Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bogi Eliasen Stjórnmálafrøðingur og fótbóltselskari Tá fólk sum eg fáa naskar spurningar um hví vit brúka tíð uppá at hyggja at fótbólti, eitt tápuligt spæl sum fær 22 einstaklingar at renna eftir einum bólti, ja so roynir ein at verja seg við, at fótbóltur onkurs- vegna ímyndar lívið. Í ein- ari samfelagsmeting er tað lítið hóskandi at taka støði í fótbóltsdystum, ella er tað? Sum í flestu suðurameri- konskum londum eru peru- anar garvillir í fótbólti. Nógv verður kjakast um fótbólt, og serliga mennir- nir spæla nógv fótbólt í frítíðini. Hóast hetta er triðja ferðin hjá mær í Peru, er hetta fyrsta ferðin eg havi verið til fótbóltsdyst. Í Arequipa, næststørsta bý- num, sum ikki hevur vunn- ið meistaraheitið síðan fyrst í áttatiárunum, eru tvey fyrstudeildarfeløg, At- letico Universitarío, sum ikki hevur serliga nógv viðhaldsfólk, og Melgar, ið er hjartafelagið hjá býnum. Fyrsti dysturin eg sá, var millum Atletico og Allianza Lima. Atletico hevur heimavøll á tí stóra stadion í býnum, sum rúmar einar 50.000 áskoðarar og har fleiri dystir blivu leiktir í Copa America fyri tveim- um árum síðan. Tað vóru tó neyvan meira enn 5000 áskoðarar til henda dystin. Landafrøðin Landafrøðin í Peru hevur stóra ávirkan á fótbóltin. Arequipa liggur í 2350 metra hædd, so roknast kann við at leikarar úr t.d. Lima, sum liggur í sjó- hædd, møðast skjótari. Heimaliðið, sum lá trið- niðast spældi eisini betur og hevði nakrar risamøgu- leikar, men bólturin vildi ikki inn. Dysturin annars var merktur av nógvum flottum tekniskum detalj- um, sum vit sjálvdan síggja í Norðurevropa, men sam- stundis eisini av sera vána- ligum taktiskum innliti. Tað sást týðiliga at taktisk venj- ing ikki verður raðfest og at plássið á vøllinum bleiv illa gagnnýtt. Eitt annað er sjónleikurin, at fara um koll við hvørt lítið skump og síggja út sum deyðin er í hølunum. Suðurameri- kanskur fótbóltur er í heila tikið merktur av nógvum fríspørkum, og at kortini ikki fella so lætt sum í Evropa. Í hesum dystinum kom ikki samanhangur í spælið, tí tað var fríspark alla tíðina. Aftur til dystin. Hálvleiksstøðan var 0-0 og beinanvegin tá seinni hálv- leikur fór í gongd, sást at spælararnir úr Lima vóru lúgvaðir, men tað tyktikt ikki sum at heimaliðið Atletico Universitario, rættiliga kundi taka sær um reiggj, teir bardust ov lítið, offraðu seg ikki og so skoraði mótstøðuliðið. Atletico hevði hetta kappingarárið satsað, og keypt eitt sterkt lið, men samanhangarur hevur ong- antíð verið í spælinum. Tað sum her verður nevnt "Amor a la camisa" kær- leiki til troyggjuna sum merkir at offra seg fyri felagnum, var ikki at hóma á hesum liði. Bartrogið dómarin Eitt annað merkisvert er málbrúkið frá áskoðarun- um mótið dómaranum Eg lærdi fleiri nýggj ókvæmis- orð á sponskum hesa løt- una. Virðingin fyri dómar- anum er null, hann er heilt einfalt eitt bartrog. Dóm- aratrioðin fær eisini politi- verju, tá hon kemur og fer á vøllin. Mitt í hesum dystin- um fekk dómarin eina plastfløsku í høvdið, sum ein áskoðarin grýtti eftir honum. So byrjaði ein typ- isk suðuramerikonsk til- gongd. Sum alla aðrastaðni fer dómarin yvir til 4. dóm- aran og boðar frá tilburð- inum, hann heitir síðan á stadionfrásøgumannin um at boða áskoðarunum frá, at slíkt óreglusemi ikki ber til, og at fólk skulu sissa seg. Roknaði við, at stutt og strang boð fóru at koma úr hátalaranum. Í staðin bleiv ein lógartekstur um reglu- gerðir á stadion lisin upp í einar tríggjar minuttir. Hvør lurtar eftir einum lógarteksti mitt í einum fótbóltsdysti? Fólksins lið Seinna dystin eg sá, var millum annað oddaliðið Cienciano úr Cuzco, sum vann Copa Sudamerica í fjør, sum kann samanlíkn- ast við UEFA Cup kapping- ina í Evropa. Hesin sigur var við til at geva peruansk- um fóbólti eitt veruligt sjálvsálitsskump. Cien- 20 Nr. 151 - 12. august 2005 Peruanska sálin í fótbólti