fríggjadagur 12. august 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 151 - 12. august 2005
Fólk søkist
Søkt verður eftir fólki til fulla tíð at byrja skjótast
gjørligt.
Vinarliga sendið umsókn innan mánadagin
12. august.
Postboks 81
Fo - 100 Tórshavn
Tað hevur gingist væl við innsavn-
anini av myndum, serliga nógvar
eru komnar frá tí fyrsta og tí týska
“Skálabergi”. Tunnligt er tó enn við
myndum frá “Nærábergi”, “Draga-
bergi” og “Sjúrðabergi”.
Onnur bókin, í ævisøguni um Kaj
Johannesen úr Hvannasundi, verð-
ur nú skrivað, og kemur, um alt
gongur eftir vild, út í heyst. Hon fer
serliga at snúgva seg um krígsárini
við Skálabergi og Nærabergi. Tíðina
umborð á Dragabergi, Sjúrðarbergi
og týska Skálabergi.
Í hesum sambandi sóknast høv-
undurin eftir myndum frá æviskeiði
hansara. Í fyrstu atløgu hava allar
myndir, sum hava nakað við virki og
lív hansara áhuga. Tað verið seg
myndir umborð á skipi, ikki bara
myndir av Kaj, men eisini av lív-
inum umborð. Myndir av monnum,
sum sigldu við Kaj hava áhuga og
eisini myndir umborð á trolarum,
sum brøður hansara førdu. Eg havi
eisini áhuga fyri myndum tiknum
umborð á øðrum trolarum, av før-
oyskum trolarum undir fiskiskapi.
Gerandismyndir av arbeiðsgevar-
anum hjá Kaj, J. F. Kjølbro, hava
stóran áhuga.
Liggja tit inni við slíkum myndum,
so hevði eg verið ógvuliga fegin, um
tit settu tykkum í samband við meg.
Forlagið Hellurnar
v/Jústinus Leivsson Eidesgaard
Ovaragøta 1 · 188 Hoyvík
Tel. 22 31 43 · justinus@post.olivant.fo
Myndir til ævisøguna um Kaj
vinarliga
Jústinus Leivsson Eidesgaard,
rithøvundur
Lagaligar løtur vóru ikki nógvar hjá einum manni sum var mynstraður yvir 300 dagar um árið í eitt 15 ára
skeið frá 1958 til 1964. Her er ein mynd á trolaradekki og ein á ferð uttanlands saman við konuni.
“Næráberg”, “Dragaberg”, “Sjúrðarberg”
Eftirlýsing: Einaferð Kaj hevði frítúr, avgjørdi manningin á “Sjurðarberg” at teir
skuldu hjálpa tí unga stýrimanninum, Martin Sivertsen, at sláa metið fyri skjótan
túr. Teir strevaðust heilt út av nálinini og tað eydnaðist. Túrurin hevur verið
miðskeiðis í fimtiárunum og teir royndu eystanfyri. Veit nakar at siga frá hesum
túri?