leygardagur 13. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2005
11
VIÐMERKINGAR
Marjus Dam
løgtingsmaður
Ólavsøkurøðan hjá sam-
gonguni í ár rúmar hug-
sjónir. Stungið verður út í
kortið av samgonguni.
Fullveldiskósin
"breyt
hálsin" viðgekk ein spakur
Tjóðveldismaður á løgting-
sins røðarapalli undir við-
gerðini av røðuni. T.v.s. at
Tjóðveldisfólk meira og
minni heilhjartað viðganga,
at fullveldi í veruleikanum
er hálsbrotið og deytt. Í
hvussu so er ímillum van-
ligar føroyingar.
Vit hava ídag brúk fyri
eini HUGSJÓN IÐ HELD-
UR OG IKKI HEVUR
BROTIÐ HÁLSIN. Tí var
neyðugt við 2015 hugsjón-
ini í ár.
Vit hava ídag ávísar
fíggjarligar
trupulleikar.
Hesar trupulleikar høvdu
vit ikki havt, um katastro-
fala samgonguskjalið ikki
varð skrivað í 1998.
Alt tað sum blokkurin var
niðurskorin við tá, tørva vit
nú. Tað er ein próvfastur
veruleiki.
Leiðarin fyri andstøðuni
hevði eina fullveldisvisión.
Hana bløða vit fyri ídag.
Var hendan fatala ætlan
komin longur áleið, so
høvdu vit kanska bløtt út
sum tjóð.
Ein kundi taka hattin av
fyri eldri Tjóðveldisfólk-
um. Sum søgdu nei til sess
í Fólkatinginum. Tí teir
kundu ikki undirleggja seg
donsku grundlógina. Hesa
lóg hevur Høgni Hoydal nú
undirskrivað at hann við
halda til minsta komma.
Ein kann spyrja um tjóð-
veldishugsjónin nú er skift
út við breyðpolitikk, har
kassadamur í Føtex skulu
gjalda løn til eina deyða
hugsjón hjá Tjóðveldisfor-
manninum. Hvar er hug-
sjónin í livir- tí har eru bert
spurningar til hvønn Hanus
og Janus. Ongin hugsjón er
at sjá í Tjóðveldisflokki-
num í dag.
Men vit í samgonguni
hava so nakað annað at
bjóða. Eina visón um einar
Føroyar, har fólk kunnu
mennast, liva og blóma.
Eitt orðatak sigur, at eitt
býtt kann spyrja meira enn
10 vís kunnu svara. Tað
tykist, sum hálsbrotna hug-
sjónin
hjá
Tjóðveldis-
flokkinum gevur flokki-
num alstórar trupulleikar.
Tí koma spurningarnir frá
H Hoydal eins og kúluregn
úr maskinbyrsu. Næstan
líka skaðiligir eisini. Øll al-
ment fólk í umsitingini
bæði í Føroyum, Danmark,
Ríkisumboði og Drotning
mugu nýta meginpartin av
síni løntu tíð, og meira enn
tað, til at svara uppá hug-
sjónarleysu og meinings-
leysu spurningarar, ið ikki
hava til endamáls at fáa
svar, men klandur og
spjaðing.
Eg vildi ynskt, at Tjóð-
veldisformaðurin
legði
kósina um, so Tjóðveldis-
flokkurin meira luttók í at
loysa fleiri av teimum stóru
trupulleikum, ið teir sjálvir
hava flota av bakkastokki.
Men tað krevur rygg og
ábyrgd.
Annars fari eg at ynskja
Høgna Hoydal tilukku við
enn einum heimsmeistara-
heiti - at seta nógvar - og
ofta
meiningsleysar
-
spurningar.
Vit mugu viðganga, at
tað eru fáir føroyingar, ið
kunnu prýða seg við fleiri
slíkum heitum. Mær vit-
andi er tað bert H Hoydal,
ið hevur 2 heimsmeistara-
heitir. Men helst koma
fleiri.
