leygardagur 13. august 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 152 - 13. august 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
13. august. Hippolytos, deyður í umleið 235. Helst ein
grikki, sum gjørdist ein av teimum best kendu kristnu
rithøvundunum í Róm í 3. øld. Hann var tikin av døgum
við at verða slitin millum hestar, sum navn hansara sipar
til.
Rasmus Rasmussen (á Háskúlanum) varð føddur
hendan dagin í 1871.
14. august. Eusebius. Fleiri halgimenni at navni
Eusebius eru knýtt at degnum 14. august.
15. august. Mariumessa. Hildin til minnis um
himmalsferð Mariu. Dagurin varð eisini róptur
mariumessa í hoyna. Tendringin um hetta mundið eitur
í hoyna.
Jákup Jakobsen doyði hendan dagin í 1918.
Kemur tú til Funnings-
fjarðar, kanst tú vera hepp-
in og síggja ein mann kvika
sær oman í bátahylin ella
renna niðan í gerðið. Tey
flestu, sum hava upplivað
hetta,
munnu
ivaleyst
halda, at talan er um ein
spelknan unglinga, sum fer
til útróðrar og ikki um ein
75 ára gamlan mann, sum
er í hálvt við sítt dagliga
yrki.
Týsdagin 16. august fyll-
ir Erling Hansen í Funn-
ingsfirði 75 ár.
Erling varð føddur í
Funningsfirði
í
1930.
Foreldrini vóru Edmund
Hansen úr Funningsfirði og
Alma Jóhanna Petersen,
ættað úr Hoygarðinum í
Funningi.
Alma
og
Edmund áttu nýggju børn:
Tvillingarnir Sámal og
Malan (Mella), Erling,
Svend,
Leivur,
Amy,
Ásmund, Margit og Sólrun.
Sólrun doyði bert nakrar
dagar gomul, Amy doyði í
1971 og Sámal doyði í
1986.
Orsaka av seinna heims-
bardaga slapp Erling ikki
til skips, fyrr enn hann var
vorðin 15 ár, sum var lut-
falsliga gamalt tá í tíðini,
men longu tá var hann ein
vandur útróðrarmaður. Ikki
er langt út á fiskileið á
Norðhavinum og tiltikin
var Funningsfjørður fyri ta
nógvu sildina, ið var fingin
inni á fjørðinum bæði við
gørnum og nót. Í hesum
arbeiði luttók Erling frá
smádreingjaárum. Tá bátur
var í húsinum, kom eisini
mangan boð eftir Erlingi at
skjútsa fólk til og frá hinum
bygdunum á fjørðinum.
Í 1960 giftist Erling við
Sólbjørg
Danielsen
úr
Havn. Tey eiga 6 børn
Birgit, Edny, Almu, Hans
Erling,
Edmund
og
Barbaru.
Sólbjørg og Erling eiga
nú 16 barnabørn.
Sjálvt um árini nú eru
vorðin mong, troytir Erling
framvegis sjógvin. Hann
eigur bátin »Alma J.«, sum
hann er á fjørðinum við, tá
tað liggur fyri. Hann hevur
fiskiloyvi eftir hummara á
Funningsfirði, og er veðrið
til vildar, fer hann eisini
onkran túr við snelluni. Um
sild er inni á fjørðinum, er
hann eisini úti við gørnum.
Ikki bert í Føroyum
hevur Erling roynt útróður-
in, bæði í Íslandi og Grøn-
landi hevur hann eisini
verið útróðrarmaður.
Erling hevur ikki bara
roynt sjógvin. Í Danmark
royndi hann seg sum hús-
kallur á einum bóndagarði.
Eina tíð arbeiddi hann á
Skála Skipasmiðju. Nøkur
ár koyrdi hann eisini skúla-
børnini í bygdini til skúla-
gongd á Skálafjørðinum.
Handil høvdu tey eisini í
nøkur ár, og einaferð var
tað tann stóra dillan hjá
ungfólki í Eysturoynni at
koyra til grillbarrina í
Funningsfirði, sum Sól-
bjørg og Erling høvdu.
Álitisstørv hevur Erling
eisini
røkt.
Hann
var
bygdaráðslimur
nakrar
setur. Grindaformaður var
hann eisini í fleiri ár.
Tá
summarferian
er,
koma børn og barnabørn at
ferðast og hjálpa til við at
hoyggja gerðið, sum er
oman fyri húsini. Tá eru
eini 20 fólk í húsi, men har
hjartarúm er, er eisini húsa-
rúm og hjartarúm trýtir ikki
hjá Sólbjørg og Erlingi. Tað
er ikki uttan orsøk, at
barnabørnini dáma so væl
at vitja.
Blíðskapurin hevur altíð
verið óførur heima hjá
Sólbjørg og Erlingi, vart tú
kendur ella fremmandur,
líka vælkomin vart tú fyri
tað. Tey munnu ikki vera so
fá, sum hava gist hjá
teimum í Funningsfirði.
Hjálpsamur og ósjálv-
søkin er hann sum fáur;
verður heitt á hann, er hann
skjótur at sleppa sínum
egna og veita øðrum eina
hjálpandi hond. Serliga eru
børnini takksom fyri ta
hjálp, sum tey bæði Sól-
bjørg og Erling hava veitt
teimum, líka frá barnsbeini
og til nú, tá øll sjálvi hava
sett búgv.
Í dag leggur hann ikki so
nógv fyri í útróðrinum,
men kvikur er hann fram-
vegis, og kemur tú á tal við
hann, finnur tú skjótt út av,
at her er ein maður, sum
hevur gott skil fyri tí, sum
fyriferst bæði á sjógvi og
landi.
