leygardagur 13. august 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 152 - 13. august 2005
Her er ein 20 ára gomul lýsing hjá frisørsalongini »Salong Tóta« í Havn.
Á myndini eru systkini Magnus og Mai-Britt Berg. Hárfríðkarar vóru Bodil og Petra.
Kelda: Myndablaðið Nú 1985
Bilstøðin Bil í Liðagøtu 20.
juli 1965. Fimm hýruvogn-
ar eru uttan fyri støðina,
fýra Ford Taunus og ein
Rambler Classic.
Í sama húsi er handilin
Ure-Guld-Sølv hjá ursmið-
inum Lauritsen, seinni
Martin Haasen. Eisini sæst
møbilhandilin hjá Holger
Jensen.
Í bløðunum stóð í 1960
at lesa, at teir tríggir Alex-
ander Dalfoss, Dion Splidt
og Hans Andreas Davidsen
(Hassadi) høvdu stovnað
bilstøðina Bil í Liðagøtu.
Frá 1960 og fram til 1978
helt Bil til her í Liðagøtu,
tá støðin flutti niðan í
nýggja bygning í Ganda-
dali.
Í 1996 flutti støðin, sum
nakað áðrenn var løgd
saman við bilstøðini Mini
Taxi, alt sítt virksemi út á
Farstøðina
á
Eystaru
bryggju. Samanlagda støð-
in fekk navnið Bil-Mini
Taxi.
Annars bleiv bilstøðin
Bil av fyrstantíð stovnað
fyrst í 50-unum av Hans
Mellemgaard og øðrum
bilførarum. Tá helt støðin
til í N. Finsensgøtu.
Um onkur av lesarum
okkara hevur okkurt at við-
merkja í samband við hesa
myndina, eru hann ella hon
vælkomin at seta seg í
samband
við
Birgar
Johannessen
á
telefon
314647 ella 214647.
Myndaeigari:
Føroya Fornminnissavn
Havnar leksikon:
Bilstøðin Bil
Lesið
-so eru tit við!
Fyri 20 árum síðan: