Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Brasiliumaðurin Andersson er komin aftur til Toftir, har hann roknast at verða álopsstyrkur, sum fer at koma væl við, nú John Petersen skjótt fer av aftur landinum 2. DEILD Jóannes Hansen Tað gekk, sum støðutalvan kundi bent á, at tað fór at gera. Oddaliðið B68 vann á botnliðnum GÍ. Men talan gjørdist á ongan hátt um skrædlið, sum onnur úrslit í deildini kundu bent á, at talan for at verða um, tá ið tað var toppur móti botni. B68 vann 4-2, eftir at tað í steðginum hevði staðið á jøvnum 2-2. Ellivu minuttir vóru eftir, tá ið Jann Ingi Petersen, sum var staddur í málteiginum, har tað var nógv fólk, skoraði til 3-2, og fýra minuttir seinni staðfesti Arnbjørn Daniel- sen sigurin eftir umleið somu uppskrift. Toftamenn høvdu bóltin nógv størsta partin av tíð- ini, men GÍ var væl mannað og spældi sum alt annað enn botnlið, ið bara hevur fingið eitt stig. Omar Páls- son legði gøtumenn á odda við fínum langskoti í 22. minutti. John Petersen snittaði við høvdinum eftir fríspark til 1-1. Tá var hálvur tími farin, og fýra minuttir undan steðginum legði Jóhan Petur Poulsen B68 framum eftir horna og út frá og so uppspæl frá Eyðstein Skipanes og Kristian Anton Andreasen. Áslakur R. Petersen, sum sat skaddur uttanfyri sunnudagin, tá ið besta GÍ liðið tapti móti Skála, javnaði minuttin eftir við frísparki, sum hann setti framvið manngarðinum, og so bitu toftamenn negl, inntil tað restaðu stívliga tíggju minuttir. Andersson afturkomin Brasiliumaðurin Andersson er nú aftur á Toftum. Hann var ikki á liðnum í Gøtu, men ætlanin er, at hann skal spæla við B68 tað, sum er eftir av árinum. Andersson spældi við B68 í fjør. Í vet- ur kom hann aftur til Toftir, men hann fór av landinum í apríl. Síðani hevur hann verið í Belgia, og nú er hann aftur í Føroyum. John Petersen hevur hjálpt toftamonnum í summar. Hann verður við í morgin, tá ið B68 á heima- vølli skal spæla móti B36, men hann verður ikki drúgvur á Svangaskarði, tí hann fer skjótt av aftur landinum. 18 Nr. 151 - 12. august 2005 Upp undir síðstu freistina varð um- hugsað at fáa nýggjar spælarar at hjálpa til, men so varð avgjørt at dúva upp á teir, sum nú eru í felag- num. Nú hava teir møguleikan at vísa, at tað var rætt av okkum ikki at fáa okkum nýtt fólk, sigur Rógvi Róin ÍF Jóannes Hansen ÍF arbeiðir við at fáa sær styrk aðra staðni frá. Henda søgan hevur aftur og aftur verið at hoyrt millum fugl- firðingar seinastu dagarnar. Nú er síðsta freistin fyri spælaraflytingum farin, og ÍF hevur ikki fingið sær nýggjar spælarar. - Vit arbeiddu við onkr- um møguleikum, men so sleptu vit teimum. Tað var upp á tal at leiga onkran føroyskan spælara, men tað spurdist einki burturúr tí. Vit høvdu eisini møguleika at fáa tveir danskar spælar- ar henda vegin, men tá ið vit høvdu vigað fyri og ímóti, avgjørdu vit at dúva upp á teir, sum hava spælt við ÍF, og sum sunnudagin vunnu sera týdningarmikla dystin á Sevmýri, sigur Rógvi Róin, sum hevur við spælarakeyp hjá ÍF at gera. Tá ið ÍF var á Tvøroyri, vóru