fríggjadagur 12. august 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 151 - 12. august 2005
31
Dagsskráin
Mikudagur 10. august
9:00
Útpurring
9:10
Morgunmatur
10:00
2. bíbiltími: "Guds góði vilji" v. Christian Joensen.
Bólkaarbeiði í kømrunum
12:00
Døgurði, við einum vitnisburði
13:00
Kioskin opin/leiðarafundur
14:00
Breytir (nógv spennandi)
15:45
Frívilligur drekkamunnur
16:00
Frívilligar breytir
18:00
Nátturði, við einum vitnisburði
19:00
Kioskin er opin.
Samtalu og forbønarrúmið er opið til kl. 22:00
19:30
Sang- og vitnimøti
22:00
Drekkamunnur og hugnaløta: Dagurin í myndum
00:00
Frívillig bønarløta
01:00
Góða nátt. Andakt inni á kømrunum
Matarskrá
Mikudagur 10. august
Morgunmatur
Kornflakes
Hitaðir bollar
Smør, ostur, súltutoy,
sukurlátupálegg
Døgurði
Gullash (45 kg.)
Eplir (50 kg.)
Salat: 4 kinakál, 6 reyðar
piparfruktir, 6 grønar
piparfruktir. Møguliga rosinur
og kokus í eina skál við
síðuna av.
Drekka seinnapart
Saft, kaffi, te, frukt
Nátturði
Rugbreyð (12 stk.)
Livurposteik (uml. 4 dósir),
agurk, servelatpylsa,
speigupylsa, uml. 120 egg,
høsnasalat (x 16 – uppskrift
úr Góðaráð), banan.
Kvølddrekka
Pannukøkur og skuffukaka
Magni Selfoss úr Sør-
vági er á leguni sam-
an við fýra øðrum úr
heimbygdini. – Her er
bara festligt at vera,
sigur hann
UNGDÓMSLEGA
Snorri Brend
Myndir: Bárður
Nesvík: - Hetta er triðja
árið á rað, at eg eri á hesum
ungdómslegunum, sigur 16
ára gamli Magni.
Hann hevur verið sera
fegin um tær undanfarnu
legurnar, og tí ynskti hann
at koma við eisini á hesa
leguna.
- Tað angri eg ikki. Her er
ordiliga skeg, sigur hann.
Vit fingu orð á hann
seinnapartin henda miku-
dagin, meðan ein fríløta var
á skránni. Um stutta løtu
var næsta punkt á skránni.
Ringt at skilja alt
Á skránni fyri hesa ung-
dómsleguna er mangt og
hvat spennandi við áhuga
fyri tey ungu.
Tað eru tó nøkur ting,
sum Magna hevur dámað
sera væl við leguni:
- Mær dámar væl at
koma saman við øðrum
ungfólkum. Tað er so dei-
ligt bara at hyyygga sær og
práta saman við øll hini.
- Og so er tað eisini so
gott at hoyra um Gud, sigur
hann.
Evnið á leguni í ár er
bønin Faðir Vár, og tað er
ein bøn, sum Magni eisini
kennir frammanundan.
- Tað er eitt sindur ringt
at skilja alt, men eg havi so
fingið okkurt burtur úr
kortini, m.a. tað at tað eru
sjey bønir í Faðir Vár, sigur
hann.
Samrøðan er liðug, og
Magni skundar sær avstað.
Sum ein av ídnu fótbólts-
spælarunum í Sørvági, skal
hann nú gera seg kláran til
enn ein dyst.
Klokkan 16 er fótbólts-
kapping á skránni. Og so er
hann flogin.
Magni Selfoss hevur verið trý ár á rað á ungdómslegum í Nesvík. – Her er gott at vera, sigur
hann
Lilja og Herborg
(h.m.) dáma væl at
spæla flogbólt. Her
royna tær seg við eini
blokering
– Skilji ikki alt
Hevur ein ikki hug
at spæla fótbólt
uttandura, so er
altíð møguleiki at
hita upp við
fótbóltsspæli
innanveggja. Her
gongur hart fyri
seg
Lokið verk í sminku-
kappingini, og nú skal
so úrslitið avmyndast
Summir kokkar »forderva« matin. Hesir eru kortini ikki millum teirra, her tey eru í ferð við at baka pannukøkur til 170 ungfólk