fríggjadagur 12. august 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 12. august 2005
27
Á NRK1 mánakvøldið kl. 20.30
Fuglarnir
Filmurin "Fuglarnir" mann
vera ein hin mest vælskip-
aði og álvarsami ræðufilm-
urin, ið ræðslumeistarin,
Alfred Hitchcock, nakran-
tíð hevur gjørt. Filmurin er
frá 1963, og fleiri hava
tulkað hesa søguna um
fuglar, ið loypa á menniskj-
að, sum eina søgu um enda-
liga kjarnorkukríggið, ið
ger ein enda á øllum. Men
filmurin er tó ein sera eyð-
kendur Hitchcock-filmur
við eini væl tilrættislagdari
frásøgu um dulda ræðslu og
ótryggleika, ið brádliga
leggur sín myrka skugga
yvir
gerandisdagin
hjá
nøkrum sera sjálvglaðum
persónum. Høvuðspersón-
urin er hin vælhavandi og
forkelaða Melanie Daniels,
sum fjasast við unga sak-
føraranum Mitch Brenner.
Melanie fer aftaná Mitch til
stóra húsið hjá mammu
Mitch, ið liggur í Bodega
Bay norðanfyri San Fran-
cisco. Á vegnum higar
leggur ein likka á hana, hví
veit hon ikki. Eftir henda
løgna tilburðin, kemur hon
ræðslusligin vegin fram.
Hon ger alt fyri at fáa at
vita so nógv sum til ber um
Brenner-familjuna.
Hon
varnast, at Mitch hevur eitt
heldur óvanligt samband
við sína sera ráðaríku móð-
ir, ið heldur honum í sera
strongum teymum. Melanie
fær eisini at vita, at hann
hevur gingið saman við
lærarinnuni í økinum. Tað
eru hesi fólkini, ið verða
rakt av vanlukkuni, tá fugl-
arnir - svalur, starar, likkur,
uglur og krákur - leypa á.
Melanie og Brenner-familj-
an hava fram um alt leita
eftir tryggleika í lívinum.
Hvussu gera tey nú, tá
ræðslan, ið tey hava roynt
at treingja burtur, er ein
lívshóttandi og veruligur
vandi? Eingin tónleikur
liggur undir filminum, men
í staðin eru effektljóð á
ljóðsporinum, ið stava frá
fuglaskríggi - og hesir tónar
fara ígjøgnum mønu og
merg.
Dokumentarfilmurin
hjá
Margreth Olin fekk sera
góða móttøku av bæði um-
mælarum og fólki annars,
tá filmurin kom út í fjør.
Somuleiðis setti filmurin
av álvara gongd í kjakið um
fólkaskúlan yviri í Norra.
Margreth Olin fylgdi ein-
um 10. flokki við Hauketo
Ungdomsskole í Oslo. Við
Lars von Triers strongu
dogmu-lógum í huga fór
Olin í gongd við at taka
upp. Út av 120 tímum av
upptøkum hevur Olin skap-
að ein dokumentarfilm
uppá 80 minuttir. Og her
síggja vit m.a. rumbul í
skúlastovuni,
adrenalin-
bumbur í fimleikatímun-
um, vónloysi og undirluta-
kenslur, gleðisløtur og ill-
sinnið, sum einans 16 ára
gomul kunnu bera tað fram.
Serliga verður fylgt við ein-
um holdi í motorlæru, sum
av ymiskum orsøkum hevur
valt at síggja burtur frá
teori og heldur leggja seg
eftir einum meiri praktisku-
m skúladegi. Filmurin lýsir
m.a. orkufyltar tanáringar,
ið ikki sleppa av við hesa
orkuna á skúlanum. Vit
síggja eldri og vælmeinandi
lærarar royna sítt besta at
læra frá sær, men ofta er
hetta ein sera stríggin til-
gongd. Olin og hennara
filmslið koma sera nær at
teimum ungu á skúlanum,
ofta tykist tað sum um, at
kamera als ikki er til staðar.
Ungdómarnir bera seg sera
erliga at, og kenslurnar fáa
fult flog, sjálvt um mynda-
tól eru hjá. Hetta dregur
hyggjaran, provokerar og
ger ein áhugaðan í hesum
10. floks næmingunum.
Dok1: Ungdommens Råskap
Ræðufilmurin, klassikarin "The
Birds" eftir Alfred Hitchcock frá
1963
Fuglarnir loypa á, og eingin veit veruliga hví teir gera so.
Melanie og Brenner-familjan hava fram um alt leita eftir
tryggleika í lívinum. Hvussu gera tey nú, tá ræðslan, ið tey
hava roynt at treingja burtur, er ein lívshóttandi og veruligur
vandi?
Á DR2 sunnukvøldið kl. 22.20
Dokumentarfilmuri
n hjá Olin setti av
álvara ferð á kjakið
um norska skúlan
Rumbul í skúlastovuni, adrenalinbumbur í fim-
leikatímunum, forelskilsi, vónloysi og undirlutakenslur,
gleðisløtur og illsinnið, sum einans 16 ára gomul kunnu
bera tað fram - alt hetta er partur av áhugaverda
dokumentarfilminum, "Ungdommens Råskap".