Høgni Hoydal - tilukku
Súsanna Dam
Mikukvøldið/hósdagin
10/11 august hevur Høgni
Hoydal grein í Dimmalætt-
ing og Sosialinum, har
hann sendir stóra tøkk til
Edmund Joensen. Mær tyk-
ir, at allir føroyingar eiga at
lesa greinina, tí hetta er
kjarnin í øllum frælsisstríði
hansara, og slíka mergjaða
áskoðan unnast okkum
sjáldan at fáa lut í. Her hev-
ur einki minni enn ein rætt-
ur statsmaður ført pennin.
Síðani loyvi eg mær at
siga, at tað er alt ov vána-
ligt at pressan ikki varpar
ljós á tílík úrmælisavrik,
sum áttu, at fingið okkum
øll til at steðga á eina løtu
og kanska gjørt upp við
okkum sjálvi, antin hetta er
framtíðin, ella???
Tá stórmenni tala
Michael Müller
Vissuliga kann staðfestast,
at gamla staðarnavnið í
Nólsoy, Skipagriftin, nú
aftur er komið til sín rætt.
Tí í náblaðnum, í niður-
lagda
flakavirkinum
–
Klivar, er nú føroya fysta,
verunliga Marina opnað.
Saman við nólsoyingum
kunnu nú havnamenn gleð-
ast um tær framúr umstøð-
ur, sum smábátaeigararnir
nú hava fingið. Aftan á
samanleggingina av komm-
ununum, er tað sjálvsagt, at
Nólsoyarvík leggur rygg til
eina hóskiliga bátahavn.
At fara allan teinin inn á
Sund at pumpa bát og so at
spara tann koyritúrin – tá er
tað hugaligari at taka Rit-
una av Bursatanga um
fjørðin til Nólsoyar. Tað
man vera fáur bátaeigari
kring Limfjørðin, sum hev-
ur styttri leið til sítt báta-
pláss.
Nú víkin er so væl vard
eftir at norðrara grótkastið
er lagt út, man eingin ivast
í, hvussu væl egnað plássið
er til bæði summar og vetr-
arlegu. Fyrrverandi flaka-
virkið, Klivar, kemur at
standa øllum bátaeigarum,
ið hava hug til tess, at fáa
innivist. Eins og at hava
neyst í Havn, kemur tann
tørvurin nú at verða nøkt-
aður við tað, at einhvør
bátaeigari kann fáa húsa-
rúmd har í tilskilaðum
hóskiligum rúmi at hava
sína »marinu-útgerð« liggj-
andi.
Inni í stóru høllini ber til
at fáa uppihald hjá báti,
sum treingir til ábøtur, har
helst skal vera turt og lýtt.
Á keiplássinum undir stóra
hálvtakinum, er pláss til
eini 40 bátar, sum ikki hava
fyri neyðini at standa inni,
men klára seg við at fáa
sínar ábøtur gjørdar úti,
men undir turrum.
Úti í heimi er alstórur
áhugi fyri hesari fyrstu og
flottastu
Marinaðini
í
Norðurhøvum. Og tá at
kalla allar handverkara-
traditiónir:
bátasmiðir,
maskinsmiðir og málarir, er
á staðnum, er upplagt at
Nólsoyarvík fer at verða
eitt fremsta ferðamál hjá
nógvum fremmandafólki,
sum hava hug at fara í: Vík-
ing! – og at fáa sínar ábøtur
gjørdar á bát sín her, í
einum av mest charmerandi
umhvørvum í norður-at-
lantshavi. Afturat øllum
teim gomlu húsunum, sum
Kunningarstovan hevur at
bjóða fólki, eru eisini kaffi-
stova og skrivstovur á
flakavirkinum innrættaði til
at hýsa størri ferðaløgum.
Har Ove trein síni fyrstu
spor, og sum síðani útvikl-
aði seg til Ova-stevnuna, er
nú ein international báta-
olympiada. Úr Bretagne,
Suðuroyggjum og Írlandi
fara vit at uppliva henda
fjálga
stemmningin
av
eydnusælum siglarum, sum
hava valt at halda summar-
frítíðina í Nólsoy, skamt
norðan fyri heitasta stað í
Føroyum – Hósmøl.