málverjin Tórður Thomsen, Gunnar Nielsen, Hanus Eliasen og Poul Ennigarð skaddir og tískil ikki á liðnum. Harafturat varð Sylla skaddur á Sev- mýri, og tað er ivasamt, um hann og onkur annar av hinum nevndu verða førir fyri at spæla í morgin, tá ið ÍF skal spæla á Eiði. - Venjarin vísti ungum monnum álit, og teir stóðu seg væl. Vit rokna við, at 17 ára gamli Frank Poulsen fer fættuliga at koma fyri seg. Nýggi málverjin, Jacob Kaas, stóð seg væl, og nú er rættulig kapping millum hann og Tórð Thomsen, sum vit hava leigað frá NSÍ, og sum tíverri varð skaddur undir venjing í síðstu viku, sigur Rógvi Róin. - Vit hava verið serliga meint raktir av skaðum. Vit vóna, at teir, sum nú hava verið skaddir, skjótt fara at koma fyri seg aftur. Um tað verður neyðugt, so kann tað vera, at Eyðolvur R. Peter- sen og Fritleif í Lambanum, sum fyrr í mánaðinum fóru av landinum í útbúgvingar- ørindum, verða boðsendir til onkran av týdningar- miklu dystunum. Tað hava vit hildið vera betri loysn, enn tað hevði verið at fingið spælarar aðra staðni frá at hjálpa til. Hvat rokna tit við, nú tað er ein triðingur eftir av kappingini? - Hjá okkum snýr tað seg um at varðveita plássið í deildini. Sigurin á Sevmýri var sera týdningarmikil, men hóast munurin til botn- in er fimm stig, so kenna vit á ongan hátt, at stríðið er liðugt. Tað eru nógvar spennandi avbjóðingar eftir. TB, KÍ, VB og GÍ eru undir okkum, og vit skulu spæla móti teimum øllum. Móti GÍ á heimavølli annan sunnudag, móti VB á heimavølli 11. september, móti KÍ í Klaksvík 25. sep- tember og móti TB í Fugla- firði 22. oktober. Allir dyst- irnir eru týdningarmiklir, og vit vóna, at tað skal bera til at fáa stig á Eiði í morgin. Men tað verður ikki minst í teimum fýra dystunum, sum her eru nevndir, at tað verður týdn- ingarmikið at vinna, og vit hava álit á okkara monnum, at tað fara teir at megna. So er at vóna, at teir fara at liva upp til álitið, sigur Rógvi Róin frá ÍF. ÍF vísir spælarunum álit 2. deild GÍ-B68 2-4 (2-2) 1-0: Omar Pálsson 22. 1-1: John Petersen 30. 1-2: Jóhan Petur Poulsen 41. 2-2: Áslakur R. Petersen 42. 2-3: Jann Ingi Petersen 79. 2-4: Arnbjørn Danielsen 83. Støðan B68 9 8 0 1 36-7 24 B71 9 7 1 1 35-7 22 FSV04 9 6 1 2 25-8 19 AB 9 5 2 2 24-19 17 HB 9 5 1 3 26-18 16 LÍF 9 4 0 5 32-23 12 ROYN 9 3 0 6 11-40 9 SUMBA9 2 0 7 19-37 6 B36 9 1 2 6 9-25 5 GÍ 9 0 1 8 10-43 1 Næstu dystirnir í 2. deild Leygardagin 13. august HB-GÍ SUMBA-LÍF B71-AB FSV04-ROYN B68-B36 Rætting viðvíkjandi Statoil Kring Føroyar RÆTTING Stefan í Skorini Í umrøðu okkara av súkklukappingini Statoil Kring Føroyar stóð skrivað, at Rógvi Johansen og nakrir aðrir súkklarar vórðu tveittir úr hesi súkklukapping fyri nøkrum árum síðani, av tí at teir súkklaðu sum lið. Hetta er ikki rætt, tí at Rógvi og hinir valdu sjálvir at fara úr kappingini orsak- að av eini ósemju við høvuðsdómaran hes- um viðvíkjandi. Vit biðja lesaran halda okkum til góðar. B68 er aftur á odda Rógvi Róin og hinir ábyrgdarpersónarnir í Fuglafirði ætlaðu at keypa nýggjar spælarar, men so hálsaðu teir um