Føðingardagin
heldur
hann týsdagin í Havn hjá
Edny og Páll í Tjarnaralág
15. Tey, sum vilja heilsa
upp á Erling, eru vælkomin
frá kl. 18.
Heilsan
Børn, svigarbørn
og barnabørn
Føðingar
21. juli fingu Neli-Florica Jacobsen og Sólfríður Dam
Jacobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 58 cm long og
vigaði 4200 gr.
28. juli fingu Beinta Lisberg, Sumba og Rógvi Joensen,
Oyri, eina dóttur í Keypmannahavn. Hon var 52 cm. long
og vigaði 3600 gr.
1. august fingu Vár Mortensen og Jón Midjord, Hov, ein
son. Hann var 46 cm langur og vigaði 2120 gr.
1. august fingu Elken Eliasen Stølen, ættað úr Mikladali og
Per Sigbjørn Stølen, Storås, Norra, eina dóttur. Hon var 51
cm. long og vigaði 3965 gr.
4. august fingu Kristvør og Leif Mohr, Klaksvík, eina
dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3810 gr.
5. august fingu Mirjam og Pól Frits Høj, Strondum, ein
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3950 gr.
6. august fingu Vivian E. D. Johansen og Lennard K.
Pedersen, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og
vigaði 2950 gr.
7. august fekk Jenny Thomassen, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 50 cm long og vigaði 2585 gr.
8. august fingu Elisabet Nielsen og Mikael Kristiansson
Blak, Argjum, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
4300 gr.
8. august fingu Fríðbjørg og Erling Joensen, Kambsdali,
eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3350.
8. august fingu Elin Mørkøre og Bergar Juul, Fuglafjørður,
ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 4050 gr.
9. august fingu Guðrun Midjord og Johan Nystrøm, Kolla-
firði, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3700 gr.
60 ár
13. august verður Gullak Arngrimson Madsen 60 ár. Opið
hús verður frá kl. 14.00 á Søren Toftsvej 14, Hirtshals.
80 ár
14. august fyllir Bentura Nielsen, fyrrverandi sjúkrasystir,
Tvøroyri, 80 ár. Hon er burturstødd føðingardagin.
Silvurbrúdleyp
Mánadagin 15. august kunnu Maria og Hanus Poulsen hava
silvurbrúdleyp. Brúdleypsadr.: Herredsfogedvej 28, 8900
Randers, Danmark.
Mánadagin 15. august hava hjúnini Frígerð og Pauli Nón-
klett á Glyvrum verið gift í 25 ár. Opið hús verður í heim-
inum á Geilarvegi 8 frá kl. 17.00.
Brúdleyp
Í dag, 13. august kl. 13.00 giftast í Vor Frelsers Kirke í
Vejle Paulina Hansen úr Saltangará, búsitandi í Vejle og
Jens Christiansen, Vejle. Eftir vígsluna verður móttøka í
Sognehuset, Worsaaesgade 2.
Brúdleypsadr.: Munkebjerg Hotel, Munkebjergvej 125,
7100 Vejle.
Í dag, 13. august kl. 16.00 giftast í Christianskirkjuni Maja
Højsted og Danny Osberg Hansen. Veitslan verður hildin
fyri innbodnum á Hotel Norð kl. 19.00.
Í dag, 13. august kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni Hildur
Steingrímsdóttir og Sigurð Hansen, bæði úr Havn. Veitslan
verður fyri innbodnum í HB-húsinum kl. 19.00.
Prógv
Arni V. Petersen, Syðrugøta, hevur í august lokið prógv
sum matvørukandidatur frá DTU, Lyngby og North
Carolina State University, USA.
Virkin útróðrarmaður fyllir 75
Karin Kastalag á Glyvrum
fyllir 60 ár mánadagin 15.
august.
Karin er av Toftum og
verður av bygdafólkunum
oftast kalla Karin Dahl.
Karin var við á fyrsta
holdinum sum tók prelemi-
nereksamiu á Glyvrum, og
fór síðani til Danmarkar at
nema sær kunnleika um
mál, og tók prógv sum
korrespodentur á Svend-
borg Handilsskole í 1967 í
týskum og enskum, har aft-
urat næm hon sær kunn-
leika um maskinskriving og
stenografi,
hesi
bæði
seinnu fakini eru helst ikki
til longur.
Eftir lokna skúlagongd
arbeiddi Karin sum tíma-
lærari
við
Runavíkar
kommunuskúla í 25 ár.
Tá
íð
Bygdasavnið
FORNI á Glyvrum varð
stovna, var Karin ein av
teimum sum var við, og
hevur saman við Mariu
Jacobsen á Langanesi, sum
formanni, sett savni upp og
umsiti tað. Tær hava eisini
givið blaðið Keraldi út.
Fyri uml. 2 árum síðani,
vendi Bygdasavni á Toftum
sær til Karina, við fyri-
spurningi um hon vildi ar-
beiða sum samskipari av
virkseminum hjá Bygda-
savniunum, og tað játtaði
Karin.
Vit, maður, børn og
ommubørn, vilja takka tær
fyri alt tú ert fyri okkum,
og ynskja tær tillukku við
degnum, og alt gott í fram-
tíðini.
Tey, sum hava hug at
heilsa uppá Karin, kunnu
koma í Kvinnufelagshúsið
á Glyvrum leygardagin 20.
august frá kl. 19.00.
Karin Kastalag 60 ár