leygardagur 13. august 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2005
5
– ÍSF megnar ikki nóg
væl at virka fyri
felagsítróttaligum
áhugamalum. Tí skal
felagsskapurin
styrkjast umsitingar-
liga og fakliga. Ein
liður í at bøta um
hetta er at taka lut í
altjóða samstarvi – tí
eiga Føroyar at átaka
sær at skipa fyri
Oyggjaleikunum í
2015, heldur arbeiðs-
bólkur, sum hósdagin
lat mentamála-
ráðharranum álit um
ítróttarpolitikk
ÍTRÓTTARPOLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
Eirikur@sosialurin.fo
Hósdagin fekk Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður í
mentamálum, eitt álit um
almennan ítróttapolitikk,
sum arbeiðsbólkur við um-
boðum fyri Mentamálaráð-
ið og Ítróttasamband Før-
oya hevur skrivað.
Ítrótturin hevur ómeta-
liga stóran mentanarligan
og samfelagsligan týdning.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum setti tí á
sumri 2003 arbeiðið í
gongd at orða ein almennan
ítróttapolitikk.
Umframt at lýsa, hví tað
er umráðandi við virknum
og miðvísum almennum
ítróttapolitikki, skuldi ar-
beiðsbólkurin lýsa støðuna
hjá ítróttinum í Føroyum í
dag sum heild, og greina
framtíðarvisjón og menn-
ingarætlan fyri almenna
ítróttapolitikkin.
Í arbeiðsbólkinum hava
sitið Katrin Joensen og
Sølvi Reinert Hansen fyri
ÍSF, og Jóan Petur Hentze
fyri Mentamálaráðið.
Arbeiðsbólkurin
metir
vera av stórum týdningi, at
gongd nú verður sett á eitt
veruligt og støðugt ítrótta-
politiskt kjak.
Høvuðsniðurstøðan
í
álitinum er, at føroyska
ítróttarørslan stendur ov
spjadd, og at ÍSF sum yvir-
skipaður
og
savnandi
landsfelagsskapur
fyri
føroyskan
ítrótt
undir
núverandi
skipan
ikki
megnar
at
virka
fyri
felagsítróttaligu áhugamál-
unum í nóg stóran mun, og
harvið at standa fyri eini
støðugari
menningartil-
gongd hjá ítróttinum sum
heild.
Tað er tí neyðugt, at ÍSF
verður styrkt umsitingar-
liga og fakliga. Arbeiðs-
bólkurin vísir í hesum sam-
bandi á, at ÍSF í samstarvi
við ymsu sersambondini
eigur at skipa umstøður fyri
virknari og áhaldandi før-
oyskari luttøku og sjónlig-
gering í altjóða samstarv-
inum umframt at skipa fyri
miðsavnaðari
førleika-
menning.
Ein liður í menningar-
tilgongdini er, at Føroyar
átaka sær at skipa fyri
Oyggjaleikum aftur. Hósk-
andi høvi til hetta er 2015.
Heldur enn eitt avmarkað
mál í sær sjálvum, skulu
Oyggjaleikirnir
brúkast
sum partur av einari mið-
savnari menningtilgongd
innan føroyskan ítrótt.
Tað er ítrótturin sjálvur,
ið hevur ábyrgdina av at
seta út í kortið tey ítøkiligu
langtíðarmálini fyri ítrótta-
liga virksemið og menning-
ina av hesum. Um hesi mál
skulu røkkast er neyðugt, at
samstarv verður skipað
millum ÍSF og sersambond
tess
og
almennu
og
kommunalu myndugleik-
arnar. Tí er eisini neyðugt,
at politisku myndugleik-
arnir seta orð á, hvørji mið
og mál almenni stuðulin til
ítrótt skal hava, verður sagt
í áltinum.
