Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað er, sum ert tú til staðar og næstan kennir luktin av ull og blóði í myndarøð- ini "Heystsuita" hjá Olav Schneider. Ikki minst vekja myndir- nar minnir um ser- ligu kensluna, vit sum børn høvdu, tá vit sluppu at vera við í slaktinum millum tey vaksnu FRAMSÝNING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Í summar hevur Olav Schneider ferðast kring landið við fotoframsýning- ini "Heystsuita". Mynda- røðin fortelur søguna hjá børnunum, sum eru sloppin at vera við í slaktinum - líka frá tí menninir fara á fjall, til rullupylsurnar verða gjørdar. Í løtuni er framsýningin at síggja í Leikalund í Klaksvík, har gomlu hølini hóska sera væl til myrka kjallarahug- lagið í myndunum. Søgan hjá børnunum Hóast myndarøðin snýr seg um hetta at læra børnini um seyð og fletting, hevur "Heystsuita" ein alt annað enn lærandi skúlabókadám yvir sær. Her eru tað eyguni hjá børnunum, sum síggja, teirra kenslur, sum verða lýstar, teirra forvitni, undr- an og ikki minst hátíðarliga kenslan, tá tú sum barn sleppur at gera líka sum tey vaksnu júst sum rættir menn og óførar konur. - Eg fekk hugskotið til at brúka sjónarhornið hjá børnunum á einum garði í Kalbak, har ein rúgva av børnum vóru við í slakti- num. Tað finnast uttan iva góðar lærubøkur til børnini um slakt við teksti og myndum av, hvussu tað ymiska eitur. Men tað er ikki søgan hjá børnunum, og tað var hana, eg vildi fortelja, sigur Olav. Olav greiðir frá, at tað er nokk hetta at síggja, hvussu børnini allatíðina verða tik- in við, sum hevur hugtikið hann mest, meðan hann hevur arbeitt við mynda- røðini. - Tað er týðiligt, at í slaktinum ræður ein serlig skipan alt eftir, hvussu gomul børnini eru, og hvat fer fram júst tá. Børnini verða upplærd spakuliga, fyrst við bara at hyggja, men rættiliga skjótt fáa tey meir krevjandi uppgávur. Hetta ávirkar so aftur teirra egnu fatan av sínum leik- luti, og tað sæst í allar mát- ar aftur í mátanum, tey bera seg at saman við teimum vaksnu, sigur Olav. Samspæl Sum myndamaður er Olav sera hugtikin av myrkum umhvørvum, og tí kendist føroyska kjallarahuglaðið um heystið serliga lokk- andi. Tekniskt kann tað vera torført at taka myndir í slíkum ljósi, ikki minst, tá man sum Olav hevur valt at lata myndirnar vera so real- istiskar, sum til ber. - Eg vildi fanga tað dramatiska í kropsrørslun- um og andlitsútrykkunum, meðan slaktið fer fram. Tí eru heldur ongar av mynd- unum uppstillaðar, hóast onkur kanska hevur tann dámin, sigur Olav og sipar til myndir av eitt nú íløtum ella einum jakka, sum hongur um ein trævegg. Samstundis sum myndir- nar eru óvanliga náturligar og livandi, hava tær okkurt gátuført yvir sær. Olav greiðir frá, at svart/hvítu litirnir geva myndevninum eina aðra dimensión, sum fær tær at flyta seg ella sveima onkustaðni ímillum ein realistiskan og ein fiktivan heim. Og júst hetta serliga samspælið millum tað ítøkiliga og tað ævintýr- kenda sæst eisini aftur í yrkingunum, Sonja Schnei- der hevur skrivað til myndarøðina, og sum hanga uppi saman við myndunum. Eitt nú í yrk- ingini "Heystsuita", har røddin flytir seg smidliga ímillum urheimin og skálkabrosandi mammu- beiggjan, millum dampandi blóð og sveitta og glógv- andi barnaeygu. Bæði myndir og yrkingar ímynda eina áhaldandi gongd frá fortíð til nútíð, har tey vaksnu læra frá sær, og børnini taka imóti við at taka lut. Nýggj framsýning á veg Myndirnar í hesi røðini eru tiknar frá 2001 til 2004, og alt síðsta ár tókst Olav við at redigera og skipa tær til eina framsýning. Nú, "Heystsuita" er liðug, er Olav longu í ferð við sína næstu myndarøð. Herferð snýr tað seg um føroyskar náttúrumyndir í litum, ikki sum tær vanliga landslags- myndirnar, men heldur av smærri, einstøkum, mynd- evnum sum til dømis blóm- um og djórum. Olav hevur altíð havt áhuga fyri myndatøku, men byrjaði ikki av álvara sjálv- ur at taka myndir fyrr enn í 1995. Tá var hann í eitt ár á skeiði í Svøríki í dokumen- tarfotografi, sum eisini gav íblásturin til "Heystsuitu", har myndirnar eru fram- kallaðar á gamla mátan í myrkakamari. Náttúru- myndirnar, Olav arbeiðir við í løtuni, verða viðgjørd- ar á teldu og gongst, sum ætlað, verða hesar myndir- nar eisini at síggja sum myndaframsýning seinni. 8 Nr. 151 - 12. august 2005 Írski sendiharrin í Keypmannahavn, James Brennan, hevur vitjað í Føroyum í sambandi við Listastevnuna. Á ferðini var hann m. a. á fundi við Høgna Hoydal, formann Tjóðveldisfloksins VITJAN Á ferðini í Føroyum ynskti James Brennan at hitta for- mann Tjóðveldisfloksins til tess at røða um føroyskan politikk, samstarv millum Føroyar og Írland o.a. Tjóðveldisflokkurin sig- ur í tíðindaskrivi, at á fundi mánadagin umrøddu James Brennan og Høgni Hoydal fullveldisgongdina í Føroy- um, føroyskan búskapar- og vinnupolitikk, mentan og útbúgving og tosaðu um altjóða leiklut og møguleik- ar Føroya. James Brennan greiddi frá gongdini í Írlandi - m. a. um stóru íløgurnar hjá Ír- landi í útbúgving og gransking, og um hvussu Írland hevur lagt ein vinnu- politikk til rættis, ið dregur altjóða fyritøkur til Írlands. Harafturat umrøddu teir ætlanirnar hjá írsku stjórn- ini at leggja stóran part av fyrisitingini út um høvuðs- staðin til tess at menna onn- ur øki í landinum. Høgni Hoydal skjeyt upp, at løgtingsmenn áttu at farið til eitt av næstu grannalondum okkara, Ír- lands, at knýta bond og og læra av royndum teirra. James Brennan fór av landinum aftur mána- kvøldið. Frá fjallgongu til rullupylsur Føroyska kjallarahuglagið í myndaframsýningini "Heystsuita" hjá Olav Schneider hóskar sera væl inni í gomlu handilshølunum í Leikalund í Klaksvík Høgni hitti írska sendiharran