Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í 1960 gav danski bólkurin Blue Boys út plátuna "Rasmus", sum Birni Dam og Simme Jacobsen høvdu skrivað. Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í samband við hesa myndina, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon 314647 ella 214647. Myndaeigari: Føroya Fornminnissavn Havnar leksikon: Lagið »Rasmus« á donskum Birni Dam (1937-1980) og Simme Jacobsen Plátuhúsin á donsku útgávuni Tað verður skemt fyri allar pengarnar, tá Føroya stutt- ligastu undirhaldarar fara at kappast um Føroyameist- araheitið í stuttleika í ítróttarhøllini á Giljanesi tann 3. september Ítróttarhøllin á Giljanesi verður leygarkvøldið 3. september klokkan 19.00 karmur um skemtiligasta borðhald, sum nakrantíð er hildið í Føroyum, siga fyrireikararnir - Stuðlafel- agið hjá FS-Vágum 2004 Tá fara útvaldir skemtar- ar úr øllum landinum, at kappast um, hvør kann ger- ast føroyameistari í skemti. Høvuðsvinningurin er ferð á virði 12000.- kr, og onnur virðiløn verður viku- skiftisferð fyri tvey við Atlantic Airways. Skemtararnir, sum fara at kappast, eru valdir út, hvør í sínum parti av landinum. Suðuroy (Goya) Petur Dahl Nolsøe Sandoy Fríðhild Winther Suðurstreymoy Jóhan Dalsgaard Norðstreymoy Holgar Nielsen Vágoy Marjun í Kálvalíð Suðureysturoy Hilmar Jan Hansen Norðureysturoy Essa Jacobsen Norðoyggjar Hans Hjalti Skaale Skemtararnir fáa 10 - 15 minuttir í part til at vita, hvussu nógvar áhoyrarar teir klára at fáa at pissa í buksurnar av látri. Borðreitt verður við breyði og góðum føroysk- um viðskera og øli ella sodavatni. Eisini verður fel- agssangur við skemtivís- um, sum ikki hava verið alment frammi áður. Aftan á borðhaldið verður góður dansur við: Rolling Stones jam Creedence Clearwater Revival jam og Rok. Atgongumerki verða at fáa til keyps í kunningar- stovunum kring landið frá 15. til 30. august - og so er tað ókeypis at ferðast gjøgnum Vágatunnilin hetta kvøldið. Finna stuttligast skemtara