fríggjadagur 12. august 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15 ára gamla Herborg
Hansen hevur ofta
verið á ungdómsleg-
um áður. Nú er hon
aftur í Nesvík, saman
við eini vinkonu úr
Klaksvík. – Her er
gott at vera, tí vit eru
so nógv, og tí vit
hoyra um Jesus, sigur
hon
UNGDÓMSLEGA
Snorri Brend
Nesvík: – Nei, nei. Hóast
mær dámar væl at telva, so
havi eg ikki tikið talvborðið
við mær á leguna. Onkutíð
má ein hava frí frá telving-
ini!, sigur Herborg bros-
andi.
Herborg dámar væl at
telva, og hevur tvær ferðir
vunnið FM í talvi fyri ung-
lingar við Klaksvíkar Talv-
felagi – seinnu ferðina fyrr
á árinum. Og so dámar
henni væl at spæla flogbólt
og fótbólt.
Umframt alt hetta, so
dámar henni eisini væl at
ganga til andalig tiltøk í
Klaksvík. Hon er á ung-
dómsmøtum bæði í KFUM
&K og í Betesda.
- Eg havi verið á fleiri
legum á Zarepta, men hetta
er so aðru ferð at eg eri her
í Nesvík. Og her er gott at
vera, sigur hon.
Í fríløtuni seinnapartin
mikudagin vóru hon og
vinkona
hennara,
Lilja
Thorsteinsson úti á grøna
vøllinum og tóku nøkur
skot framvið flogbóltsnet-
inum.
- Tað er altíð gott at hava
onkran, sum man kennir at
fylgjast við, sigur Herborg.
Góðar breytir
Heimamissiónin skipar í ár
fyri tveimum ungdómsleg-
um. Á teirri fyrru leguni
vóru eingi fólk úr Klaksvík,
helst orsakað av Summar-
festivalinum har.
Men á hesi leguni eru
fleiri hagani – teirra millum
Herborg og fleiri onnur,
sum hon kennir úr Klaks-
vík.
Og hon hevur higartil verið
sera fegin um alt tað, hon
hevur verið við til á hesi
ungdómsleguni.
- Mær dámar væl at tosa
við onnur fólk, og at spæla
flogbólt.
- Og eg haldi eisini, at
evnini á øllum hesum ym-
isku breytunum, sum vit
kunnu velja millum, hava
verið sera áhugaverd, sigur
hon.
At tað eru so nógv onnur
ungfólk úr øllum landinum
savnaði á leguni, fegnast
hon eisini um.
- Ein kemur at kenna
nýggj fólk, og so kenni eg
eisini nógv onnur frá fyrr
av, sigur hon.
Millum
luttakararnar
hevur hon eisini heilsað
uppá ein drong úr Vágum,
sum hon onkutíð hevur
møtt í sambandi við talv-
kappingar kring landið.
Gott at hoyra umaftur
Evnið fyri bíbiltímarnar á
hesi ungdómsleguni er bøn-
in Faðir Vár.
Og hesa undirvísingina
hevur Herborg eisini verið
glað um.
- Vit hava higartil lært um
tríggjar tær fyrstu bønirnar
í Faðir Vár.
- Hóast eg havi hoyrt um
tað fyrr, so er tað altíð gott
at hoyra tað enn einaferð,
sigur hon.
Á møtunum um kvøldar-
nar og í samband við mál-
tíðirnar er altíð vitnisburðir
á skránni. Hetta hevur eis-
ini verið við til at gera leg-
una góða og spennandi.
30
Nr. 151 - 12. august 2005
Breytir
Á leguni er hvønn dag
møguleiki at velja seg inn
á onkra breyt við
áhugaverdum evnum.
Mikudagin vóru hesir
møguleikar:
Kór
Capture the Flag
Gongutúrur
Filmur:The Passion of
Christ
Filmur: Luther
Sminku-kapping
Gott at vera saman við góðum fólki
170 ungfólk á einum staði
Nesvík: Seinna ungdómslegan í
summar byrjaði mánadagin og endar í
morgin.
Á leguni eru 170 ungfólk kring alt
landið savnaði saman. Her hoyra tey
um Gud, tey hava nógv ymiskt á
skránni og tey brúka nógva tíð bara at
tosa saman.
Tey hava eisini havt serstøk tiltøk um
kvøldið. Mánakvøldið var konsert við
kenda bólkinum Proclaim, og
týskvøldið var ungdómsgudstænasta
við altargongd í Norðskála kirkju, har
Jóannes Fonsdal og Emil Olsen
luttóku.
Tað eru ikki bert menn,
sum verða føddir við ár
í hond. Genturnar
royna seg eisini við
árunum, men ikki er so
lætt at rógva, tá eingir
tollar eru
Hon hevur verið til
sminku-kapping og
hár hennara er
gjørt til