Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 152 - 13. august 2005 almannastovan@almannastovan.fo . www.almannastovan.fo Rók søkir starvsfólk. Í tí dagliga arbeiðnum leggur Rók dent á . At hava fyrilit til menningina, aldrinum og tørvinum hjá tí einstaka barninum. . At tað er gott samband og tilknýti ímillum tað einstaka barnið og starvsfólkið. . At barnið kennir seg sum ein týdningarmiklan lið í einum sosialum felagsskapi. . At menna samskifti, sjálvhjálp og sjálvsvirði. . Tryggleika, umsorgan og nærveru. . Virksemi, sum hóskar til aldurin og menningina hjá tí einstaka barninum. Søkt verður eftir Søkt verður eftir starvsfólki til dagstovnin Rók í Saltnesi Vit vænta at tú hevur viðkomandi útbúgving, so sum pedagogur, fysioterapeutur, ergoterapeutur, sjúkrarøktarfrøðingur ella royndir á økinum. Á stovninum eru 9 børn. Ætlanin er at taka stovnin í nýtslu 1. september 2005. Størvini verða sett við einum vikuligum tímatali millum 20 og 40 tímar. Vit ynskja Okkara ynski er at tú ert virkin og nýhugsandi, hevur góð sam- starvsevni og arbeiðir sjálvstøðugt við at loysa uppgávunar í tráð við endamálið hjá stovninum og teir málsetningar stovnurin hevur. Vit kunnu bjóða Eitt áhugavert starv, har tú saman við øðrum fakfólki og hjálparfólkum fært møguleika fyri at byggja upp eitt spenn- andi pedagogiskt umhvørvi á einum nýggjum stovni. Meir fæst at vita Nærri upplýsingar um starvið í Rók fáast við at venda sær til: Hanna Juul, leiðari, á telefon 447003. Umsóknir Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 15. august 2005 kl. 9.00. Send umsóknina til: Almannastovan, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. Rók er ein dagstovnur fyri børn undir 18 ár við fjølbreki, har møguleiki eisini er fyri umlætting. Endamálið við Rók er at skapa eitt trygt grundar- lag fyri børnini, har tey kenna seg væl, verða vird, eru við í sosialari samveru og fáa eitt mennandi tilboð saman við neyðugu venjingunum. Endamálið við hesum dagstovni er at royna eina nýggja skipan við einum tilboði, har fjølbrekað børn verða stimbrað og ment, og har ansing, viðgerð og umlætting av fjølbrekaðum børnum verður samantvinnað á einum staði. Rók er dagstovnur undir Almannastovuni. Nýggjur stovnur til fjølbrekað børn