fríggjadagur 12. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 12. august 2005
11
Tórir Mikkelsen
Siti við borðið við telduna.
Kaffikoppurin er fyltur, við
heitum kaffi og alt koyrir.
Havi verið so heppin at
funnið eina heimasíðu har
rithøvundurin leggur eina
beinharða linju ímóti tí
amerikonsku
fastfood
mentanini við alt sum tað
innniber. Maðurin, ið er
amerikanari, er meira um-
tóktur enn tær flestu leiti
vevsíðurnar og er rættuliga
umstríddur. Málið er at
rykkja í tey smáborgaralig-
ur og fordómar og við kyn-
ismu og sjálvsálit svarar
hann teldupost frá fólki, ið
eru uppøst inn á hann.
Havi hugsað um tann
stóra munin á eystur og
vestur í U.S.A. Tildømis er
New York sera áhugavert
fyri okkum evropearum.
Fert tú harafturímótur long-
ur inn í landið, dettur tú á
tey mest einfaldu og fanat-
isku fólkini, ið fær bumbu-
mennirnar í London at lýkj-
ast barnalótum. Hetta eru
fólk, sum "the hamish" fyri
at taka eina cliché og
høgrasinnað fólk í tann
grad. Um tú fert vesturum,
so er San Franciso býurin
við Silicon Valley og Holly-
wood við øllum tí undrun-
urarsama og frílynta sum
ein primus motur. Beiggi
hevur vitjað New York og
Washington og greiddi mær
frá at, fólk eru fitt og fyri-
komandi og ja... heilt øðr-
vísi enn myndirnar sum vit
fáa potað í okkum
Ein og U.S.A eru vit
rættuliga fjølltáttað, ymsk
og tankarnir flúgva, hugsi
at nú fara núgvar kollvelt-
ingar frá í Føroyum. Tað
prutlar
undir
lokinum.
Ungdómurin *Vit* eru
vorðin troytt av tað stirvna
og keðiliga, sex er vorðið
gerandis tos og allataðni
fáa vit tilboð blakað í nakk-
an, keyp hettar, keyp hattar.
Føroyar er tann mest soci-
alistiski staturin í heimi-
num, har landið eigur eini
80 procent av allar ognir.
Nógv kleyrað seg upp at
einum krisindómi fyri at
halda sær yvir vatnskorp-
uni. Hini eru líka leyslætin
(promiskuløs) at eldri fólk
ikki skilja ungdómin. Ikki
tí, okkara eldru eru líka rót-
leys sum vit, frá trýssjuni
og uppeftir havi tey roynt at
fóta sær. Pápi sigur onkun-
tíð tað beinrakið. Eg minn-
ist tá ið hann segði, at nú-
tíðin minnir um rænesans-
una, vit koma úr tí myrku
19’indu øld og inn í eina
øld við tveimum heimsbar-
døgum og slóðbrótandi ný-
hugsanir.
Fái mær ein mun. *Ahh
doyligt kaffi*, tað má til.
Eg fílist ofta á føroying-
ar, at vit eru so stivrnir,
men havi funnið útav, at tað
eri eg, ið eri stirvin. Eg
hevði verið niðri í Danmark
ein mánað og kom aftur til
ólavsøkuna. Var so errin at
man hevði verið á Roskilde
festival. Men hvat - helvtin
av ungdóminum kundi vísa
á festivalbandið, meinlíkt
mínum.
Hóast hetta haldi eg, at
vit kundu verið meira opin
og erlig og sanna at t. d. re-
gatta er ein stór øl veiðsla,
at G! er fyri tey ungu og
Summarfestivalurin
fyri
hini, at vit eru eitt ótrúliga
frammkomin fólk, at Javn-
araflokkurin er eitt partí av
einkisigarum, eitt fólk, ið
bert vil hava vald at hugna
sær við eg meini so við
EFTA? Hvat er tað, ein av-
oldaður felagsskapur. Í
mínari verð er hetta embæt-
ismisnýsla av tí grovasta, at
hava eitt løgting fylt við
gomlum
skiparum
og
skúlalærarum, hetta hoyrir
fortíðini til. Hvar eru allir
akademikararnir?
Anyway, skal á G! Tað
umboðar alt ið føroyingar
standa fyri.
Var har ikki í ár, men
hoyrdi, at alt var "super
mega feitt", havi verið á
nakrar festivalar og tað eru
tær lítlu detaljurnar ið gera
munin. Klemmarir! tað
ljótar well.
Vil til síðst viðmerkja at
eg har lisið Deyðin sendur
apríl og saman við Oddvør
Johansen, eru hesir rithøv-
undar teir einastu sum eg
tími at lesa beint í løtuni.
Havi hug at fýlast á Kim
Simonsen. Kim hevur lisið
niðri og hetta er fínasta
slag, men skal hann citera
hvønn rithøvund, ið hann
lesur?
