fríggjadagur 12. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 12. august 2005
9
Nýggja Landssjúkra-
húsið er vorðið
munandi effektivari.
Sjúklingarnir verða
innlagdir í styttri tíð,
eins og bíðilistin
minkar alsamt. –
Kanningar vísa eisini,
at sjúklingar koma
skjótari fyri seg, tess
fyrri teir koma út úr
sjúkrahúsumhvørvin
um, sigur Jóan Petur
Davidsen, leiðandi
yvirlækni
SJÚKRAVIÐGERÐ
Snorri Brend
Havn: Ein stórur fyrimun-
ur fyri tann einstaka sjúkl-
ingin.
Tað kann av sonnum sig-
ast um virksemið í nýggja
sjúkrahúsbygninginum,
sum var tikin í nýtslu í fjør.
Meðan
sjúklingar
áður
kundu liggja inni á sjúkra-
húsinum í longri tíð, verður
í dag størri orka løgd í, at
sjúklingarnir koma út aftur
sama dag.
Fyrimunir teirra eru, at
teir nú fáa styttri sjúkra-
legu, og í øðrum lagi eisini
styttri bíðitíð eftir sjálva
skurðviðgerðina.
Meðan ein ta fyrstu tíð-
ina kundi taka í miðal 26
dagskurðsjúklingar
inn
hvørja viku, fara í fram-tíð-
ini at koma 40 sjúklingar.
– Áðrenn hesa umskip-
ingina vórðu hesir sjúkling-
ar innlagdir í meiri enn eitt
samdøgur ella meiri. Nú er
hetta broytt til skurðvið-
gerðir sum dagsverk.
– Hetta ger longu mun,
og vit fara uttan iva eisini at
síggja hetta aftur á bíðilist-
anum, sigur Margretha
Petersen, deildarleiðari á
G1 í ársfrágreiðingini um
virksemið á Landssjúkra-
húsinum í fjør.
Umlegging við góðum
úrsliti
Tá nýggi sjúkrahúsbygn-
ingurin varð tikin í nýtslu í
fjør, var tað ikki bert ein
flyting, sum fór fram, men
eisini ein nýhugsan av virk-
seminum. Endamálið var at
veita eina betri tænastu, og
at hava effektivitet fyri
eyga.
Ein avleiðing var, at stór-
ir partar av skurðviðgerð-
unum vórðu lagdar um til
dagviðgerðir, soleiðis at
sjúklingarnir møta á sjúkra-
húsinum, og verða við-
gjørdir og fara heim aftur
ein og sama dag.
Sigast kann tí, at umlegg-
ingin hevur givið Lands-
sjúkrahúsinum
eina
effektivari nýtslu.
Vantandi seingjarpláss til
sjúklingar, sum skulu undir
skurð, hevur verið ein van-
ligur fløskuhálsur á sjúkra-
húsinum.
Men við at leggja skurð-
viðgerðirnar til rættis sum
dagviðgerðir verða nú upp
til 40 sjúklingar skurðvið-
gjørdir um vikuna, uttan at
upptaka seingjarpláss í
kvøld- og náttartímunum.
Koma skjótari fyri seg
Tað kann í fyrstu syftu tykj-
ast sum ein verri tænasta
fyri sjúklingarnar, at hesir
verða sendir heim – at kalla
so skjótt, teir eru komnir á
beinini aftur.
Men sambært leiðandi
yvirlæknanum á kirurgiska
deplinum er tað ikki so.
– Kanningar staðfesta, at
sjúklingar koma skjótari
fyri seg eftir eina skurðvið-
gerð, um teir koma skjótt
burtur úr sjúkrahúsum-
hvørvinum,
sigur
Jóan
Petur Davidsen, leiðandi
yvirlækni í ársfrágreiðing-
ini.
Hetta er somuleiðis ein
veruleiki, sum Margretha
Petersen kennir aftur frá
sínum dagliga arbeiði. Hon
er tí ikki í iva um, at nýggja
skipanin er ein fyrimunur.
– Tað hevur kravt nógva
tilvenjing, bæði fyri starvs-
fólk og fyri eldru sjúkling-
arnar, sum eru vanir við at
verða liggjandi á sjúkra-
húsinum eftir lokna við-
gerð.