Tey mongu fólkini, ið
høvdu leitað sær í
Norðurlandahúsið
hóskvøldið at hoyra
hjúnini Rúna og
Susanne Brattaberg
fingu eina framúr
góða tónlistarliga
uppliving
LISTASTEVNAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Flestallir áhoyrarnir vóru á
einum máli um, at talan
hevði
verið
um
eina
fantastiska konsert, tá ið
Rúni og Susanne Bratta-
berg saman við Føroya
Symfoniorkestri
undir
leiðslu
av
Bernhardi
Wilkinson høvdu framført í
Norðurlandahúsinum. Tey
bæði sungu hvør sær, og
talan var um tvey heilt
ymisk sløg av operasangi,
ið tey bæði framførdu.
Susanne tók øll á bóli
Tað var Rúni Brattaberg, ið
legði fyri. Hansara sangur
var framførdur á einum
slagi av einum norrønum
máli, sum var ógvuliga
mystiskt og hugtakandi,
sum onkur kønur málbar
seg eftir konsertina.
Undan framførsluni hjá
Rúna greiddi Árni Dahl,
málfrøðingur, frá sanginum
hjá Rúna, og hvat ið verkið
var um. Um framførsluna
hjá Rúna Brattaberg er at
siga, at hon livdi upp til tað,
ið fólk væntaðu. Talan var
tó ikki um traditionella
operu, men heldur um nýtt
og eksperimenterandi tilfar,
ið brýtur eitt sindur frá tí
klassiska.
Tá ið Rúni var liðugur
við sína framførslu, trein
kona hansara, Susanne, á
pallin. Nú skifti stílurin
fullkomiliga, og áhoyrar-
afjøldin slapp at hoyra tann
kenda og populera opera-
tónleikin við brotum úr eitt
nú Carmen. Í mun til Rúna
visti
føroyska
áhoyrarafjøldin ikki, hvat
ið
væntast
kundi
av
Susanne, men tað er neyvan
at taka munnin ov fullan at
siga, at hon fullkomiliga
tók øll á bóli. Umframt at
syngja framúr væl, dugdi
Susanne Brattaberg eisini
ómetaliga væl at framføra,
og hon livdi seg inn í
sangin við bæði rørslum og
framburði. At áhoyrararnir
dámdu væl framførsluna
hjá Susanne var eisini sjón
fyri søgn, tí hon bleiv
klappað inn aftur á pallin
fleiri ferðir.
Sum áðurnevnt var tað
Føroya
Symfoniorkestur
undir leiðslu av Bernhardi
Wilkinson, ið spældi undur,
og fleiri tónleikakøn vildu
verða við, at talan var um
eina tað bestu framførsluna
hjá orkestrinum nakrantíð.
Ikki minst var tað stuttligt
at síggja orkesturleiðaran,
Bernhard Wilkinson, sum
veruliga livdi seg inn í
hvønn einstakan sang.
Nærkast endanum
Konsertin
við
teimum
báðum Rúna og Susanne
Brattaberg var ein partur av
árligu Listastevnuni, sum
nú nærkast endanum.
Um vikuskiftið hevur
Annika
Hoydal
tvær
konsertir í Sjónleikarahús-
inum, og Pipar og Salt fara
at hava fleiri framførslur
fyri
fullum
húsum
í
Norðurlandahúsinum
næstu dagarnar.
Einrøðuleikurin Sellofan
er framvegis á skránni á
Meiarínum, og higartil
hevur hvør einasta sýning
verið útseld.
Leygarkvøldið
verður
skipað fyri dansinátt við
føroyskum dansi í Gisting-
arhúsinum í Øravík, og
kórið Ljómur úr Vági hevur
konsert í Listaskálanum í
Havn og Fríðrikskirkjuni á
Toftum leygardagin.
Tá ið vikuskiftið er farið
aftur um bak, er skráin fyri
hesa
Listastevnuna
tó
liðug, og fólk noyðast at
brynja seg við toli til
komandi ár.
Ítróttarrørslan stendur ov spjadd
Operahjúnini bergtóku fjøldina