fríggjadagur 12. august 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ciano var í Arequipa og
leikti ímóti hinum fyrsti-
deildarfelagnum Melgar.
Melgar brúkar eitt heldur
minnið stadion, við rúmi
fyri einum 10.000 áskoð-
arum. Hóast dysturin var
mikudag, so byrjaði hann
kl. 15.30, tí ljósini ikki
virka á hesum stadion.
Hesin dysturin hevði meira
ferð, og eisini var munandi
meira lív í áskoðarunum,
bæði tí at Melgar hevur
fleiri fanatiskar viðhalds-
bólkar, men eisini tí at nógv
fólk úr Cuzco búgva í
Arequipa, og tí vóru nógv
Cinciano viðhaldsfólk eis-
ini har.
Væntandi taktikkur
Fótbóltsliga var søgan tann
sama. Flottur teknikkur,
men óskiljandi vánaligur
taktikkur og yvirlit, t.d.
blev onnur síðan av vølin-
um at kalla ikki brúkt. Tey
nógvu og grovu fríspørkini
settu sín dám á dystin, tó
uttan at kort blivu givin í
nóg stóran mun. Málmøgu-
leikarnir vóru nógvir og
góðir, og beint undan
steðginum fekk Melgar
brotsspark, sum tó bleiv
brent. Í mun til fyrra dystin,
var tað nú umvent í landa-
frøðini, tí Cuzco liggur í
4000 metra hædd og høvdu
teir nú fyrimunin av hædd
og harvið at orka betur.
Men eisini hesa ferð spældi
heimaliðið betri, og átta at
vunnið. Einu ferðina var
bólturin eisini beint innan
fyri málstrikuna, og hóast
tað kundi staðfestast í
ítróttarsendingini á kvøldi,
sóu hvørki dómari ella
linjuverji bóltin inni. Cien-
ciano hevði eydnuna, sum
oddalið oftani hava, og
skoraði til 1-0 uppá ein til-
vildarligan
møguleika.
Skamt har frá eg sat, fóru
nakrir áskoðar til hendurs,
men góvust tá løgreglu-
menn komu upp ímillum.
Men eftir dystin var rok.
Fjepparabólkarnir
eru
heldur fanatiskir og onkur
innantómur Melgarfjeppari
byrjaði at kasta steinar utt-
an fyri stadion, og so kom
vatnkanónbilur
og
tað
heila. Einu løtuna slapst
ongan vegin, alt var ein
trunki av fólkamongd og
løgreglufólki á motorsúkl-
um og á hestbaki. Eydnutíð
fekk eg sloppið mær avstað
og í einum taxa til hús.
Stríðið vardi í fleiri tímar,
og løgreglan rak ótangarnar
burtur við vatnkanónum og
táragassi. Hóast nakað av
roki, so var tað krás fyri
mína fótbóltssál, at síggja
teknik og detaljur og sera
høgum støði.
Samfelagið í
fótbóltseygum
Sum sagt í byrjanini, haldi
eg at Peru kann lýsast um-
vegis hesar fótbóltsdystir.
Landið er sera ríkt í
náttúruríkidømi, sum við-
føddi fótbóltsteknikkurin,
men tað verður ikki tilætlað
brúkt nóg væl, sum kann
sigast at vera tørvandi tak-
tikkurin og yvirlitið. Land-
ið er so fjølbroytt og fer so
illa við sínum íbúgvum, at
felagssamleikin og fostur-
landskærleikin ikki er ser-
liga
sterkur.
Tørvandi
"Amor a la camisa" sæst
aftur í tørvandi fosturlands-
kærleikanum og kensluni.
Vanvirðingin av dómaran-
um og páhaldið um, at hann
helst er mutraður allíkavæl,
svarar til álitið á almennu
skipanina, har flest øll
halda at alt er mutrað.
Miðsavnan
Miðsavninin í skipanini
sæst í, at tað vanliga bert er
feløg úr Lima, sum kappast
um meistaraheitið. Í ár er
talan um eitt undantak, at
Cienciano úr Cuzko eru við
í kappingini um meistara-
heitið. Peruanska samfe-
lagsskipanin er sera mið-
savnað. Nærum ein triðing-
ur av fólkinum býr í Lima
og politiska, eins og fót-
bóltsskipanin, taka í flestu
førum støði í heiminum
sæð frá Lima, eins og tað
vanliga bert eru feløg úr
Lima, sum stríðast um
meistaraheitið.
