Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 151 - 12. august 2005 Atfinningarnar til úrslit og niðurstøður frá Leynarfundi- num hava ikki trotið. Sum uttanfyristanandi kann ein undrast á, at ábyrgdarfullir politikkarar og eygleiðarar kunnu hava so grundleggjandi ymiskar fatanir av tí, sum er hent í Leynum. Løgmaður og grønlendski starvsbróðir hansara meta fudnin sum eitt veruligt frambrot á eitt nú marknaðarøkinum og í spurninginum um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska ráð- harrastovninum. Orðavalið er óvanliga hvast, og úrslitið av leynarfundi- num verður nevnt bluff og tað sum verri er. Hetta er sera ørkymlandi hjá almenninginum, og hetta avdúkar enn einaferð ta gjógv, sum er millum samgongu og andstøðu her á landi. Um hetta framhaldandi verður tónin, so er lítið útlit fyri tí samstarvi millum samgongu og andstøðu, sum er ein fortreyt fyri, at okkara skipanir kunnu gerast haldgóðar og varandi. Hvat er hetta fyri nakað? Hvussu kunnu metingarnar vera so ymiskar? Standa samgonga og andstøða veruliga so langt frá hvørjum øðrum, og kann Fólkaflokkurin liva við leynafundinum, um nakað veruliga er um atfinning- arnar móti úrslitinum av hesum fundi. Svarið tykist at hava nakað at gera við skilnaðin ella munin á løgfrøði og politikki og í tí, sum samfelagsfrøðingur er inni á í við- merking her í blaðnum í gjár. Eitt er hvat ikki sampakkar við løgfrøðiligar greinir - annað er hvat ið politiskur vilji er til og hvat tískil er politiskt møguligt. Hesin spurning- uri er eitt afturvendandi fyribrigdi í viðurskiftum millum lond. Tað finnast felagsskapir, sum bert eru fyri suverenar stat- ir, men sum kortini hava limir, ið umboða einstøk lond í ríkjasambandi ella ríkisfelagskapi. Dømini eru fleiri inn- an altjóða felagsskapir av politiskum og ítróttarligum slagi. Tað er ein spurningur um, hvat ein leggur dent á. Spurningur um føroyskan limaskap í Norðurlandaráð- num og Norðurlendska ráðharrastovninum er meira ein spuringur um politikk enn um løgfrøði. Veruleikin er tann, at hesin spurningur kann verða loystur, um viljin er til staðar í donsku stjórinini, og um tey sjálvstýrandi londini kunnu góðtaka henda leist. Sum er hava vit bert atkvøðurætt í parlamentarisku samkomuni Norðurlanda- ráðnum. Vit hava ikki atkvøðurætt í ráðharrarðanum og í embætismannanevndunum. Her eru vit bert eygleiðarar. Tað er sjálvsagt, at sjálvstøðugur limaskapur her vildi verið eitt framstig. Tað ræður tí um at finna tær politsku semjurnar, sum skulu til, og um at fáa staðfest, at politiski viljin til tess er til staðar í hinum norðiurlendsku limalondunum. Hetta er ein uppgáva hjá donsku stjórnini eins væl og hjá politisku leiðslunum í Grønlandi, Álandi og í Føroyum. Tað er bara at fara til verka sum skjótast, so vil tíðin vísa, hvør dugur er í leistinum úr Leynum. Vísir hesin seg at kunna bera, tá til skarpskeringar kemur, so hevur tann, ið hevur skírt alt fyri bluff, ein sera stóran trúvirðistrupul- leika. Verður úrslitið ta øvugta hava oddamenninir í teimum trimum tjóðunum í ríksfelagskapinum ein ikki minni trupulleika. Skulu vit meta eftir andanum frá leynafundinum, so bendir alt á, at løgmaður og landstýr- isformaðurin liggja stavnin framman fyri andstøðuleið- aran. Restin er ein spurningur um politikk, um politiskan vilja og hegni - ikki um jura. Livst so spyrst. DAGSINS MEINING Sosialurin Ikki løgfrøði men politikkur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Bill Justinussen Eg fari við hesum at senda formansskapi Løgtingsins eina almenna tøkk fyri, at stig nú er tikið til at skipa fyri ungdómstingi 6. og 7. februar komandi ár. Tá Miðflokkurin í vár legði uppskot fyri Løgtingið um ungdómsumboðan í almen- num nevndum og ráðum, var møguleikin um ung- dómsting eisini umrøddur undir orðaskiftinum á tingi. Soleiðis fekk tingformað- urin eina beinleiðis áheitan frá undir-ritaða um at skipa fyri ungdómstingi. Endamálið við uppskoti Miðfloksins var m.a. at skapa størri áhuga millum ung fyri politikki. Tað er sera