Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 13. august 2005 7 Serfrøðingar rokna við, at oljuprísurin hækkar enn meira. Higartil eru høgu prísirnir tó ikki nakar stórvegis meinbogi fyri føroysku húsarhaldini OLJA Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Oljuprísurin er í skrivandi stund 66 dollarar fyri tunn- una. Hetta er tann hægsti prísurin á ráolju nakrantíð, og samstundis er dollarin komin rættiliga væl fyri seg. Enn verður olja ikki pumpa úr føroysku undir- grundini, og tískil hevur høgi prísurin bert neiliga ávirkan á føroyska samfel- agið. Serfrøðingar rokna við, at oljuprísurin hækkar enn meira Peak Oil Nógvar eru metingarnar um, hvør prísgongdin verð- ur fyri oljuna. Ein av teim- um, sum vekir nógvan ans í løtuni, og eisini tann mesti dapurskygda, er peak oil ástøðið. Uppkallað eftir einum jarðfrøðingi snýr ástøðið seg í stuttum um, at eftirspurningurin eftir olju veksur og vekstur, og framleiðslan megnar ikki altíð at fylgja við. Tað merkir ikki, at eingin verð- ur eftir. Tað merkir, at eftir- spurningurin er so stórur, at tað verður trupult at fylla goymslurnar, og harvið verður veksur prísurin enn meira. Nær tað sokallaða »peak« verður er ilt at meta um. Eitt boð er 2007, men eisini onnur boð eru. Teir mest svartskygdu serfrøð- ingarnir rokna við, at oljuprísurin hækkar seks- falda, og aðrir rokna við, at prísurin »bert« verður tví- faldaður. Serfrøðingarnir, ið heilt ella partvíst taka undir við peak oil ástøðinum, meta, Tað kann vera, at prísurin lækkar eitt avmarkað tíðar- skeið í næstum, men ser- frøðingar meta, at í prísurin fer at hækka yvir longri tíð. Viðurkenda blaðið The Economist skrivar í sein- astu útgávuni, at vøksturin í búskapinum er størri enn vøksturin í oljuprísum orsaka av støðuni í Kina, sum bæði krevur meira olju, men eisini innflytur nógv meira vøru. Tað vil siga, at økti eftirspurn-ing- urin eftir øðrum vørum enn olju er so stórur, at tað munar ikki stórvegis, at oljan er vorðin so dýr. Ikki til at vita Stjórin fyri Statoil í Føroy- um, Niels Juel Nattestad, heldur tað vera púra ómøguligt at siga nakað um, hvør prísgongdin verð- ur. – Spyrt tú fimm ymsar serfrøðingar, so fært tú fimm ymisk svør, sigur Niels Juel Nattestad. Men hann ásannar, at tað er ein stór risiko fyri, at prísurin á olju framhald- andi fer at hækka. Og eftir- spurningurin hjá føroysku kundunum ávirka als ikki prísin. Føroyingar mugu finna seg í tí prísi, ið verður ásettur á heimsmarknaðin- um. – Í løtuni er eingin goymsla av týdningi, og tískil ber ikki til at økja framleiðsluna fyri at lækka prísin. Men tað er spurn- ingurin nær keypararnir ikki kunnu fylgja við prís- inum, soleiðis at eftirspurn- ingurin lækkar, sigur Niels Juel Nattestad. Statoil hækkaði seinast prísin á brennievni fyri tveimum døgum síðani. Vanligu húsarhaldini kunnu entin rinda eitt fast gjald um mánaðin, ella rinda dagsprísin tann dagin, tank- in verður fyltur. – Teir kundarnir, sum rinda fast gjald, hava merkt eina hækkansíðani árskift- ið. Og við verandi oljuprís- um hækkar hesin prísurin enn meira, sigur Niels Juel Nattestad. Ikki stórvegis trupulleiki Øssur Nolsøe, økisleiðari hjá Føroya Sparikassa, sig- ur, at tað skal ikki forsmá- ast, at príshækkingar ávirka húsarhaldini, men tað er í løtuni eingin stórvegis trup- ulleiki. – Fólk rinda í miðal einar 400-500 krónur meira um mánðin fyri oljuna. Tað er greitt, at fólk onkursvegna merkja hetta, men vit meta hetta ikki hetta sum ein stóran trupulleika hjá hús- arhaldanum fyri at fáa endarnar at røkka saman, sigur Øssur Nolsøe. Rentan er í løtuni lág, og prísvøksturin sum heild í samfelagnum hevur ikki verið stórur, leggur Øssur Nolsøe afturat. – Tá vit gera fíggjarætl- anir hjá húsarhaldum, so leggja vit eisini upp fyri einum vøkstri í útreiðslun- um, sigur Øssur Nolsøe, sum ikki dugir at siga, hvussu nógv rentan og olju- prísur skulu hækka, so tað veruliga fer at merkjast hjá húsarhaldanum. – Byrja vit at veita rakstrarstuðul, so gerst tað ein óendalig útreiðsla fyri landskassan, sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur. Vit eiga heldur at umhugsa at lata umleggingarstuðul VINNUSTUÐUL Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ein av teimum, sum metir at ástøðið um peak oil vera sannlíkt er búskapar- frøðingurin Magni Laksá- foss. Ì øllum førum kann hann taka undir við, at prísurin á olju støðugt tykist at vaksa. Og av hesari orsøk kann hann ikki taka undir við, at rakstrarstuðul verður veittur til fiskiflotan. – Byrja vit at veita rakstrarstuðul, so gerst tað ein óendalig útreiðsla fyri landskassan. Stuðulin verður ikki minkaður aft- ur, tá prísirnir bara veksa, sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur. Hann sigur við øðrum orðum, at høgi oljuprísur- in ikki skal metast sum ein fyribils støða, og tískil kann rakstrarstuðul ikki veitast við teirri grund- geving at hjálpa eitt ávíst avmarkað tíðarskeið. Leggja um Men búskaparfrøðingurin metir tað heldur vera skilagott at veita stuðul ella hjálp til at leggja um til eitt nú onnur sløg av brennievni. – Vit kunnu heldur stuðla vinnuni at leggja um til at nýta aðrar orku- keldur ella annan reið- skap, ið krevur minni orku. Somuleiðis eiga vit at umhugsa at stuðla hús- arhaldunum at royna orkusparandi loysnir, sigur Magni Laksáfoss. Hann vísir á, at líknandi loysnir eru royndar við góðum úrsliti í øðrum londum. – So leingi prísurin á olju støðugt hækkar, so byrja aðrar orkukeldur at gerast munandi meira burðardyggar, og tað mugu vit eisini hava eyg- uni eftir í Føroyum, sigur Magni Laksáfoss. Ein stuðul til umlegg- ing til aðrar orkukeldur kann t.d. skipast sum stuðul til royndarverkætl- anir, har ymsar loysnir verða royndar, ella sum beinleiðis íløgustuðul, har tað almenna letur ein part av umleggingarkostnað- inum, heldur Magni Laksáfoss. Oljuprísurin bara hækkar Oljuprísurin hevur ongantíð verið so høgur. Men enn kunnu føroysku húsarhaldini tola tað Mynd: Àlvur Haraldsen Umlegging heldur enn stuðul