Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 152 - 13. august 2005 - Eg dugi eisini at skriva R og A, og har- aftrat navnið hjá mær, sigur Brandur Áslaksson í Funn- ingsfirði. Mánadagin skal hann á fyrsta sinni inn um skúlans gátt sum einasti næmingur í 1. flokki við Funningsfjarðar skúla. – Eg gleði meg, men eg eri eisini eitt sindur nervøsur, sigur hann FYRST SKÚLADAGUR Snorri Brend Myndir: Bárður Funningsfjørður: - Eg gleði meg mest til at sleppa at svimja. Ein av teimum 696 næm- ingunum sum byrja í 1. flokki komandi mánadag er Brandur Áslaksson í Funn- ingsfirði. Fyri hann verður hesin dagurin byrjanin til eitt nýtt kapittul í lívi hansara, nú hann á fyrsta sinni fer inn um skúlans gátt sum næm- ingur. Nú verða spæl og dagrøkt avloyst av skúlastovu, lær- ara, skúlatingum – og seinni í lívinum royndir og ársroyndir. Alt hetta hevur kortini ikki tikið mótið frá lítla Branduri, sum gleðir seg at fara í Funningsfjarðar skúla mánamorgunin. - Eg gleði meg, men eg eri eisini eitt sindur nervøs- ur, kemur tað stillisliga frá honum. Best við fleiri Brandur er klárur at fara í skúla. Skúlataskan er fingin til vega, og alt tilhoyri er kom- ið í taskuna. Nú bíðar hann bert eftir fyrsta skúladeg- num. At hann so verður einasti næmingurin í 1. flokki leggur hann ikki so nógv í. - Tað hevði allíkavæl verið betri um vit vóru fleiri, sigur Brandur. Í Funningsfjarðar skúla ger tað kanska ikki so nógv, um tað bert er ein næm- ingur í flokkinum: Hinir sjey næmingarnir eru nevniliga allir í einu og somu stovu. Ringir runt Í eina tíð hevur Brandur nærum ikki hugsað um stórt annað enn ta serstøku hendingina, sum fer fram í hansara lívi komandi mána- dag. Henda morgunin fer lærarin við skúlan, Emil Jacobsen at kunna bjóða sjey gomlum og hesum eina nýggja næminginum vælkomnan til enn eitt skúlaár við skúlan. Av tí at talið av næming- um ikki er so stórt, so er ikki neyðugt hjá Funn- ingsfjarðar Skúla at senda skriv í húsini ella at senda kunngerð til Kringvarpið um, nær teir ymisku flokk- arnir skulu møta. Lærarin plagar bara at ringja runt og siga frá degi og tíma, tá næmingarnir skulu møta aftur eftir summarsteðgin. Og Brandur, - hann er púra klárur til at fara í skúla á fyrsta sinni. Hann hevur longu keypt taskuna við øllum tí, sum hoyrir til eina slíka. Ein dagin herfyri var hann og keypti sær eina skúlatasku til høvið. Í handlinum vóru øgiliga nógvar ymiskar taskur at velja millum, men hann kundi so bert velja sær ta einu. Henda, hann at enda valdi sær, er 1. floks – ein 1. floks taska til eina 1. floks næming! – Hetta er ein ordiliga góð taska. Hon er kul og so er hon eisini øgiliga fín, sigur Brandur. Skúlataska og saft Uttan eina góða skúlatasku, so ber ikki til at fara í skúla. Og Brandur, hann vísur okkum fegin alt tað, sum er í taskuni. Hann fer eftir taskuni, sum stendur á einum stóli við køksborðið. Hann setur seg stillisliga á gólvið, letur hana upp og byrjar at taka fram nakað av tí, sum hoyr- ir til ein vanligan skúladag og til eina skúlatasku, hjá einum spentum 1. floks næmingi. Fyrst koma tríggjar skrivibøkur úr, og síðani eitt rættiliga stórt penalar- hús. - Her er viskileður, blý- antsspískari, lineal og pennar í. Og so er eisini ein – Eg dugi longu at skriva Næmingar í Funningsfjarðar skúla Nú skúlaárið byrjar aftur verða átta næmingar í Funningsfjarðar skúla – seks úr Funningsfirði og tveir úr Elduvík. Teir eru býttir sundur soleiðis: 1 flokkur: Ein næmingur 2. flokkur:Tveir næmingar 3. flokkur:Tríggir næmingar 4. flokkur: Ein næmingur 5. flokkur: Ein næmingur Umframt hesar so ganga nú 7.582 næmingar í 1. til 10. flokk í føroyska skúlanum FAKTA Teir báðir brøðurnir – Brandur Áslaksson (v.m.) og Tórður – brúka nógva tíð í fjøruni, sum liggur beint niðanfyri heim teirra. Nú byrjar eitt nýtt kapitull í lívi teirra, nú teir báðir gerast næmingar í sama skúla