fríggjadagur 12. august 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 12. august 2005
29
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Snúsfornuft:
Alt hevur
sín »prís«
Ein
nýggj
svensk
kanning kom til tað
úrslit, at menn sum
snúsa tvífalda vandan
fyri yvirvekt og ovur-
fiti.
1782 menn í aldr-
inum 40-60 ár vóru
við í kanningini, sum
vísti, at teir sum snúsa
og fyrr høvdu roykt,
høvdu tvífalt so skjótt
við at blíva tjúkkir,
enn menn sum ikki
høvdu
havt
nakað
tilknýti til tubbak. Teir
flestu við normalari
vekt høvdu ikki nýtt
tubbak.
Aðrar
kanningar
vísa tað sama, at tað er
samanhang
millum
brúk av snúsi og vand-
an fyri høgum blóð-
trýsti og hjarta- og
æðrasjúkum.
Hóast
granskarar
ikki vita, hví snús hev-
ur ávirkan á vektina,
vita teir, at tubbak
ávirkar forbrenning-
ina, og at frígeringin
av fríum fitikyknum
og strongdhormonin-
um kortisol økist.
Kelda: Sunnhetsbladet
Eg gleði meg til tann
dag, tá kropsrøkt
verður javnsett við
tannrøkt í skúlunum,
sigur Leila á Lofti frá
Fysioterapi á Argjum,
sum í sambandi við at
skúlarnir nú skjótt
byrja aftur, hevur
nøkur góð ráð um
kropsrøkt hjá børn-
um
KROPSRØKT
Tey smáu telja dagarnar.
Tey eru spent og vita ikki
nógv um tað er sum fer at
koma, annað enn tað, tey
eldru systkini siga frá.
Barnagarðsbørnini
hava
ivaleyst verið og vitja bæði
skúla og frítíðarskúla, so
heilt fremmant er tað ikki.
Men eitt hevur sett seg
fast í teirra lítla fitta høvd,
hetta, at tey skulu til at sita
still.
Sum fysioterapeutur eri
eg av teirri áskoðan, at
børnini sjálvandi skulu røra
seg, er tørvur á tí. Vit skulu
als ikki órógva skipanina
hjá hesum smáu kroppum,
ið eru í menning, kropslig-
ari sum sálarligari. Harvið
er ikki sagt, at børnini
skulu sleppa at órógva
flokkin og frálæruna -
sjálvandi ikki.
Skal barnið klára at sita
nøkulunda friðarligt í tím-
anum, mugu nógvir faktor-
ar ganga upp í eina hægri
eind.
Ein faktorur er krops-
røktin, tvs. at barnið er væl
fyri kropsliga, at tað rørir
seg nógv og sleppur at
royna seg kropsligt. Í skúla-
num verður hetta at gera í
fríkorterunum og í fim-
leika- og svimjitímunum.
Skúlataskan kann
geva trupulleikar
Ein annar faktorur er skúla-
taskan. Børnini mugu ikki
vera móð í ryggi og akslum
av ov stórari og tungari ella
skeivt hongdari skúlatasku.
Skúlataskan
skal
ikki
hanga niðri á rumpuni, har
hon dregur næmingin aftur-
av, nei hon skal upp á rygg-
in, hvíla inni við ryggin, so
tætt sum gjørligt.
Hongur skúlataskan ov
langt niðri, og enn verri, er
hon er ov tung, so vil næm-
ingurin
ótilvitað
flyta
kropsburðin soleiðis, at
hann heldur sær uppi, hetta
endar aloftast við einum
heilt skeivum kropsburði,
har vøddarnir troyttast alt
ov skjótt, og liðirnir ikki
sleppa at styrkjast og har
liðbondini vikna. Alt hetta,
saman við lítlari rørslu og
ov fáum kropsligum av-
bjóðingum vil hjá tí annars
fríska barninum gera, at
leidningarnir (nervalagið)
ikki búnast sum tað skal, og
heilin, sum goymir øll boð
frá kroppinum, ja, hann
leggur skeiv boð í onkra av
sínum mongu skuffum.
Verður hon ikki hongd
røtt upp á barnið, nú tað
skal byrja í skúlanum, kann
tað geva barninum ein
skeivan kropsburð, ið kann
verða ringur at broyta
seinni. Tað kann lættliga
geva barninum pínu, og tá
er ikki lætt at fylgja við.
Eg gleði meg til tann dag,
tá kropsrøkt verður javnsett
við tannrøkt í skúlunum.
Kelda: www.fysio.fo
Kropsrøkt átti verið javnsett
við tannrøkt í skúlunum
Her eru systrarnar Natasha og Emma á veg í skúla. Natasha hevur eina skeivt hongda skúlatasku, meðan Emma hevur hongt
sína rætt
Mynd: Álvur Haraldsen