leygardagur 13. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2005
9
Eins og aðrastaðni
kring landið so verð-
ur farið í skúlarnar
aftur komandi
mánadag – men ikki
í Kollafirði
SKÚLI
Snorri Brend
Mynd: Bárður
Kollafjørður: Í Kollafirði
hevur skúlin verið undir
eini umbygging og eini
útbygging í eina tíð.
Ætlanin var uppruna-
liga,
at
næmingarnir
skuldu sleppa í henda
skúlan nú mánadagin, tá
skúlaárið
2005/2006
byrjar.
Men arbeiðið er ikki
liðugt enn, og verður held-
ur ikki liðugt til mána-
dagin. Spurningurin er so
bara, nær tað verður.
Tað veit skúlastjórin,
Karin Hammer ikki. Men
hon sigur tó, at børnini
fara í øllum førum í skúla í
Kollafirði, men ikki í
Kollfjarðar skúla.
- Vit hava nøkur egnað
høli runt her í bygdini, og
verða tey so brúkt sum
skúlastovur, inntil um-
byggingin av skúlanum
verður liðug, sigur Karin
við Sosialin.
Í løtuni eru teir í ferð við
umbyggingina. Tað er ser-
liga hesin parturin, mið-
skeiðis í skúlabygn-ingin-
um, sum hevur ført við
sær, at tað ikki er gjørligt
at hava skúlagongd í
løtuni.
a B
Eingin skúli enn á sinni
Arbeiðið við umbyggingini av Kollfjarðar
skúla er ikki liðug enn. Tí mugu børnini
fara í onnur hølir í eina tíð
rúgva av litblýtantum, sigur
Brandur.
Men taskan inniheldur
eisini annað enn tað. Ein
lítil lummi er frammanfyri,
og í hesum lummanum
liggur ein mateskja, sum
enn er innballað í plastikkið
frá framleiðaranum.
Á høgru síðu er enn ein
lummi, har hann kann hava
tímatalvuna í. Og mín sann
um ikki ein lummi er á
vinstru síðu eisini.
Í hesum lummanum er
ein fløska, har saft kann
latast í, so at Brandur kann
sløkkja sær tostan í skúlan-
um, um tað skuldi gjørst
neyðugt.
Navn og tøl
Hóast Brandur nú byrjar í
1. flokki, so hevur hann
kortini gjørt nakrar royndir
at "snúsa" eitt sindur til
skúlalívið.
Hann hevur lært seg at
skriva nakrar av bókstavun-
um í føroysku stavrøðini.
- Eg dugi at skriva B. Og
eg dugi at skriva R og A. Ja,
eg dugi eisini at skriva
navnið hjá mær, sigur hann
– B-R-A-N-D-U-R.
Hann hevur eisini lært
seg at skriva nøkur av tøl-
unum.
- Heilt upp í 20, sigur hann.
Júst tað, heldur eldri
beiggin ikki vera so nógv at
reypa um, tí nú brýtur hann
hin yngra av.
- Men eg. Eg dugi at
skriva upp í 100!, sigur
Tórður.
Spurdur um hann dugir at
rokna nakað, svarar hann
eitt spakuligt ja.
Hann veit, at um hann
hevur eitt bomm og fær eitt
bomm aftrat, so hevur hann
tvey bomm. Og um hann
fangar tvær tarabrosmur og
beiggi hansara eina, ja, so
hava teir tríggjar tara-
brosmur.
Er lærarin fittur?
Brandur er í teirri hepnu
støðuni, at hann eigur ein
eldri beiggja – Tórður –
sum longu hevur gingið
tvey ár í skúlanum í Funn-
ingsfirði.
Og Tórður hevur roynt at
svara honum uppá allar
spurningarnar um skúlan,
m.a. um hvat tey gera í
tímunum.
- Ja, Brandur hann hevur
spurt meg um, hvussu ofta
man svimur, svarar Tórður
nú til.
Hann veit, at beiggjanum
dámar sera væl at svimja.
Júst hetta er eitt av tí, sum
tey gera nógv av í skúlan-
um, tí tey svimja regluliga í
skúlanum á Strondum.
Í so máta er Brandur
rættiliga heppin. Men hann
hevur eisini sett aðrar
spurningar til beiggjan.
- Hann hevur eisini spurt
meg nógv um læraran: Um
hann er fittur og um hann
er strangur, sigur Tórður.
Skúlating
Út frá øllum svarunum frá
beiggjanum, og út frá tí
sum onnur hava greitt
honum frá, hevur Brandur
fingið eina lítla hóming av,
hvat tað til siga at ganga í
skúla og hvat ein ger har.
- Í skúlanum ger man
nógv við lesing. Man rokn-
ar og hevur fimleik – og
svimur.
- Og so hevur man eisini
ofta fríkorter. Eg veit eisini,
at lærarin sigur við børnini,
at tey skulu út í fríkorter,
sigur Brandur.
Er tað kortini nakað, sum
øllum
næmingum
ikki
plaga at dáma, so er tað
heimaarbeiðið. Hvat sigur
Brandur til tað?
- Eg veit ikki, er stutta
svar hansara til henda
spurningin.
Í sama flokki
Sum longu nevnt eru bert átta skúlanæmingar í Funningsfjarðar skúla.
Av hesum átta næmingunum eru teir seks úr Funningsfirði, meðan tveir teirra koma úr
grannabygdini Elduvík.
Skipanin er tann, at allir næmingarnir eru í einu og somu stovu, men verða so býttir upp við
ávís høvi.
Onkrar dagar kemur onkur teirra fyrri í skúla, og onkrar dagar kemur onkur annar seinni í
skúla. Men onkutíð hava teir eisini felags tímar.
Tá teir hava gingið sjey ár í hesum skúlanum verður farið í framhaldsdeild í Runavík.
Í fjøru og stovu
Men tað er jú eisini ein
dagur og ein verð uttan
fyri skúlan ella dagrøkt-
ina, sum Brandur higartil
hevur gingið í.
Í eini bygd, sum liggur
oman móti sjónum og
nær við ein djóraríkan
Funningsfjørð, so er fjøran
eitt heilt natúrligt spæli-
stað hjá Brandi,Tórði og
øðrum dreingjum í
bygdini.
Teir plaga tí ofta at vera
niðri í fjøruni og fanga
ymiskt, sum er har.
- Her er nógvur krabbi.
Og vit fanga eisini ofta
tarabrosmur og
marflugur.
- Tað er ordiliga skeg,
sigur Brandur.
Hann,Tórður og
mamman plaga eisini at
vera á Bakkabryggjuni fyri
at fiska.Tey eiga eina
kettu – Gamli-Mjauv av
navni, sum dámar væl at
fáa feskan føroyskan fisk
úr Funningsfirði.
Tað er ikki altíð at teir
tíma at fiska ella spæla í
fjøruni, og tá plaga teir at
fara inn at spæla.Tá spæla
teir m.a. Playstation og at
hyggja eftir teknifilmi.
- Tað er eisini ordiliga
skeg, sigur Brandur.
Brandur hevur longu lært seg at skriva upp í 20. Men tað heldur eldri bróðurin ikki vera nógv
at reypa av, tí hann dugir at skriva upp í 100
Skúlataskan er klár. Skrivibøkur og penalarhús er klárt, og í
einum lumma liggur mateskja, saftdunkur og eitt pláss til
tímatalvuna