– Hóast tað kundi vera
eitt sindur tungt í byrjanini,
hevur tað gingið væl, sigur
Margretha Petersen, sum
eisini upplivir ein beinleið-
is eftirspurning eftir dag-
skurðviðgerðum
millum
teir yngru sjúklingarnar.
Yngru sjúklingarnir hava
verið fegnir um umlegging-
ina til dagskurðviðgerðir, tí
teir vilja helst sleppa undan
innlegging.
Teir
hava
hvørki hug ella tíð at liggja
á sjúkrahúsinum.
40 sjúklingar um vikuna
Í kvøld, fríggja-
kvøldið, verður
heiðurskonsert fyri
bretska tónleikaran
Robert Oughton
KONSERT
Í dag, 11. august, hevði
bretin Robert Oughton
verið 85 ár.
Robert Oughton, ella
Bob, sum hann var
nevndur, var borin í heim
í Onglandi í 1920.
Oughton-ættin er av
kendastu horntónleikara-
familjunum í Onglandi.
Bob var miðlingurin av
trimum brøðrum, sum
allir spældu í frægastu
hornorkestrunum í Ong-
landi, eins og pápi og
abbi teirra gjørdu.
Bob var ein av hollastu
stuðlunum til føroyskan
horntónleik
í
seinnu
helvt
av
farnu
øld.
Robert Oughton var á
fyrsta sinni í Føroyum í
1961 og vitjaði aftur
fleiri ferðir til hann doyði
í 1995.
Umframt,
at
hann
stjórnaði Havnar Horn-
orkestri
hesa
tíðina,
stovnaði hann unglinga-
orkestrið í Havn. Hann
útsetti eina ørgrynnu av
føroyskum
tónleiki til hornorkestur,
og tað var eisini hann,
sum byrjaði aftur við
útikonsertum hjá Havnar
Hornorkestri.
Eitt tíðarskeið stjórnaði
hann eisini orkestrunum
í Vestmanna og Fugla-
firði.
Í
hesum
sambandi
verður heiðurkonsert fyri
Robert Oughton hildin í
Listaskálanum fríggja-
kvøldið
12.
august
klokkan 19.
Á konsertini verða 10
messingblásarar
sum
spæla ymiskan horntón-
leik og endurminningar
verða lisnar um Robert
Oughton.
Konsertin, sum varðar
umleið ein tíma, er
ókeypis.
Heiðurskonsert
fyri Oughton
Virksemið á Landssjúkrahúsinum er munandi meiri effektivis-
erað síðani flutt varð inn í nýggja bygningin. Eitt gott dømi um
hetta er talið av skurðviðgerðum, sum er hækkað munandi
BÓKAÚTGÁVA
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út Eg skrivi 4
eftir Gunnvá Dam, lærara,
sum er skrivligt føroyskt til
miðdeild
fólkaskúlans.
Edward Fuglø hevur hegn-
isliga myndprýtt bókina.
Hetta er fjórða bókin í eini
røð av mállærubókum við
skrivligum uppgávum til
miðdeild
fólkaskúlans.
Mállæruheftini kunnu nýt-
ast úr 4. flokki upp í 7.
flokk, so sum lærarin held-
ur vera hóskandi.
Í hesari bókarøðini eru
mállæruuppgávur,
fyri-
sagnir, uppgávur til fyri-
sagnir, aftursagnir og yms-
ar stuttligar uppgávur. Fyri-
sagnirnar eru eisini gjørdar
sum innskrivingarfyrisagn-
ir á tvinnanda torleikastig-
um og eru í einum serstøk-
um hefti lagdar hjá útgáv-
uni.
Vegleiðing er í hvørjari
bókini sær. Í vegleiðingini
verður greitt frá, hvussu
høvundurin hugsar sær, at
arbeiðast kann við teimum
ymsu síðunum. Endamálið
við EG SKRIVI-heftunum
er at stuðla og eggja næm-
ingunum til at kunna seg
væl og virðiliga um tað før-
oyska málið, so tað fellur
teimum lætt og raðið at
orðbera seg á góðum og
tíðarbærum máli, b©°ði í
talu og í skrift.
Føroyaprent hevur prent-
að. Eg skrivi 4 er 64 síður
og kostar 98,00 kr.