týdningarmikið fyri okkara fólkaræði, at so nógv sum gjørligt hava virknan leiklut í politiska arbeiðnum, og her er tað serliga týdningarmikið, at tey ungu so tíðliga sum til- ber vera ein partur. Tí skutu vit upp, at tað beinleiðis verður álagt landsins myndugleikum at velja ung í nevndir og ráð, har tað er viðkomandi og gjørligt. Uppskotið fekk sum heild góða undirtøku, men tó varð tað nakað broytt undir nevndarviðgerðini í Rætt- arnevndini. Nú áliggur tað landsstýrinum at kanna nærri, hvussu uppskot Mið- floksins kann setast í verk. Nú ungdómsting á fyrsta sinni verður skipað í Føroy- um, er tað mín vón, at til- takið fær stóra undirtøku millum føroyskan ungdóm. Munurin á einum ung- dómstingi og uppskotinum hjá Miðflokkinum er tó tað, at á ungdómstingi sleppa tey ungu at "spæla" pol- itikkarar, meðan ung fáa beinleiðis ávirkan á polit- iskar avgerðir, um tey eru nevndarlimir í almennum nevndum og ráðum. Bert at sleppa at "spæla" politikk- ari kann møguliga gera, at "motivatiónin" ikki verður heilt hin sama, men tó kann ungdómstingið føra við sær, at tey, sum veruliga hava gávur sum politikk- arar, fáa víst seg fram. Sjálvur havi eg í yngri ár- um luttikið í Ungdommens Nordiske Råd, har ung úr Norðanlondum møtast í sambandi við árliga Norð- urlandaráðsfundin og við- gera politisk evni. Slík lut- tøka er sera áhugaverd, eggjandi og lærurík fyri tann, sum ynskir at fáa pol- itiska ávirkan. Tí er mín áheitan á skúlaungdóm og lærarar: Takið hetta mál í álvara og verið við, tá fyrsta føroyska Ungdómstingið verður sett. Ungdómsting á fyrsta sinni Heri Mohr Ynskja føroyingar at inn- lima Føroyar í EFTA? - Eft- ir at døma er okkara løg- maður hugaður fyri einum slíkum felagsskapi. Frá Anders Fogh Ras- mussen, statsministara, hevur hann fingið vita, at vit kunnu gerast "eftaanar- ar", um vit fyrst yvirtaka ávís málsøki við neyðugari umsiting og annars tað, ið hetta kann innibera. Í einari grein í Dimma- lætting 5. í h.mð. hevur Daniel J. Thomsen, sivil- økonomur, eina ser áhuga- verda og upplýsandi grein, har hann m.a. spyr, hví vit skulu fara í EFTA. Hann kundi fyri tað spurt, hví vit skulu fara í EFTA - fyri aðru ferð? Sum kunnugt varð EFTA (European Free Trade Assosiation) sett á stovn í 1960, - av teimum 10 EFTA-londunum (103 mió. íbúgv.) eru nú einans 4 lond (7 mió. íbúgv.) eftir -, og spurningurin um føroyskan limaskap varð fleiri ferðir viðgjørdur á tingi, men ikki fyrr enn í 1967 samtykti eitt løgting, "at heita á ríkisstýrið um fyri Euro- pean Free Trade Associati- on at vátta, at Føroyar ger- ast partur av fríhandilssam- takinum". Hetta innibar m.a., at ávísar inntøkulógir skuldu tillagast limaskapi- num, og at Bruxelles no- menklatururin um tolltari- fering skuldi setast í verk. Við 6 ára limaskapi á baki fóru Føroyar úr EFTA, av tí at Danmark gjørdist limur av EF og tessvegna meldaði seg úr EFTA. Hetta innibar, at løgtingið í 1973 aftur noyddist at fremja broytingar í løg- tingslógum, men mær vit- andi er Bruxelles nomen- klatururin framhaldandi støðið undir tolltarifering- ini. Um tað veruliga er polit- iskur meirilutir fyri, at vit fyri aðru ferð skulu gerast limur av einari nú næstan anonymari EFTA-sam- gongu, er fryktandi fyri, at vit um fá ár fyri aðru ferð melda okkum úr einum fel- agsskapi, sum tykist at fána burtur. Eini góð ráð: Við 6 ára royndum um EFTA-lima- skap hava vit allar hugsandi møguleikar at gera álítandi metingar um fyrimunir og vansar við einum nýggjum EFTA-limaskapi. Setið tí eina serkøna EFTA/EU nevnd við fylgj- andi heimildum: - Gjølla at kanna fyri- munir og vansar við einum møguligum nýggjum EFTA-limaskapi. - Gjølla at kanna fyri- munir og vansar við einum møguligum EU-limaskapi. Ein slík nevnd, sum sjálvandi bert kann setast við løgtingssamtykt, má hava heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar og ráðføringar frá serfrøðing- um í Noreg/Ísland og Dan- mark. Treyðugt so, tað átti at verið gjørligt at funnið skikkað fólk til eina slíka mynstring. EFTA - fyri aðru ferð