Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 151 - 12. august 2005 13 Gunnhild Johansen í Klaksvík andaðist á Klaksvíkar røktarheimi týsdagin, 85 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kelda: Útvarpið Andlát og jarðarferðir NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Gunhild Johansen andaðist á Norðoya Røktarheimi týsdagin 9. august, 85 ára gomul. Jarðarferðin verður týsdagin 16. august kl. 13.30 úr Christianskirkjuni. Familjunnar vegna, Guðrun og Ovi Hósdagin 11. august hevði Helgi Skora í Havn 25 ára starvsdag hjá Postverki Føroya. Helgi er ættaður úr Kald- bak. Sum ungur var hann sjómaður og arbeisðmaður, eisini róði hann út í Grøn- landi nøkur ár. Frá 1968-79 koyrdi hann hýruvogn á bilstøðini Auto, og síðan 1980 hevur hann arbeitt sum bilførari hjá Postverki Føroya. Arbeiðið umfatar mest postkoyring í Havnini, men eisini til Klaksvíkar, Sandoy og aðrar staðir í landinum. Helgi hevur stóran áhuga fyri nátúruni og kríatúrum. Saman við soninum hevur hann eina trøð í Havnardali, har teir nýta ta mesta av frítíð síni, teir hava gæs, dunnur, og seyð og velta epli og røtur. Eisini gongur Helgi á fjall í Kollafirði. Hann er giftur Mallu, f. Winther, úr Skopun, og tey eiga trý børn: Nina, Rósing og Joan, sum øll búgva í Havn. Abbabørnini eru 9 í tali og eitt langabbabarn. Helgi Skorá, Tórshavn: 25 ára starvsdag hjá Postverki Føroya Húsini hjá havnarmyndug- leikunum á eystaru bryggju (uttast til høgru á myndini) vóru boðin út í 1931, og stóðu liðug í 1932. Við síðuna av Havnarskrivstov- uni var í mong ár ein vekt at viga bilar á. Myndin er tikin nakað eftir, at Havnarskrivstovan var liðug. Eisini síggjast húsini á Skansanum, bygn- ingurin hjá Balslev & Goos og uttast t.v. Vandbygnings- væsenet (VBV). Ein suður- oyarslupp liggur við molan, og ein lastbilur frá 30- unum er eisini við á mynd- ini. Havnaskrivstovan varð tikin niður í 1969, og ein nýggjur bygningur í tveim- um hæddum varð bygdur á sama stað. Hesin bleiv seinni tikin niður aftur. Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at við- merkja í samband við hesa myndina, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í sam- band við Birgar Johannes- sen á telefon 314647 ella 214647. Havnar leksikon: Havnarskrivstovan á Eystaru bryggju Myndaeigari: Føroya Fornminnissavn