Innihald er fyri tað mesta
møsn, hann stiðjar seg upp
at einum gomlum sjónar-
miði og skal per definitión
seta hvønn føroying í bás.
Eingin veit rættuliga, hvør
tann føroyski veruleikin er.
Havi sjálvur hug at flenna
tá eg síggi tey borgarligu
ganga og mala á ólavsøku í
føroyskum klæðum nikk-
andi og brosandi, ein falsk-
ur veruleiki í mínum eyg-
um, gev mær heldur G!
VIÐMERKINGAR
Arnstein Niclasen
Undir gumpinum á tí út-
lendska leigusveinunum -
(hevur ikki onkur hoyrt
hetta hugtakið: "leigusvein-
ur" fyrr í sambandi við 7.
stjórnarkreppu sjálvstýris-
landsstýrismanna?) - har
liggur pinnamatar-brigadan
trygt í læ aftan fyri ta kendu
Finn-Norman-Christensen-
doktrinina.
Maktin og æran
á flogi
Og har henda eingi óráð. Tí
maktin er hjá brigaduni.
Fyrisitingarliga - og tí eis-
ini tann politiska. Soleiðis
er skipanin bara. Bestilt m.
a. av núverandi løgtingsfor-
manni og verandi formanni
í fiskimannafelagnum og
verandi løgmanni. Sum tá í
tøkum tíma vóru hóskandi
høgt upp á strá í landsstýr-
ismanningini í Tinganesi.
Brigadan er vituliga ikki
at hitta. Og hevur einki al-
ment at siga. Onga meining
um nakað. Í øllum førum
ikki til tað vanliga fólkið.
Tó gevur brigadan síni
duldu ráð - í tí dulda. Men
einki ljóð hoyrist. Soleiðis
skal tað vera.
Tí brigadan er altíð á
fundi. Í ørgrynni av bólk-
um, ráðum og nevndum. Ad
hoc ella fyri well. Ella eis-
ini á flogi. "Í øllum londum
í eyst og vest, men ikki í
Føroyum,
mær
dámar
best," kundi sangurin held-
ur ljóðað. Til mikla gleði
fyri avlopið hjá Magna á
Atlantsflogi. Tí telda, fax,
frímerki ella telefon finnast
heldur ikki í Tinganesi.
Eftirmetingar
Ella er brigadan á seminari.
Hon ger eftirmetingar og
eftirmetingar av eftirmet-
ingum. Tó ikki av alivinn-
uni. Nei, fy við henni. Tað
kennist alt ov keðiligt. Vit
hava tað jú so hyggeligt.
Tað er ov smátt fyri stórar
heilar. Og so var alingin
bara ein triðingur av fíggj-
arlóg landsins(!).
Ja, og so er eisini brigad-
an støðugt undir útbúgving.
Og tað má treingja til. So-
leiðis at festa hár á beran
skalla. "Workshop", eitur
eitt ítriv, vælsignað. Nær
hevur Palleba verið á work-
shop? Helst líka so oftani
sum Kalle Katt, lukka -.
Hvør stýrir?
Ein brigaduførari eitur løg-
mansstjórin.
Áhugavert
navn.
Tí
løgkonustjóri
hevði ljóða heldur løggut.
Eisini í hesum líkarættar-
døgum. Navnið er skiljandi
fyri okkum vanligu veljar-
ar, sum einki vita og enn
minni frætta. Ein stjóri er jú
tann, sambært tí einfaldu
mállæruna í tí strátakta
barnaskúlanum, sum stýrir
einum
bili,
skrivstovu,
kiosk ella tarvafelag. Tað
vita jú øll. Um løgmans-
stjórin stýrir løgmanni av
fanginum ella á halakukk -.
Ja, tað kundi verið vert at
vita.
So har er einki at koma
eftir. Løgmannastjórarinn-
an stýrir. Kósin verður
sjálvsagt løgd á samhalds-
føstum ráðsmóti millum
aðalstjórarnar "in one’s
own good time" á lukkað-
um fundi. Einki hoyrist
heldur haðani, og tó varð
hurðin ein morgun gloppað
so mikið fyri tí disko-ferma
og meinaleysa Elis í út-
varpinum, hetta: "Jú, vit
drekka vatn á morgni og
kaffe klokkan 10". So vita
vit tað. Einki varð tó nevnt
um, um restin av degnum
fór til at blanda eitur fyri
farligar ella fiktivar fígg-
indar.
Er løgmaður
tryggur við lagið?
Og skuldi løgmaður sagt
nakað býtt, eftir tilráðing
aðal-brigadunar, so rýkur
hann kanska bara út, men
brigadan heldur fram. Sta-
biliteturin er í lagi, sjálv-
andi. Haðani rýkur eingin
út. Tað skuldi bara mangl-
að.