Dreymir á Ovastevnu:
Marinaðin í Nólsoy
Ternan fer at sigla
á Ovastevnu
Strandferðslan hevur nú veruliga gjørt nakað fyri at
nøkta flutningstørvin millum Havnina og Nólsoy á
Ovastevnu: Fyri at nøkta tørvin fer Ternan at sigla fyri
Rituna
Talið á vitjandi á Ovastevnu er vaksið alsamt sein-
astu árini. Í fjør flutti Ritan yvir 1.600 fólk út til Nóls-
oyar, harav 1.200 fólk leygardagin. Ritan sigldi fullsett
allan leygardagin, og stóð tað á hjá fólki at sleppa við.
Fyri at veita eina betri tænastu í ár er avgjørt, at
Tern-an skal sigla fyri Rituna leygardagin. Ternan tek-
ur 319 ferðafólk, meðan Ritan tekur 125 ferðafólk.
Ternan siglir fyrsta túrin kl. 16 og siglir síðani annan
hvønn tíma. Vísir tað seg at verða tørvur er á tí, siglir
Ternan hvønn heilan tíma. Seinasti túrur hjá Ternuni úr
Nólsoy er kl. 4:25 sunnumorgun. Síðani siglir Ritan
aftur kl. 10 úr Havn.
Ferðaseðlar verða bert seldir við fráferð úr Havn.
Kostnaðurin er 70 kr. fyri ferð aftur og fram.
Ferðaætlanin á Ovastevnu er at finna heimasíðuna
hjá SL www.ssl.fo.
Leiðslan á Ríkissjúkra-
húsinum vitjar føroyska
heilsuverkið
HEILSUVERKIÐ
Tíðindaskriv
Leiðslan á Ríkissjúkrahúsinum vendi sær á heysti
2004 til Almanna- og heilsumálaráðið við ynski um at
koma á vitjan í Føroyum á vári 2005 til tess at kunna
seg um tað føroyska heilsuverkið. Hetta fyri at kunna
síggja, hvar Ríkissjúkrahúsið kann styrkja uppundir ta
menning, sum fer fram innan heilsuøkið, eitt nú innan
telemedisin.
Í summar hava umboð fyri Ríkissjúkrahúsið verið í
Føroyum. Byrjað varð við at vitja Klaksvíkar sjúkra-
hús, har rundsýning var á sjúkrahúsinum og á ellis-
heiminum. Somuleiðis varð skipað fyri rundsýning á
Landssjúkrahúsinum.
Undan vitjanini varð gjørt av, hvørjir fakligir fundir
skuldu haldast. Fundir vóru m. a. um møguleikarnar at
nýta telemedisin í Føroyum og at taka ein part av við-
gerðini til fólk við sjúkuni cystiskari fibrosu til Før-
oya.
Telemedisin gevur møguleika fyri, at samskifti kann
fara fram millum serfrøðingar á Landssjúkrahúsinum
og serfrøðingar á Ríkissjúkrahúsinum gjøgnum há-
tøkni. Nýtslan av telemedisini kann soleiðis geva
møguleika fyri, at tann tilsjón, ið annars bert kann ger-
ast á Ríkissjúkrahúsinum, møguliga í framtíðini kann
flytast til Føroya. Við nýtslu av telemedisi er eisini
møguligt at fáa svar alt fyri eitt uppá royndir, ið læknar
á teimum føroysku sjúkrahúsunum taka. Niðurstøðan
á fundinum varð, at báðir partar skuldu hyggja eftir,
hvørjir møguleikar eru á hesum øki.
Tað føroyska heilsuverkið hevur í eina tíð arbeitt við
at fáa ein part av viðgerðini til fólk við cystiskari fibr-
osu til Føroya. Niðurstøðan her varð, at leiðslan fyri
Ríkissjúkrahúsið skuldi kanna við serlæknan á øki-
num, hvørji krøv skulu setast fyri at kunna flyta ein
part av tilsjónunum til Føroya. Um ætlanin verður
framd, fer tað føroyska heilsuverkið at seta seg í sam-
band við teir sjúklingar, sum hava hesa sjúku, til tess
at finna útav, hvørjir hava áhuga í at fáa ein part av til-
sjónunum framdar í Føroyum.
Fundur varð somuleiðis hildin um samstarvið
millum partarnar sum heild.
Eftir vitjanina, hevur leiðslan á Ríkissjúkrahúsinum
boðað frá, at eftir teirra meting er føroyska heilsuverk-
ið framúr væl virkandi, og er fakliga á einum høgum
støði.