Ymsar fortreytir
Landafrøðin vísir á ymsu
fortreytirnar í Peru. Landið
hevur eina langa stranda-
linju og tríggjar fjallaketur
inn í landið. Eins og í
hæddin uppi í fjøllinum og
hitin har norðuri, eru
nátturligu treytirnar fyri at
fáa virkandi lokalsamfeløg
í Peru sera ymiskar, sum
ger at politiska miðsavn-
anin er so skaðilig.
Alt í turra lóg
Dømið um at lesa heilar
lógartekstir á stadion, fyri
praktiska loysn á trupul-
leikum, vísur eisini til van-
liga politiska arbeiðið, har
tað ofta verður proklamer-
að við flottum yvirlýsing-
um og lógartekstum, sum
ikki hava legitimitet í
fólkinum állíkavæl. Ofta
kennist tað soleiðis, at
atkuella valdselitan heldur,
at júst við teimun skal við
lóg ruddast upp í allari
samfelagsskipanini, og tað
endar ofta við turrum
formalia, sum ongin lurtar
eftir, og sum tey næstu á
postinum kveistra burtur og
sostatt er eingin framhald-
andi tilgongd fyri at fáa eitt
felags betri samfelag.
Amor a la camisa
Afturat hesum skal leggj-
ast, at Peru ikki hevur verið
við til HM í fótbólti síðani
1982 og at landsliðið ikki
klárar seg serliga væl. Stuð-
ulin er tí heldur ikki tann
størsti, kanska sum prógv
um, at landið ikki serliga
savnað í ein samleika,
"Amor
a
la
Camisa".
Trupulleikin er eisini, at
teir sum spæla yrkisfótbólt
uttanlands, ikki tykjast at
taka landsliðsfótbóltin í
serliga stórum álvara, og
har verður serliga Bayern
Munchen stjørnan Pizarro
kritiseraður.
Sjálv fótbóltskipanin er
merkt av óskili og mutri.
Vanligt er at hava sera stutt
sáttmálaskeið og ofta gera
spælarnir sáttmálar við
fleiri feløg, tí feløgini ofta
leypa frá sínum avtalum, og
so er rok um hvørt felag
eigur hvønn spælara. Ein
avtala er ikki altíð ein av-
tala, soleiðis er lívið á og
uttanfyri
fótbóltsvøllin.
Spurningurin er so um lívið
ímyndast í fótbóltinum, ella
fótbólturin í lívinum?
Ungdómurin er
framtíðin
Ungdómsarbeiðið verður
ikki raðfest í fótbóltinum,
eins og skúlaverkið ikki
verður tað politiskt.
Peru hevur alt, tørvurin
er miðvíst ungdómsarbeiði
og
langtíðar
taktikkur.
Kanska klárar Peru í næst-
um við til HM endaspælið,
og so….?, tí Peru var ein
stolt fótbóltstjóð í sjeyti og
byrjanini av áttatiárunum,
tá landið megnaði at vinna
sær luttøku í HM endaspæl-
inum í 1970, 1978 og 1982,
umframt at Peru vann Copa
America í 1975. Serliga var
tað Teofilo Cubillas, sum er
ímyndin av peruanska fót-
bóltsstoltleikanum og enn
er leikarin við flest lands-
liðsmálum og sum í fjør
kom á listan hjá Pele yvir
teir 125 bestu livandi fót-
bóltleikararnar. Dømir um
peruanar, sum klára seg væl
á altjóða fótbóltsvøllinum
eru Claudio Pizzaro og José
Paulo Guererro, sum leikað
í Bayern München, Nol-
berto Solano í Aston Villa
og Jefferson Farfán í PSV
og flestu eru samd um, at
liðið Peru hevur til lands-
liðsdystir á pappírinum er
gott, men úrslitini hava ikki
verið hareftir og hesir
kunnu kanska gera munin
og geva tað sjálvsálit, sum
lyftir Peru inn aftur í oddin
av altjóða fótbóltsheimin-
um og sum gevur peruan-
um ein stoltleika, sum kann
verða við at skumpa landið
ígongd ímóti betri tíðum.
Men trupulleikarnir, sum
vit eisini kenna í Føroyrum,
er m.a. at Solano í summar
hevur boðað frá, at hann
ikki er tøkur fyri landsliðið,
tí hann vil savna orkuna til
kappingina við fótbóltsfe-
lagnum…. og so viknaði
landsliðið longu nakað.
Nr. 151 - 12. august 2005
21
Peruanska fótbóltslandsliðið til
reiðar til undandystin í
heimsmeistarakappingini móti
Uruguay í Lima 7. juni í ár
Jefferson Farfan spælir í PSV, hann er eisini
við peruanska landsliðnum
Claudio Pizzaro, ið spælir í Bayern
München er eitt dømi um
peruanskan fótbóltsleikara, sum
klárar seg væl í altjóða fótbólti