Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 12. august 2005 7 Serfrøðingar frá teknisku deild hjá donsku løgregluni eru lidnir við at gera sínar kanningar í sambandi við eldsbrunan hjá Damor sunnunáttina, og einki bendir á, at eldurin var ásettur ELDSBRUNI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Jón Klein Olsen, varapoliti- inspektørur, sigur, at ser- frøðingarnir eru farnir av landinum aftur, og nú ganga helst nakrar vikur, áðrenn nøkur endalig nið- urstøða fyriliggur. Hava staðfest arnarstaðið – Kanningarnar hjá donsku serfrøðingunum hava onga ábending givið um, at eld- urin var ásettur. Sjálvur fýr- staðurin ella arnarstaðið, sum vit eisini rópa tað, er funnin, men hvør orsøkin til eldin var, er ikki staðfest enn, sigur Jón Klein Olsen. Varapolitiinspektørurin leggur afturat, at talan kann verða um eitt skammlop av einum ella øðrum slag, men at tað ganga nakrar vikur, áðrenn nakað nýtt verður at frætta hesum viðvíkjandi. Seinni í hesum mánaðinum fáa føroyskir útisetar í Danmark og danir høvi at uppliva nakrar av fremstu føroysku tónleika- bólkunum á palli í Keypmannahavn TÓNLEIKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Leygarkvøldið 27. august verður ein áhugaverd kon- sert í kenda spælistaðnum Lille Vega í hjartanum av danska høvuðsstaðnum Keypmannahavn. Tá fara 200, Gestir og Makrel at hava eina mini-útgávu av Atlantic Music Event. Framtíðarbólkar Á heimasíðuni hjá Vega, www.vega.dk, stendur ymiskt at lesa um tiltakið, og tað er ikki sørt, at talan er um rættuliga rósandi orð, ið føroysku bólkarnir fáa á heimasíðuni. Um 200 stendur at lesa, at talan er fremsta føroyska punkbólkin, ið framførir politiskan rock við millum annað boðskapinum um loysing. Í mun til hinar báðar bólkarnar, tók 200 ikki lut í Atlantic Music Event í Vega í fjør. Prix Føroyar vinnararnir frá 2003, Gestir, verða á heimasíðuni samanbornir við íslendska Sigur Rós við sínum droymandi melodi- øsa rocki. Seinasta navnið á kon- sertini er sum áðurnevnt Makrel, sum í hesum døg- um eru ógvuliga aktuellir í sambandi við teirra luttøku í MTV Nordics unsigned kappingini á kendu tón- leikarásini. Luttøkan hjá Makrel í stóru tónleika- kappingini verður eisini nevnd á heimasíðuni hjá Vega, og lagt verður afturat, at Makrel, sum tann einasti av teimum trimum før- oysku bólkunum, syngur sínar sangir á enskum. Teitur vitjar í heyst Seinni í ár verður aftur møguleiki fyri at uppliva føroyskan tónleik fram- førdan av pallinum í Lille Vega í Keypmannahavn. Tað verður tann 13. okto- ber, tá ið Teitur fer á pallin í danska høvuðsstaðnum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at fremsti føroyski tónleik- arin stendur á palli í Vega, og heimasíðan hjá kenda spælistaðnum sparir ikki upp á rósirnar, tá ið tónlist- arligu gávurnar hjá Teiti skulu lýsast. Síðst í hesum mánaðinum koma íslendskir politik- arar og embætis- menn á vitjan í Føroyum, har teir millum annað fara at greiða føroying- um frá einskilj- ingum í Íslandi RÁÐSTEVNA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í sambandi við at Ísland og Føroyar síðst í hesum mánaðinum fara at skriva undir ein frí- handilssáttmála í Føroy- um, verður skipað fyri einari ráðstevnu, har íslendsk embætisfólk og poltiskir ráðgevar fara at greiða frá, hvussu ísl- endingar løgdu til rættis einskiljingar av almenn- um íslendskum fyri- tøkum. Eisini mentan á skránni Ráðstevnan verður mikudagin 31. august og hósdagin 1. septembur, og hon verður í Norður- landahúsinum og í út- varpshøllini. Tann fyrra dagin fara íslendingar í høvuðsheitinum at greiða frá teirra uttanrík- ispolitikki og samstarvi við onnur lond. Somu- leiðis verður tað í hesum sambandi, at greitt verð- ur frá íslendsku einskilj- ingunum. Hendan dagin er ráð- stevnan í Norðurlanda- húsinum, og tað verða nærmastu politisku ráð- gevararnir hjá íslendska uttanríkismálaráðharran um, Davið Oddsyni, ið fara at greiða frá. Íslendski uttanríkismála- ráðharrin verður sjálvur í Føroyum hesar dagarnar, tí hann skal vegna íslendsku stjórnina undirskriva fríhandils- sáttmálan millum Føroy- ar og Ísland saman við Jóannes Eidesgaard, løg- manni. Seinna dagin verður ráðstevnan í Útvarps- høllini, og tá fara íslendsk embætisfólk at greiða frá, hvussu arbeitt verður við at menna íslendska mentanarlívið bæði í Íslandi og uttan- lands. Íslendskt ment- anarlív er ógvuliga ríkt, og tað er einki dulsmál, at íslendingar veruliga hava gjørt vart við seg á altjóða pallinum við fleiri stórum nøvnum innan nógvar ymiskar listargreinar. Íslendingar greiða frá um einskiljingar Føroyskt kvøld í Vega Einki bendur á eldáseting Sambært kanningunum hjá serfrøðingunum hjá donsku løgregluni er einki, sum bendir á, at eldsbrunin á Damor sunnunáttina var ásettur Mynd: Eirikur Lindenskov Niels Arge Galan og 200 fara saman við Makrel og Gestir á pallin í Lille Vega í Keypmannahavn leygarkvøldið 27. august savnsmynd