BÓKAÚTGÁVA
Føroya Skúlabókagrunnur
gevur nýggja roknibók út
til 1. flokk við heitinum
Skygni 1A. Mortan Dals-
garð og Edvard Olsen, lær-
arar, hava týtt úr donskum
og lagað til føroysk viður-
skifti. Allan Dalsgarð, Leif
Jeppesen og Ingi Joensen
hava myndprýtt bókina við
litføgrum og frágreiðandi
myndum, ið vekja hug
barnanna at læra.
Stórar broytingar eru
gjørdar í mun til fyrru
roknibókina til 1. flokk.
Uppgávurnar eru umskip-
aðar, nýggjar tekningar eru
í litum, og haraftrat er eitt
støddfrøðiævintýr
um
fryntarnar
í
Fryntavík.
Ævintýrið stimbrar innlær-
ingina og talfatanina hjá
børnunum. Nýggja rokni-
bókin er fyrsta bókin í eini
nýggjari dagførdari røð av
roknibókum til fólkaskúl-
an, har føroyski gerandis-
dagurin er grundstøðið, tá
børnini skulu læra talfatan,
talfimi og støddfrøðilig
hugtøk. Nýggja tilfarið
leggur eisini upp til sam-
skifti og spurdómar um
Skrivligt føroyskt til miðdeild
Nýggj roknibók
BÓKAÚTGÁVA
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur givið út bókina Stutt
mállæra eftir Onnu Mariu
Reinert Jensen og Harry
Davidsen, lærarar. Fyrra
uppgávuheftið til bókina er
eisini komið í bókasøl-
urnar.
Mállæran er fyrst og
fremst ætlað at stuðla
næmingunum í føroyskari
rættskriving, serliga í 8. og
9. flokki. Høvundarnir
hava lagt seg eftir at hava
alt tað við, sum lesiætlanin
krevur av 9. flokki, og sum
hevur týdning fyri rætt-
skrivingina. Høvuðspart-
arnir í bókini eru ljóðlæra,
bendingarlæra, orðalags-
læra og teknseting. Stutt
mállæra kann sjálvandi eis-
ini vera hent hjá øllum
teimum, sum vilja læra seg
at skriva rætt.
Til bókina verða gjørd
tvey uppgávuhefti, annað
til 8. flokk og hitt til 9.
flokk. Heftið til 8. flokk er
komið út nú, og tað til 9.
flokk kemur seinni í skúla-
árinum. Í uppgávuheftinum
eru 39 mállæruuppgávur.
Til tær einstøku uppgávur-
nar er greinatal, sum vísir
til ta greinina í Stuttari
mállæru, sum viðger sama
evni. Í uppgávuheftinum
eru eisini ymsar orðagátur,
ið eru at rokna sum eykatil-
far til ítrivs. Harafturat
verða uppgávur til mállær-
una eisini lagdar út á
heimasíðu
grunsins,
www.fsg.fo.
Grafikstudio hevur gjørt
sats, uppseting og permu til
mállæruna. Bókin er í
litum, og rættiliga nógv er
gjørt burturúr at fáa eina
greiða uppseting. Upp-
gávubókin er ikki í litum,
og hana hevur Føroyaprent
umbrotið. Føroyaprent hev-
ur prentað báðar bøkurnar.
Mállæran er 56 síður til
støddar og kostar 84,00 kr.
Uppgávubókin er 56 síður
og kostar 64,00 kr.
støddfrøðilig evni. Børnini
skulu eggjast til at undrast
og til sjálv at koma við
hugskotum til loysnir, sum
tey síðani kunnu royna og
at enda greiða flokkinum
frá.
Skygni 1 A er 80 síður og
kostar 72,00 kr. Umframt
næmingabókina eru tvey
ringbind til læraran, Lær-
aramappa og Avritsmappa.
Læraramappan er 98 síður
og kostar 700,00 kr. Avrits-
mappan er 43 síður og
kostar 400,00 kr. Føroya-
prent hevur umbrotið og
prentað.
Í næmingabókini er ein
myndatalva av Fryntavík,
ið børnini kunnu heingja
upp heima við hús. Skúlin
fær eina størri myndatalvu
at heingja upp í skúlastov-
uni. Soleiðis kunnu børnini
altíð hava hendan ævintýr-
heim fyri eyga.
Stutt mállæra