fríggjadagur 12. august 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
eisini verið úti í Nólsoy við
asfalti og vegirnir, sum
vóru farnir heldur illa av
nógvu og tungu ferðsluni,
nú havnalagið er útbygt,
eru asfalteraðir av nýggj-
um. Aðrastaðni í bygdini er
eisini asfalterað. Meðan
arbeiðið fór fram, sigldi
Sam í "pendulfarti" um
fjørðin við maskinum av
ymiskum slagi – og inn-
aftur so hvørt, sum uppgáv-
urnar,
ið
maskinurnar
høvdu, var lokið.
Tá ið seinastu bilarnir og
maskinurnar fóru innaftur
um fjørðin um kvøldið, var
flóð, og tí var eitt sindur
trupult at fáa akførini
umborð aftur. Men tá ið
saman um kom, gekst alt
væl.
Mikudagin og hósdagin
fingust menn við at seta
stóra tjaldið upp úti við
flakavirkið, har tann stóri
dansurin verður. Skipað
verður soleiðis fyri, at tað
slepst úr tjaldinum og inn á
flakavirkið, har fólk kunnu
sita við borð og hugna sær,
meðan dansurin er.
Tað minna tjaldið verður
sett upp á heimaru bryggj-
uni, og har verður eisini
matsøla og okkurt leskandi
á stevnuni.
Stór uppgáva
Meðan menninir taka sær
av teimum kropsliga tungu
arbeiðunum, sum uppseting
av tjøldum, flutningi av
stabbum til flaggstengur og
uppheingjan av peru-ketum
í bygdini, taka konufólkini
sær av teimum meira
"bleytaru" uppgávunum við
eitt nú mati og tí, sum nú
einaferð skal verða í tjøld-
um, bingjum og innan-
veggja annars.
Øll hava nóg mikið at
takast við, og tey munnu
vera fá í góðum árum, sum
ikki á ein ella annan hátt
taka eina hond í onku-
staðni.
Eftir stevnuna í fjør, skip-
aði stuðulsnevndin fyri
svimjihyli í Nólsoy fyri
hugnakvøldi fyri teimum
mongu, sum høvdu verið
við til at tikið eina hond í.
Tá metti Una Hansen,
formaður í stuðulsnevndini,
at eini 100 fólk á ymiskan
hátt høvdu verið við til at
gera stevnuna møguliga.
- Tey mongu, sum eru
virkin á stevnuni, hava
valla stundir at halda stevnu
sjálvi, meðan stevnan er, og
tí skipa vit fyri hesum
kvøldi, segði hon.
Kring um í bygdini hevur
eisini verið hampað um við
máling og frýðkan annars,
nú væntandi er, at hópur av
stevnugestum fara at gera
"innrás" í Nólsoy í viku-
skiftinum.
Í vikuni hevur eisini ein
maskina hjá Tórshavnar
kommunu verið í Nólsoy
og sópað dust og ókrút fram
við vegum, gørðum og hús-
um.
Stórar vónir
Ovastevnan hevur seinastu
árini sett met á hvørjum ári,
bæði við vitjandi og fíggj-
arligari úrtøku, og einki
bendir á, at stevnan ikki
eisini fer at seta met
hesaferð.
Í Nólsoy vænta tey, at
nógv fólk fer at koma út um
fjørðin við Rituni og Tern-
uni, sum fara at sigla í
pendul-farti alla stevnuna,
og tey vænta eisini, at talið
av bátum, sum í fjør var
rættiliga stórt, ikki verður
minni hesaferð, um veður-
gudarnir fara at hátta sær so
nøkulunda.
Ritan, sum tekur 125
ferðafólk í senn, fer at sigla
út á seinnapartin leygar-
dagin. Síðan fer Ternan,
sum tekur 319 ferðafólk
hvørja ferð, at sigla, meðan
tørvurin er størstur.
Hetta verður soleiðis
fyrstu ferð, at Ternan verð-
ur í regluligari sigling á
ovastevnu, og tí vænta nóls-
oyingar, at hetta rættiliga
fer at síggjast aftur í talin-
um av vitjandi.
Regatta-bátarnir,
sum
byrja sína ferð á Eiði
fríggjadagin og fara at
hugna sær í Hósvík fríggja-
kvøldið, stevna út til Nóls-
oyar
leygardagin.
Nú
havnalagið er útbygt og er
vorðið tryggari og betri, er
einki til hindurs fyri at hýsa
einum 100-200 bátum í
góðum veðri eitt vikuskifti.
Umframt regatta-bátar-
nar, plaga nógvir aðrir bátar
– bæði smáir og stórir - at
seta stevnu út um fjørðin á
ovastevnu. Umframt dansin
í tjaldinum, sum verður
bæði fríggjakvøldið og
leygarkvøldið, verður eisini
dansur í Bygdarhúsinum
leygarkvøldið.
Á ovastevnu í fjør sigldi
Ritan við út við 3.600
fólkum um Nólsoyarfjørð,
og fleiri enn 800 fólk vóru í
dansi í stóra tjaldinum – og
tað er ótrúligt í eini bygd,
har bert 270 fólk búgva.
Nólsoyingar bjóða øllum
at verða hjartaliga vælkom-
in á ovastevnu 2005.
Skráin fyri ovastevnu er
prentað í Sosialinum í
dag.
Nr. 151 - 12. august 2005
15
m fjørðin at halda ovastevnu
Minnissteinurin yvir Ova
Joensen, sála. Her undir
Mikkjalsveggi verður
felagssangur leygarkvøldið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Baldvin og Jónhard hava nógv at gera, nú flaggstengurnar skulu setast upp kring um í bygdini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ternan fer at sigla um Nólsoyar-
fjørð, tá ið trýstið er størst. Ritan
tekur 125 fólk, meðan Ternan tekur
heili 319
Mynd: Vilmund Jacobsen