Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 13. august 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sára Sofía Magdalena Samuelsen, nevnd Fía, ættað úr Sørvági, búsitandi í Vági, andaðist á Suðuroyar sjúkrahúsi mikudagin 10. august, 81 ára gomul. Farið verður úr kapellinum leygardagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Frelsunarher- inum í Vági sunnudagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Fíu kunnu lata Frelsunarher- inum í Vági eina peningagávu, konto í Suðuroyar Sparikassa. Niels Vatnsdal á Sandi, andaðist á Áargarði hós- dagin 11. august, 85 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sands kirkju sunnudagin klokkan 14:00. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Niels, kunnu lata Sands kirkju eina gávu. Kelda: Útvarpið Andlát og jarðarferðir Mánadagin 15. august fyllir Katrin Kvilt á Skála 75 ár. Katrin er ættað av Eiði, dóttir Kristionnu, f. Han- sen, og Jóhan Kallsoy, lær- ara og løgtingsmann, bæði av Eiði. Tey vóru tólv systkin, seks dreingir og seks gentur. Katrin var tvíburi við Herman Kallsoy, sum andaðist í 1997. Katrin giftist í 1948 við Sveinbjørn Kvilt, eisini av Eiði, sonur Thominu, f. Andreasen, og Hans Jacob Poulsen, sum eisini var løgtingsmaður. Í 1950 fluttu tey til Skála at búgva, har Katrin arbeiddi við sild, og Svein- bjørn fekk arbeiði á bed- ingini. Katrin og Sveinbjørn eiga fýra børn: Tórhild, sum býr í Havn, Elinborg og Trygvi, sum búgva í Danmark, og Jórun, sum býr í Saltangará. Eftir at hava fingið sær frisørútbúgving í Danmark, byrjaði Katrin við egnari frisørsalong fyrst í 60- unum, og er hon framvegis í hesum starvi. Frisørfakið sær út til at ganga í arv, tí tvær av døtrunum, Tórhild og Jórun, hava hvør sína frisørsalong ávikavist í Havn og í Saltangará, og tvær av ommudøtrunum eru eisini frisørar. Í 60-unum høvdu Katrin og Sveinbjørn kaféina »Kvilts Kafé« á Skála, sum eisini var eitt kent dansistað tá í tíðini. Katrin er sera blíð og fyrikomandi, og hon er framvegis ein ógvuliga virkin kvinna. Hon eigur 14 ommubørn og 17 langommubørn. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Johan Simonsen ættaður av Skarvanesi, búsitandi á Argjum andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prest, sangarar og berarar, tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Lágargarð. Tøkk til øll sum hjálptu til við jarðarferðini og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Anna Kartin, Mortan,Vígdis og Jan Tøkk Hjartans tøkk øll tit, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður mín Gotfred Dam andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Alzheimers- felagið. Blíðar heilsanir Celia Katrin Kvilt á Skála 75 ár Tann 8. august hevur Juanna Schrøter Joensen av Tvøroyri lokið kandidatprógv í støddfrøði og búskap- arfrøði (cand.scient.oecon) á Aarhus Universitet. Leygardagin 13. august 2005 fyllir Gullak A. Madsen í Hirtshals 60 ár. Gullak er kvívíkingur, sonur Onnu og Arngrím Madsen. Hann var bert 14 ára gamal, tá hann fór sín fyrsta túr til skips í 1959. Hann róði eisini út í Grøn- landi, og í 1965-66 var hann við línuskipinum Bresti. Í 1968 koyrdi Gullak bil í Havn, og 1969 fór hann við nótabátinum Sólborg hjá Eileri Jacobsen. Seinni sigldi hann við Krúnborg frá 1973-1975, tá hann fór við nótabátinum Lene Pola- ris, sum hann seinni bleiv partaeigari í. Hann tók skipararaprógv í Frederiks- havn í 1976. Í 1988 keypti Gullak saman við øðrum danska nótabátin Arica, ið fekk navnið Ruth, og í fyrst í 90- unum keypti hann eisini saman við øðrum trolaran Ester, sum seinni bleiv seldur aftur. Í dag er Gullak einsamallur eigari av Ruth. Umframt at vera reiðari er Gullak umboðsmaður hjá Kemilux fyri Danmark og Grønland. Eisini er hann stýrislimur í PO (Produkt Organisationen). Gullak er giftur Tove, dóttir Bettu og Jákup Jen- sen í Havn. Hann hevur búð í Hirtshals síðan 1988, meðan Tove flutti higar fyrst í 90-unum. Tey eiga tríggjar døtur, sum allar búgva í Føroyum, Anna og Sólvá búgva á Argjum, og Elin býr í Havn. Tove og Gullak eiga 7 barnabørn. Eitt av hjartamálunum hjá Gullak er samkoman Malta í Hirtshals, har hann er sera virkin og ger eitt stórt arbeiði. Gullak er ein undan- gongumaður á nógvum økjum og ein vinnulívs- maður við nógvari ný- hugsan. Hann er ein ógvu- liga fyrikomandi maður, ið er lættur at umgangast, og hann tívist væl millum bæði danir og føroyingar í Hirtshals, har hann hevur nógvar vinir. Føðingardagurin verður hildin í heiminum, Søren Toftsvej 14, Hirtshals. Gullak A. Madsen 60 ár Lesið -so eru tit við!