leygardagur 13. august 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 152 - 13. august 2005
Býráðsformaðurin í Havn hevur uttan víðari givið
boð um, at ferðsluforðingar, vegbungur, skulu gerast
á ávísum staði í býnum. Bakstøðið fyri hesi avgerð
er, at stór vanlukka mundi hent har á staðnum sein-
asta vikuskifti. Avgerð býráðsformansins verður av
nøkrum hildin at vera sjalvráðin og tikin í óðum
verkum. Onnur halda avgerðina vera púra beina, og
tey stuðla býráðsformanninum. Soleiðis er ofta, at
ein skjót avagerð kann skapa skilnað millum borgar-
ar í einum býi. Tað vil so vera.
Avgerð býráðsformansins kann tykjast sum ein
spontan og illa umhugsað avgerð. Vit eru ikki samd
í hesi meting. Men vit halda samstundis, at henda
avgerð hevur stóran súmbolskan ella ímyndaligan
týdning. Avgerðin er eitt tíðartekin. Hon er ein
ímynd upp á støðugt versnandi viðurskifti í føroysku
ferðsluni við atliti at ov nógvari ferð. Øll vita, at ov
nógv ferð er ein skjótt vaksandi trupulleiki. Øll vita,
at ov nógv ferð setir fólk í ferðsluni í stóran vanda.
Hetta er galdandi fyri førara eins væl og fyri onnur í
ferðsluni. Vit hava á tingi samtykt ein null-hugsjón.
Hetta er eitt sera gott, dámligt og avgerandi neyðugt
mál at seta sær. Kortini tykist tað sum trupulleikar-
nir av ov nógvari ferð bert standa við og vaksa. Her
má vend koma í. Tað er við hesum bakstøði vit eiga
at síggja avgerð býráðsformansins. Hon er eitt
neyðarróp til aðrar myndugleikar, politi, skúlar, dag-
stovnar, løgting, landsstýri og foreldur. Og hon er
ein ávaring til óvandaførarar. Nú er nóg mikið, og
okkara býur er eingin rasarabreyt. Nú má nakað
henda og setast má effektivt inn mótvegis tí nógvu
ferðini á vegum okkara innan- sum uttanbýggja.
Vit vita, at ein herðing av ferðslulógini er á veg. Vit
vita, at henda herðing snýr seg um ov nógva ferð og
skilaleysa koyring. Hetta er tíverri bæði gott og
neyðugt. Men hetta er ikki nóg mikið. Her skal ein
heildarinnsatsur til, eitt veruligt ódnartak. Vit kunnu
ikki framhaldandi liva við ljótu ferðsluskaðahagtøl-
unum. Um nakrar dagar fara børnini aftur í skúla, og
ferðslan ávísar tíðir á degnum veksur nógv. Børn í
hópatali til gongu ella á súkklu eru um alt landið á
veg í og úr skúla. Hesi børn eru í støðugum vanda
orsakað av ov nógvari ferð og skilaleysari koyring.
Her má nakað meira enn ein herd ferðslulóg til. For-
døming ger heldur einki gagn. Upplýsing millum
bilførarar, børn og ung er ein vegurin. Betri koyri-
frálæra, har hetta at bera seg ábygrdarfult at í ferðsl-
uni má vera ein av mongum tættum. Henda inn-
læring eigur at byrja longu í heimunum, í barna-
gørðum og í fólkaskúlanum. At læra seg at hava
fyrilit fyri øðrum menniskjum eigur at vera ein
sjálvsagdur partur av allari uppaling.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ferð og trygd
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Undirbrotligheitin leingi
livi! Áðrenn uttanríkis-
politiska heimildarlógin
kom í gildi, kundu føroy-
ingar samráða seg lidnar
um ein fríhandilssáttmála
við Ísland, sum fevnir um
øll tey sonevndu fýra
frælsini. Nú ómegdarlóg-
in er komin í gildi, sigur
danska stjórnin, at løg-
frøðisligar forðingar eru
fyri at taka lut í júst teim-
um somu fýra frælsinum,
tá talan er um EFTA. Er
ongin klokka farin at
ringja hjá løgmanni og
samgonguni?
Høgni Hoydal
Uttanríkispolitiska ómegd-
arlógin hjá løgmanni og
samgonguni skuldi standa
sína roynd, nú forsætisráð-
harrin vitjaði í Føroyum.
Løgmaður hevur ferð eftir
ferð roynt at geva føroying-
um ta fatan, at talan er um
eitt "søguligt frambrot" og
at vit nú veruliga kunnu
taka lut í altjóðagerðini.
Andstøðuflokkarnir,
Tjóðveldisflokkurin, Mið-
flokkurin og Sjálvstýris-
flokkurin, hava hinvegin
víst á, at talan er um eitt
risa-afturstig, har danska
stjórnin hevur gyrðað Før-
oyar inni í eini lóggávu, har
føroyingar nú bert skulu
vera fulltrúar hjá Danska
Kongsríkinum undir heiti-
num "Kongeriget Danmark
for så vidt angår Færøerne".
