fríggjadagur 12. august 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Føroyski landsliðs-
spælarin dugir ikki at
ímynda sær, at hann
fer at fáa pláss mill-
um teir fremstu
ellivu, tá ið Sogndal í
dag fer at spæla á
heimavølli
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Mikukvøldið var Atli Dan-
ielsen fyri fyrstu ferð sam-
an við nýggju liðfeløgun-
um í dystarhøpi. Sogndal
var í høvuðsstaðnum og
spældi móti Sandefjord.
Úrslitið var málleysur javn-
leikur, og Atli Danielsen
varð ikki settur á vøllin.
-Eg hitaði upp, og ætl-
anin var, at eg skuldi koma
inn. Men so broyttist dyst-
argongdin óvæntað, og
tískil varð ikki pláss fyri
mær. Tíðliga í 2. hálvleiki
varð málverjin hjá okkum
rikin av vøllinum, tá ið
hinir fingu brotsspark. Tá
varð neyðugt at gera eina
útskifting. Tíbetur bjargaði
innskifti málverjin brots-
sparkinum. Løtu seinni
varð ein annar enn tann,
sum eg skuldi loysa av,
skaddur, og tað var so tað,
sigur Atli Danielsen úr
Sogndal.
Sogndal fekk brotsspark,
tá ið fimm minuttir vóru
farnir, men teir misnýttu.
Kanska skuldu teir havt
latið Atla Danielsen skotið
brotssparkið. Hann hevur
verið tryggur brotssparks-
skjútti hjá KÍ!
Teinarnir eru langir í
Noregi. Teir koyrdu fimm
tímar í bussi, og Atli og teir
vóru ikki við hús aftur fyrr-
enn klokkan trý hósnáttina.
Í gjár skuldu teir venja
klokkan hálvgum tvey.
Nógvir spælarar hava
verið skaddir í Sogndal. Nú
eru teir komnir fyri seg
aftur, og tað sigst vera stór
kapping um tey ellivu
fyrstu plássini.
- Liðið er ikki so væl
plaserað á støðutalvuni. Nú
allir eru tøkir, halda teir seg
hava besta liðið í næstbestu
deildini. Tað sá gott út,
meðan vit vóru ellivu
mikukvøldið, og tá áttu vit
havt skorað mál og vunnið,
heldur Atli Danielsen.
Sogndal skal spæla á
heimavølli seinnapartin í
morgin. Atli Danielsen
roknar tó ikki við, at hann
verður millum teir fyrstu
ellivu.
- Eg havi bara vant eina
ferð saman við teimum.
Talan var um lætta venjing
undan ferðini til Sande-
fjord. Men eg eri klárur at
spæla, og eg vil fegin hava
spælitíð. Tað hevur ikki
minst týdning fyri møgu-
leikarnar hjá mær á lands-
liðnum, segði Atli Daniel-
sen úr Sogndal á middegi í
gjár. Eftir døgurða skuldi
hann fyrstu ferð vísa lið-
feløgunum og venjaranum,
at teir eiga at rokna við
honum.
Nr. 151 • fríggjadagur • 12. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Spæliloyvið hjá fyrr-
verandi KÍ álopsspæl-
aranum er nú hjá
nýggja vágafelagnum,
sum hevur betri mót
um uppflyting nú,
enn teir høvdu undan
kappingarbyrjan
FSV04
Jóannes Hansen
Tað ljóðaði leingi í vár og
fyrra partin av sumrinum,
at Johan Bymar kanska fór
at koma aftur til Klaks-
víkar. Johan Bymar var í KÍ
álopinum í fjør og í fyrra-
árið, men síðsta heyst fór
hann av aftur landinum.
Sambandið millum KÍ og
danska álopsspælaran, sum
er ættaður av Fanø, var Bill
Jacobsen upphavsmaður til.
Teir báðir hittust í fótbólts-
høpi í Esbjerg í níti árunu-
m. Bill var inntil eina ferð
síðsta vetur í starvi hjá KÍ,
og tað var í hansara tíð í
Klaksvík, at Bymar spældi
í bláu troyggjuni.
Nú er Bill Jacobsen venj-
ari í FSV04, og mikudagin
varð spæliloyvið hjá Johan
Bymar flutt til hetta felag-
ið.
- Johan Bymar kemur
ikki til Føroyar og vestur í
Vágar nú beinanvegin. Tað
er heldur ikki víst, at hann
yvirhøvur fer at koma
henda vegin. Men vit
tryggjaðu okkum undan
evstu freistini fyri spælara-
flytingum, at møguleiki
skal vera at fáa hann henda
vegin, um vit halda, at tað
verður neyðugt, sigur Bill
Jacobsen.
Hvussu skal hetta skilj-
ast?
- Tá ið vit fóru undir fyri-
reikingarnar til kappingar-
árið, var málið hjá nýggja
felagnum at finna sítt pláss
í næstbestu deildini. Tað
hevur gingið betri, enn vit
høvdu roknað við. Liðið er
á triðja plássi, og nú fara vit
at stríðast fyri at varðveita
og betra um møguleikan at
flyta upp í bestu deildina.
Um tað framvegis verður
møguleiki fyri uppflyting,
tá ið komið verður nakað út
í september, so kann tað
væl vera, at Johan Bymar
fer at hjálpa okkum.
Johan Bymar hevur ikki
spælt fótbólt á høgum
støði, síðani hann kom aft-
ur til Danmarkar. Hann
hevur luttikið í firmafót-
bólti, og tað hava verið
persónligar orsøkir til, at
hann ikki hevur verið áhug-
aður í at koma til Føroya
fyrr í ár.
Umframt spæliloyvi hjá
fyrrverandi KÍ álopsspæl-
aranum hava teir í Vágum
tryggjað sær ein nýggjan
spælara. Tað er unglinga
spælarin Ólavur í Ólavs-
stovu, sum er uppvaksin í
HB. Hann hevur síðsta árið
verið á fótbóltsskúla í Oure
í Danmark, og nú skal hann
í Vágum vísa teimum í
barndómsfelagnum, at teir
skulu rokna við honum
næstu árini sum møgulig-
um evni til besta liðið.
Kim Poulsen spældi mill-
um lítið og einki undan
summarsteðginum, tí hann
var so skaðaplágaður. Nú er
hann komin fyri seg, og
leygdardagin skoraði hann
øll fýra málini, tá ið FSV04
vann 4-1 á B36.
Atli hugdi at
Bymar skal vera trumfur í Vágum
Jacob Bymar, sum áður hevur spælt við KÍ, skal møguliga hjálpa til í Vágum