Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 151 - 12. august 2005 Nú ovastevna verður um vikuskiftið, hevur Sosialurin verið ein túr úti í Nólsoy í vikuni og fylgt við, hvussu stákast verður dagarnar uppundir stevnuna OVASTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrireikingarnar eru í hæddini, og nógv fólk eru í sving. Nólsoyingar sjálvir taka sær av øllum tí, sum hevur við stevnutiltøkini at gera, meðan Tórshavnar kommuna, sum nú eisini fevnir um Nólsoy, hevur sent nógvar stabbar til flaggstengur og flaggsteng- ur út um fjørðin við Rituni. Soleiðis hevur Ritan seinastu dagarnar skipað fitt av farmi upp í Nólsoy, sum skal verða við til at gera stevnuna so hugnaliga sum gjørligt. Litaðu perurnar, sum fara at prýða bygdina stevnu- dagarnar, verða nógv fleiri hesaferð enn áður, og her hevur Havnin eisini givið sítt íkast. Vanliga hava litaðar per- ur bert hingið undir Mikkj- alsveggi, har minnisstein- urin yvir Ova Joensen stendur, og har felags-sang- ur er vorðin fastur táttur leygarkvøld á stevnuni. Nú stóra tjaldið, sum áður hevur staðið uppi í skúlagarðinum til almenn- an dans, er sett upp úti á økinum við flakavirkið, eru perur hongdar upp allan vegin úteftir Malarenda- vegnum. Hetta fer avgjørt at seta sín serstaka dám á stevn- una, nú gingið fer at verða millum ytra havnalagið og bygdina. Bingjur, sum skulu hýsa ymisku tivoli-tiltøkunum, eru komnar út við Rituni og standa nú klárar úti á Nýggjavegi. Umboð fyri Tórshavnar kommunu hava við borg- arstjóranum, Heðini Mort- ensen á odda, verið í Nóls- oy um dagarnar og mett um, hvør tørvurin er, nú ovastevna fyri fyrstu ferð verður hildin í eini bygd, sum hoyrir undir Tórs- havnar kommunu. Asfaltarbeiði Í vikuni hava stórir bilar Nólsoyingar bjóða øllum út u Teir eru í holt við at seta stóra tjaldið upp úti á øki- num við flakavirkið. Til vinstru á myndini síggja vit Hans Sofus Joensen, vanliga nevndur Ba, sum er bróður Ova Joensen, sála Mynd: Vilmund Jacobsen Tað er hugnaligt úti á bygd, tá ið veðrið er gott. Nú í vikuni uppundir stevnuna stuttleikaðu hesi bæði sær úti á Malarenda Mynd: Vilmund Jacobsen