Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 151 - 12. august 2005 Tíggju útlendingar verða koyrdir úr Bretlandi, tí teir hótta landsins trygd, sigur stjórnin YVIRGANGUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Seinastu tíðina hava tíggju útlendingar sitið í varðhaldi í Bretlandi, tí myndugleik- arnir vilja vera við, at teir eru ein hóttan ímóti lands- ins trygd. Í gjár segði Charles Clarke, innanríkisráðharri, at teir tíggju menninir verða koyrdir úr Bretlandi. Myndugleikarnir hava ikki sagt, hvørjir teir tíggju eru, ella hvat teir hava gjørt, men sambært BBC er ein jordanskur prestur teirra millum. Tony Blair, forsætisráð- harri, segði fyri nøkrum døgum síðani, at útlend- ingar, sum taka undir við yvirgangi, sleppa ikki at verða í Bretlandi, men at teir verða útvístir. Sambært BBC eru allir teir tíggju, sum nú skulu úr Bretlandi, víðgongdir muslimar. Charles Clarke segði í gjár, at fleiri lond eru sinn- að at taka ímóti teimum tíggju monnunum, og at stjórnin í London heldur seg hava fingið vissu fyri, at teir fáa góða viðferð har. Tað er væl heitari í Evropa nú enn fyri bara 30 árum síðani, og tað økir vandan fyri turki og vatnflóð VEÐUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tey seinastu fimm árini hevur summarið verið eitt stig heitari í meðal í teim- um stóru býunum í Evropa enn fyri 30 árum síðani. Tað vísa kanningar hjá heimsnáttúrustovninum World Wildlife Foundation. Stovnurin hevur kannað hitan í 16 stórum evrope- iskum býum tey seinastu fimm árini og borið úrslitið saman við hitan har í sjeyti- árunum. Úrslitið vísir, at í London er meðalhitin um summarið nú tvey stig oman fyri meðalhitan har fyri 30 árum síðani. Hetta er tann størsta hækkingin nakrastaðni í Evropa, men í býum sum Madrid, París, Lissabon og Athen er tað ímillum hálvtannað og tvey stig heitari nú enn í sjeyti- árunum. Hitin ger eisini um seg longri norðuri, tí í Stock- holm hevur summarið eis- ini verið ímillum hálvtann- að og tvey stig heitari tey seinastu fimm árini enn fyri 30 árum síðani, sigur WWF. Heimsnáttúrustovnurin væntar, at vit fara at síggja fleiri hitabylgjur í Evropa í komandi árum. Tað fer ikki at regna so nógv sum fyrr, men harafturímóti verður avfallið so mikið grovari, og tað fer at elva til fleiri vatnflóðir, enn vit hava verið von við. Hetta sein- asta tekinið hava vit longu sæð nógvastaðni í Suður- evropa, sigur WWF. Heimsnáttúrustovnurin hevur eini ráð, skulu vit í Evropa sleppa undan trup- ulleikunum við tí veksandi hitanum. Vit skulu brúka minni orku, samstundis sum vit leggja okkum eftir at brúka alternativar orku- keldur. Luftin skitin Stórir skógareldar hava gjørt, at tað er vorðið tjúkt í luftini har vesturi í Malaysia, at í gjár gjørdu myndug- leikarnir av at seta økið í undantaksstøðu. Í høvuðsstaðnum Kuala Lumpur er luftin so skitin, at tað hevur darvað ferðsluni í býnum, og tey nógvu skipini, sum sigla ígjøgnum Malaccasundið, eru eis- ini darvað av tí vánaliga sýninum. Fyri ikki at órógva ferðavinnuna hava malaysisku myndugleikarnir sýtt fyri at almannakunngera, hvussu illa luftin er dálkað, men í gjár upplýsti um- hvørvismálaráðið, at luftdálkingin í býunum Port Klang Kuala Selangor var komin upp í 530 á tí serliga dálkingarstiganum. Í høvuðsstaðnum var hon 321 stig. Almenna lýsingin av luftdálking sigur, at fer dálkingin upp um 300 stig, er hon vandamikil fyri fólk. Tað tiðnar í Sibir Fyri fyrstu ferð í 11.000 ár er frostið farið úr jørðini har vesturi í Sibir, og russisk vísindafólk ivast ikki í, at tað kemst av tí veksandi hitanum á Jørðini. Í einari grein í tíðarritinum New Scientist skriva vísindafólk- ini, at tað, sum er hent í Sibir, ger støðuna við hitan- um á Jørðini uppaftur verri, tí nú frostið er farið úr jørðini, fara fleiri milliónir tons av metangassi fara út í atmosferuna. Sambært russiska lívfrøðinginum Sergej Kirpotin er frostið farið úr jørðini í einum øki, sum svarar til Frakland og Týskland í vídd. Hann sigur, at talan er um eitt vistfrøðiligt skriðulop, sum ikki er til at steðga. Bretski veðurfrøðingurin David Viner sigur, at gongdin í Sibir hevur so stóra ávirkan á veðurlagið í heiminum, at vísindafólk noyðast at endurskoða sínar forsagnir um veðurlagsbroytingarnar. Við blaðið The Guardian sigur hann, at gongdin í Sibir ger, at hitin á Jørðini fer at veksa nógv meiri, enn vísindafólk hig- artil hava mett. Sum sild í tunnu Tað er vorðið so trongligt í teimum donsku studenta- skúlunum, at nógvir skúlastjórrar kæra sína neyð. Sambært Politiken hava 70 prosent av skúlunum so nógvar næmingar, at í meðal eru ímillum 27 og 29 næmingar í hvørjum flokki, og 10 prosent av skúlun- um hava 30 næmingar í meðal í hvørjum flokki. – Hetta er alt ov nógv, og vit kunnu ikki góðtaka hetta, sigur Ruth Plovgaard, sum er rektari á studenta- skúlanum í Rødovre. Hon vísir á, at í skúlanum í Rødovre eru fýra flokkar, sum hava 30 næmingar, sjálvt um skúlastovurnar eru gjørdar til í mesta lagi 24. Annars vísti tann seinasta PISA-kanningin, at tað besta er at hava ímillum 15 og 20 næmingar í hvørj- um flokki, fyri at næmingarnir skulu fáa sum mest burtur úr frálæruni, skrivar Politiken. Fyri tveimum árum síðani samdust politisku flokk- arnir í Danmark um ymsar nýskipanir í studentaskúl- unum, men har stendur einki um, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í einum flokki, skrivar blaðið. Kona Pinochet skuldsett Ákæruvaldið í Kili hevur skuldsett konu fyrrverandi forsetan Augusto Pinochet og ein son teirra fyri skattasvik og fíggjarundandrátt fyri fleiri tíggjutals milliónir krónur. Lucia Pinochet bleiv tikin mikudagin og sett í varð- hald á einum hernaðarsjúkrahúsi í høvuðsstaðnum Santiago, og sonurin Mario Antonio Pinochet situr í varðhaldi á einari løgreglustøð í býnum, sigur BBC. Tey bæði vórðu tikin eftir áheitan frá kanningardóm- aranum Sergio Munoz. Fyrr í ár tóku ógildaðu myndugleikarnir politiska og diplomatiska órinið hjá Augusto Pinochet, sum er ákærdur fyri at hava stungið slakar 80 milliónir al- mennar krónur í egnan lumma og fjalt tær í útlendsk- um bankum. UTTAN ÚR HEIMI Hiti, turkur og vatnflóð framtíðin í Evropa Sambært heimsnáttúrustovninum kunnu vit vænta alt fleiri vatnflóðir í Evropa í komandi árum Bretar koyra útlendingar av landinum