Hartil hevur andstøðan
staðiliga víst á, at sam-
gongutinglimir hava at-
kvøtt fyri eini lóg, har tað
verður sligið fast, at føroy-
ingar binda seg í donsku
grundlógina og til ikki at
ganga
ímóti
donskum
áhugamálum, og at danir
skulu spyrjast bæði áðrenn,
undir og eftir eina samráð-
ing.
Vátur vøttur
frá Anders Fogh
Og hvussu royndist nú
fyrsta stigið í hesum stóra
frambroti samgongunnar?
Løgmaður hevði sjálvur
lagt upp til, at nú skuldu
Føroyar uppí EFTA og al-
tjóðagerðina.
Men Anders Fogh Ras-
mussen gav honum vátan
vøtt í Leynum. Við vanlig-
um uttanumtosi og útsagn-
um sum: "at nu skal vi ana-
lysere først"...og "vi må jo
holde os til loven"...og "i
må først overtage flere om-
råder" - so segði danski for-
sætisráðharrin so greitt
bums nei, sum sigast kann
á embætismannamáli.
Sosialurin hevur lagt
hetta út sum "ein positivur
andi". Ja, Sosialurin ger
kanska tjúkt gjøldur burtur-
úr løgmanni, tá teir í odda-
greinum tosa um "Leyna-
andan", sum nú ræður mill-
um Føroyar og Danmark.
Tí hetta kann bert ein
vera ein ringur andi ella ein
illur andi, um vit bert kenna
eitt sindur til søguna og eis-
ini vilja hugsa eitt lítið
sindur fram um nøsina.
Tað bar til áðrenn
- men ikki nú
Áðrenn ein tílik ómegdar-
lóggáva kom uppá tal, hava
føroyskir
myndugleikar
støðugt víðkað sínar ræsur
sjálvir á altjóða pallinum.
Eitt nú hava vit samráðst
um og gjørt ein fríhandils-
sáttmála við Ísland, ið fevn-
ir um øll tey sonevndu
"fýra frælsini" fyri vørur,
kapital, arbeiðsmegi og
tænastur.
Nú hevur løgmaður boð-
að frá, at vit ynskja at ger-
ast partur í júst teimum
somu fýra frælsunum í
EFTA - so nú skal henda
sonevnda "frambrots-lóg-
gávan" standa sína roynd.
Men hvat hendir?
- Fyri trimum árum síðani
bar væl til at samráðast við
Ísland og gera ein sáttmála
lidnan til undirskrivingar,
sum fevnir um tey fýra
frælsini - eisini á málsøkj-
um, ið ikki eru fult yvirtik-
in.
- Nú ber sambært donsku
stjórnini ikki til at gera júst
tað sama mótvegis EFTA, tí
krav er um yvirtøkur og
víst verður til løgfrøðisligar
forðingar. Hví var tað ikki
galdandi, tá vit samráddust
við Ísland?
- Nú sigur danska stjórn-
in, at Føroyar kunnu ikki
gerast limir í EFTA sum
Føroyar, men bert sum
partur av danska kongsríki-
num
undir
heitinum
"Kongeriget Danmark for
så vidt angår Færøerne".
Tað stendur jú í lógini, sum
Løgtingið hevur samtykt.
Eitt grovt afturstig í mun til
Íslandssáttmálan og í mun
til, at vit eitt nú gjørdust
sjálvstøðugur
limur
í
NAMMCO.
- Danska stjórnin førir nú
fram, at sambært uttan-
ríkispolitisku heimildarlóg-
ini, so er tað bert á fult
yvirtiknum málsøkjum, at
føroyingar kunnu gera sátt-
málar vegna "Kongeriget
Danmark". Tískil skulu
nógv málsøki yvirtakast,
áðrenn vit yvirhøvur kunnu
umhugsa at koma uppí
EFTA sum danskir fulltrú-
ar.
- Danski forsætisráðharr-
in nýtir nú beinleiðis uttan-
ríkispolitisku ómegdarlóg-
ina móti landsstýrinum, tí
sum hann segði við danskar
fjølmiðlar: "Nu må vi jo
holde os til loven".
Synd í løgmanni
Sostatt er virkisførið hjá
føroyingum longu munandi
skert í mun til tíðina undan
henda lóggáva fekk gildi.
Spurningurin er tí: Hvað-
ani koma tær løgfrøðisligu
forðingarnar
mótvegis
EFTA, sum ikki vóru og
eru í fríhandilssátmálanum
við Ísland?
Svarið kann bert vera
eitt: Løgfrøðisligu forðing-
arnar verða settar eftir hugi
og ynski hjá donsku stjórn-
ini við hesi sonevndu uttan-
ríkispolitisku heimildarlóg-
ini í hondini. Við hesum
"søguliga
frambroti"
í
hondini, sum løgmaður
hevur skírt tað.
Hetta er syrgiligt at upp-
liva. Og mær tykti hjarta-
liga synd í løgmanni tá
hann sat á beinkinum í
Leynum. Kundi ikki annað
enn hugsa: "Undirbrotlig-
heitin leingi livi!"
Hinvegin er ongantíð ov
seint at læra av mistøkum
og at hálsa um. Vit eru til-
reiðar at hjálpa løgmanni at
taka ómegdarlógirnar av
sum skjótast, áðrenn tað
gerst uppaftur pínligari hjá
løgmanni og samgonguni.
Eru illir andar í Leynum?