saman í EFTA,
verður støðan munandi
sterkari mótvegis ES, sigur
hann.
Spurdur, um hann vænt-
ar, at Sveis og Liktenstein
fara at seta spurning við
føroyskan
limaskap
í
EFTA, tá hugsað verður
um, at ein fiskivinnutjóð
kemur afturat Noregi og Ís-
landi í felagsskapinum, er
stutt og greiða svarið hjá
fyrrverandi norska sendi-
manninum:
-Nei tað rokni slettis ikki
við. Eg vænti, at báðar tjóð-
irnar taka gleðiliga undir
við føroyskum limaskapi.
Eingin deyður hestur
Síðan
løgmaður
gjørdi
greitt undir røðuni á ólav-
søku, at Føroyar í næstum
fara at søkja um limaskap í
EFTA, hava røddir verið
frammi um, at EFTA sum
felagsskapurin ikki hevur
stórvegis framtíð.
Bæði búskaparfrøðingur-
in, Óli Samróð, og formað-
urin í uttanlandsnevndini í
løgtinginum, Johan Dahl,
hava verið frammi í fjøl-
miðlunum, og gjørt vart
við, at teir ikki meta, at
limaskapur í EFTA er nøk-
ur loysn fyri føroyska sam-
felagið, tí eingin framtíð
liggur í felagsskapinum.
Teirra sjónarmið bygdi ser-
liga á, at tað er bert spurn-
ingur um tíð, áðrenn Noreg
og Ísland velja at fara úr
EFTA, og gerast limir í ES.
Knut Almestad er ikki so
svartskygdur. Hann ásann-
ar, at EFTA í altjóða høpi er
ein lítil felagsskapur, men
hann sær hinvegin ikki fyri
sær, felagsskapurin fer at
detta niðurfyri í næstum.
-Hóast kjakið um norsk-
an og íslendskan limaskap í
ES er javnan uppi og vend-
ir, so síggi eg hvørki Noreg
ella Ísland gerast limir í ES
í nærmastu framtíð. Megna
EFTA londini at halda fast í
EBS samstarvinum (bú-
skaparligt samstarv millum
EFTA og ES, blðm), so
trúgvi eg, at EFTA heldur
fram í sama mun, sum sein-
astu árini, sigur Knud
Almestad.
Føroyar eru vælkomnar í EFTA
Næstformaðurin í
norsku uttanríkis-
nevndini, Inge Lønn-
ing, heldur ikki, at
Føroyar fáá stórvegis
vinning við at gerast
limur í EFTA, tá Før-
oyar ikki kunnu knýt-
ast at EBS samstarvi-
num
EFTA LIMASKAPUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
-Uttan at gerast partur av
EBS samstarvinum, síggi
eg ikki stórvegis vinning í
at gerast limur í EFTA.
EBS avtalan er uttan iva tað
berandi í EFTA í dag. Uttan
hana er felagsskapurin lítið
verdur.
Norski stórtingslimurin
og næst formaðurin í uttan-
ríkisnevndini í Stórtingi-
num, Inge Lønning, skilir
ikki, at Føroyar ynska at
gerast limur í EFTA, tá før-
oyingar ikki kunnu gerast
partur av EBS samstarvi-
num.
-Parturin av EFTA, sum
ikki fevnir um EBS sam-
starvið, vigar ómetaliga lít-
ið politiskt. Eg skal ikki
leggja meg út í føroyska
ynskið um limaskap, tí tað
er nakað tit sjálvir mugu
gera av, men eg havi ringt
við at fáa eyga á stórvegis
fyrimunir at vera limur av
EFTA uttan EBS samstarv-
ið, sigur Inge Lønning.
Løgmaður
Jóannes
Eidesgaard hevur í sam-
band við umrøðuna av før-
oyskum EFTA limaskapi
fleiri ferðir gjørt vart við, at
hóast Føroyar gerast limur í
EFTA, kunnu vit ikki gerast
partur av EBS samstarvi-
num.
Gerast Føroyar limur í
EFTA, verða Føroyar for-
melt nevndar "Kongeriget
Danmark på vegne af Fær-
øerne" og tá Danmark eis-
ini er limur í ES, kemur
Danmark at sita báðumegin
borðið, tí EBS er nevnliga
heitið á eini búskaparligari
samstarvsavtalu
millum
EFTA londini og ES.
Í stuttum fevnir avtalan
um, at kapitalur, arbeiðs-
megi, vørur og tænastur
hava frítt at fara millum
limalondini í ES og lima-
londini í EFTA. Umframt
tey fýra frælsini fevnir EBS
samstarvið um gransking,
mentan og útbúgving.
Noreg, Ísland og Likten-
stein eru í dag partur av
EBS samstarvinum, meðan
Sveis hevur valt at halda
seg uttanfyri.
Svartskygdur
Stórtingslimurin hjá Høgra
flokkinum, Inge Lønning,
heldur ikki, at EFTA sum
felagsskapur hevur nakra
bjarta framtíð. Felagsskap-
urin livir í dag upp á yvir-
tíð, sum hann málber seg.
Inge Lønning væntar
ikki, at fleiri limalond fara
at leggjast afturat felag-
skapinum í framtíðini.
-Fyri nøkrum árum síðan
var EFTA eitt alternativ til
ES, men so er slettis ikki
longur. Eg havi ótrúliga
ringt við at fáa eyga á, at
felagskapurin skal veksa í
framtíðini. Møguliga fara
lond sum Turkaland og
onnur lond á Balkan, sum
ynskja at gerast limir í ES,
men sum uppnáa ES-krøv-
ini , at leita sær til EFTA,
men tað trúgvi eg lítið upp
á, sigur Inge Lønning.
Áhugi
Inge Lønning sigur seg ikki
hava hoyrt stórvegis før-
oysku ætlanina at gerast
limur í EFTA. Hann væntar
kortini, at Noregi í útgangs-
støðinum eru áhugaðir at
fáa Føroyar upp í felags-
skapin.
Hann vísir á, at kemur
ein umsókn úr Føroyum um
limaskap, verður tað fyri
fyrstu ferð, at ein tjóð, sum
ikki hevur fullveldi, søkir
um limaskap.
-Tá tit ikki hava fullveldi,
eru tað óivað nakrar løg-
frøðiligar forðingar, sum
skulu fáast av vegnum, um
limaskapurin skal gerast
veruleiki. Fáa tit loyst hesar
forðingar og fáa stuðul úr
Danmark, eri eg fullvísur í,
at Noreg vil stuðla eini før-
oyskari umsókn, sigur Inge
Lønning.
Stórtingslimur:
EFTA er einki uttan EBS
-Tá tit ikki hava fullveldi,
eru tað óivað nakrar løg-
frøðiligar forðingar, sum
skulu fáast av vegnum, um
limaskapurin í EFTA skal
gerast veruleiki. Fáa tit loyst
hesar forðingar og fáa stuðul
úr Danmark, eri eg fullvísur
í, at Noreg vil stuðla eini før-
oyskari umsókn, sigur Inge
Lønning