Tí hetta hevur Finn Nor-
mann sligið fast, og er an-
befallað av júst teimum,
sum eftirsíðani hava mann-
að brigaduna, og alt samalt
er síðani væl og virðiliga
samtykt av teimum polit-
iskt valdu - næstan sum í
ørviti.
So hetta hava løgtings-
menn gott av. Og eru teir
ónøgdir. So skulu teir bara
lata skuffuna aftur. Sum teir
eisini gera. Men man tímin
ikki vera komin, til at gera
eina tørvandi eftirmeting av
10 ára vandasigling við
høgum hýrum, og við støð-
ugum halli á fíggjarlóg
landsins seinastu árini?
Her mátti tó nógv verðið
at spart. Men, nei, so heldur
lirka ein hálvkaldan døg-
verða frá teim gomlu og
niðurslitnu. Tí tey eru ikki
so farlig. Og hví skulu tey
hava nakað at eta? Tey nytta
einki allíkavæl! (Tó haldi
eg - í sannleikans áhuga - at
landsstýrismaðurin
ikki
vitsti av hesum lokabragdi-
num, men brigadan....!)
Ja, svá hittast
Høvdingar
Og tó, og tó! Onkuntíð er
brigadan at hitta. Tá eru øll
heima. Og tað er, táið onkur
teirra fyllir runt ella hevur
jubileum ella hevur okkurt
annað er á bananum fyri tað
betra slagið, sum er vert at
feira - og fyri almenna
rokning. Tá møtast tey øll,
og tá er einki óført.
"Ein lítlan til mín, ein
spískan til tín, tað riggar so
væl...(!)", nakað soleiðis
syngur troubadururin Kári
P. onkustaðni. Ja, pinnamat,
rækjur, øður, kalt og fløtt
borð, bløðandi tournedos
og brúnkaður búffur......
alle tiders! Við SvF í litum
á blettinum. Og væl er, at
so er.
Og so verður farið upp á
gólv: Jomfrúgvin Marita,
neyðardýrið - ikki at for-
gloyma - verður hálað út úr
aftur nunnukleystrinum at
dansa við. Vangan niður á
øksluna. Tá sær ein ordiliga
skrappur út. Sjálvt brigadan
dugir niðurlagið væl. Tað er
gott. Tí heilin skal helst
ikki yviranstrengast, so-
leiðsni. Og so dansar kon-
gressin og jublar brigadan
alla ta ljósu tíðina á ári-
num- -!
Brigadan og tann
breiða samgongan
Men er so Landsstýrið púra
handlingslammað og Løg-
tingið til tað turra undir-
hald? Tí samgongan er so
breið, so breið at hon valla
veit, hvat ið vendir upp ella
niður. Og vit vanligu veljar-
ar skulu bara halda tátt, tí
vit hava valt samgonguna.
Gott nokk ikki beinleiðis, tí
vit hava óbeinleiðis repre-
sentativt demokrati! So
kom ikki her --.(Men hava
vit valt brigaduna? ).
Spurningar
eftirburðarins
Men eftir standa tó hesir
spurningarnir fyri hvønn
Kalla Katt og Palla Platt:"
Varð Finn Normann send-
ur ella bestiltur til Føroya
fyri at fremja eina ovurdýra
og yvirfylta komandobrúgv
av maktsperdum ódugna-
kroppum, soleiðis at før-
oyska skútan gjørdist be-
døvandi óstabil í vaggandi
politiska menningargjálvi-
num?
Og varð Richard Mikkel-
sen sendur higar upp fyri at
lemja búskap landsins fyri
well?? Og var alt hetta
planlagt á teim bonaðu
gólvunum, helst áðrenn
Ríkisumboðsmaðurin
á
ólavsøku streyk páfugla-
fjaðrahattin og sendi búnan
hjá lord Nelson og svørið,
Skræp, á museum?
Vit spyrja bara. Tí danir
brúka sjálvir bara topp-pro-
fessionellar úrmælingar á
ovastu rók, meðan brigadan
- - - (á ja, tú forbarmandi!)
Ella er støða teirra fólka-
valdu
bara
hóskandi
"laissez faire", nakað sum
tær súrligu næturnar í
Keypmannahavn: "Jú, tað
riggar so væl, tá ið ein bið-
ur teg - lova sær - at sova
sær - hjá tær - -", sum
skaldið syngur.
Men, pressan -
Men alt hetta fáa vit sjálv-
sagt at vita, um nakar er,
sum klemmar kokubotnin.
Tí vit hava - til alt held -
eina fríða og fría og "garv-
aða" pressu við hóskandi
hárhvassari public-service
ábyrgd, ella hvussu? (Nú-
staðni rakni eg við). Ella er
hon kanska við í brigaduni?
Ja, hvør veit?
Pinnamatar-brigadan
Føroyar í løtuni. Eitt kvøld.