Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 152 - 13. august 2005 Vinnunevndin tekur ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninu m, Bjørn Kalsø, um at áseta fullkomið veiðubann fyri skip og bátar í summarfrítíðini NEVNDARVIÐGERÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Broytingaruppskotið í lóg- ini um vinnuligan fiski- skap, sum varð lagt fram av landsstýrismanninum, Bjørn Kalsø, á ólavsøku, er nú liðugt viðgjørt í vinnu- nevndini. Nevndin hevur býtt seg sundur í ein meiri- luta og minniluta. Meirilut- in er mannaður av sam- gonguni, meðan andstøðan er í minniluta. Eitt av broytingarupp- skotunum hjá landsstýris- manninum var at áseta full- komið veiðubann eftir botnfiski í styttri tíðarskeið á hásumrið. Hvørki meir- lutin ella minnilutin í vinnunevndini sigur seg ikki taka undir við veiðu- banninum hjá skip og bát- um í summarfrítíðini. Í viðmerkingunum hjá meirlutanum kemur fram, at veiðubannið hvørki hev- ur vunnið stóra undirtøku millum umboðini frá fiskivinnuna, ið hava verið innkallað í vinnunevndina undir viðgerðini, og ei heldur millum nevndarlim- irnar í vinnunevndini. – Meirilutin tekur tí ikki undir við hesum uppskotin- um beint nú, men mælir til, at spurningurin verður við- gjørdur gjøllari saman við vinnuni, og at málið síðani kann verða lagt fyri løg- tingið í einum nýggjum uppskoti, sigur meirlutin. Minnilutin, sum telir Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, tekur hel- dur ikki undir við uppskot- inum hjá landsstýrismann- inum við at áseta fullkomið veiðumann á Bara fiskidagar Í álitinum frá vinnunevndini fýlist minnilutin í vinnunevndini á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, valdi at leggja aðrar broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap fram á ólavsøku enn ásetingina av talinum av fiskidøgum komandi fiskiár. Minnilutin heldur tað hevði verið nógv greiðari, um landsstýrismaðurin hevði hildi ásetingina av fiskidøgum og aðrar broytingar í lógini fyri seg. Hetta hevði havt við sær, at Vinnunevndin, Fiskivinnuráðið og fiskivinnan høvdu havt betri stundir at viðgera broytingaruppskotini hjá landsstýrismanninum. Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen siga, at tað er ógvuliga torført at viðgera broytingaruppskotini á nøktandi hátt, tá skotbráið er so stutt. Vinnunevndin ynskir ikki veiðubann Ein samd vinnunevnd heldur ikki, at landsstýrismaðurin skal áseta fullkomiligt veiðubann fyri skip og bátar í summarfrítíðini Mynd: Savnsmynd Fýri átta árum síðani bílegði avstraliumað- urin Roger Cundell eitt videoband úr Vestmanna. Bandið kom ongantíð fram, og nú er hann sjálvur komin allan vegin úr Avstraliu til Føroya eftir videobandinum DÝRT VIDEOBAND Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo – Eg ferðaðist í Føroyum í 1997 saman við konuni. Vit fóru ein túr til Vestmanna fyri at síggja bjørgini og fuglarnar. Tað var Palli Lamhauge, ið silgdi okkum út til bjørgini. Tað var ein góður túrur, sigur 87 ára gamli Roger Cundell. – Eftir túrin spurdu vit, um vit ikki kundu fáa videobandið, sum var gjørt um Vestmannabjørgini. Palli segði, at hann hevði onki videoband júst í teirri løtu, men at hann kundi senda tað til okkum í Avstraliu, um vit góvu hon- um pengarnar beint nú. Tað helt eg vera eitt gott hug- skot, og eg gav honum 20 dollarar, og vit fóru avstað »down under«. – Eftir ein mánað ella so var onki videoband komið fram í Avstraliu. Eg skrivi tískil eitt lítið bræv til Hr. Palla Lamhauge, men eg fái onki svar. Eg hugsi, at hetta er ikki gott. Síðani skrivi eg til ferðaskrivstovuna í Tórs- havn og fregnist, »Hvar er mítt videoband? Kanst tú fáa hasi fólkini til at lætta sær á og senda mær video- bandið?« Men frá teimum fái eg heldur onki svar. – Nú havi eg so ferðast 12.000 míl til Føroya, og tað hevur kostað mær 67.500 krónur at fáa konu mína og meg sjálvan hendavegin eftir video- bandinum og taka tað heim. Eitt heldur dýrt videoband, sigur Roger Cundell, sum er farin aftur til Avstraliu við videobandinum. Úr Avstraliu til Føroya eftir videobandi Hann kom, hann sá, og hann tók videobandið, sum hann hevði bílagt og goldið fyri átta árum síðani, men sum ongantíð var komið fram Mynd: Jens Kr. Vang