leygardagur 13. august 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Dagsins B36'ari ivað-
ist ikki í, at mótstøð-
an var eina tonn
sterkari, og tí var bara
eitt at gera hjá B36.
Nevnliga at geva alt -
hvørja ferð
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Herning: í einum framúr
liðavriki, var tað fram um
hinar Ingi Højsted, sum
sýndi vegin fyri B36. Við
knallhørðum tacklingum og
kvikum samanspælið var
hann við í tí mesta av tí,
sum B36 megnaði at skapa,
og við málinum til 2-1 eftir
79 minuttum var tað eisini
hann, sum helt lív í vónini
hjá B36 um at vinna seg
enn eitt fet víðari í Europa.
At Henrik Larsen so eis-
ini taldist millum áskoðar-
arnar í Herning, mundi ikki
gera støðuna verri hjá Inga,
nú Fróði Benjaminsen er
leikbannaður til komandi
landsliðsuppgávuna.
Tí er heldur einki at siga
til, at lagið var í toppi, tá vit
eftir dystin fingu orðið á
Inga, og bóðu hann siga frá,
hvussu málið kom.
- Eg veit ikki rættiliga,
men eg haldi tað var Alex,
sum spældi bóltin fram í
vinstru. Umvegis Boga
kom hann so til Allan, og
eg royndi so bara at rópa og
renna. Allan hugdi slettis
ikki upp, men spældi bara
bóltin frameftir, og so var
eg púra leysur og kundi
knalla til, staðfestir hann.
Málið var krúnan á verki-
num, men hóast fegin, so
ásannaði Ingi eisini, at tal-
an hevði verið um ein sera
harðan dyst. Ikki minst á
miðvøllinum, har talan var
um nógvar nærdystir.
- Teir spæla øgiliga
skjótt, og tá vøllurin so eis-
ini var vátur, so økti tað um
teirra fyrimun. Teir spældu
skjótari og teir vóru sterk-
ari, so vit máttu bara geva
alt. Tú sást jú teirra styrki í
luftbóltunum, so vit mátta
bara vera agressivir. Annað
var ikki at gera, helt Ingi.
Hvør veit
Hóast hann soleiðis uttan
stórvegis himpr staðfesti, at
mótstøðumenninir
vóru
betri, so dylir Ingi ikki fyri,
at úrslitið í Herning gevur
B36 ein lítlan møguleika at
koma víðari í kappingini.
- Tað er sjálvandi tað.
Kjansurin er har, so kanska
vit vinna 1-0 í Føroyum.
Hvør veit!
Nr. 152 • leygardagur • 13. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Dystaryvirlit:
Formuladeildin:
Leygardagin 13/8:
15:00
TB-KÍ
Petur Reinert
15:00
GÍ-VB
Dagfinn Olsen
16:00
NSÍ-HB
Tony Asumaa
18:00
EB/Streymur-ÍF
Jens P. Brattalíð
Sunnudagin 14/8:
15:00
Skála-B36
Páll Augustinussen
2. deild:
Leygardagin 13/8:
HB-GÍ
Georg Rasmussen
Sumba-LÍF
Ransin Djurhuus
B71-AB
Jón K. í Brekkuni
FSV2004-Royn
Birgir Sondum
B68-B36
Lassin Isaksen
Við málinum til 2-1 setti Ingi
Højsted krúnuna á eitt
framúrskarandi avrik. Og
samstundis syrgdi hann fyri, at
B36 enn má sigast at hava
møguleikan at koma víðari í
UEFA-Cup kappingini
Í Íslandi iðra teir seg
um, at tað ikki eydn-
aðist at fáa týdningar-
mikla útivallar málið,
sum var heilt tætt við,
tá ið bólturin brast í
stólpan
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Einasti føroyingurin, sum -
burtursæð frá teimum í B36
- var við í UEFA Cup hós-
kvøldið, var Símun Sam-
uelsen. Hann og liðfelagar-
nir í Keflavík vóru í Frank-
furt, har teir spældu móti
Mainz úr superliguni. Sím-
un Samuelsen var frá byrj-
an ytstur á miðvøllinum í
vinstru hjá Keflavík.
Heimaliðið hevði leingi
stórt trýst á Keflavík málið,
og heimaliðið vann2-0.
Málini skoraðu teir eftir
tíggju minuttir, og tá ið tað
restaðu nítjan minuttir.
Seinna málið var brots-
spark, sum Keflavík hópur-
in var alt annað enn nøgdur
við.
Keflavík málverjin stóð
seg ógvuliga væl. Keflavík
hevði ikki nógvar møgu-
leikar, men miðskeiðis í 2.
hálvleiki var um reppið, at
teir fingu týdningarmikla
málið á útivølli. Suðmund-
ur Steinarsson smekkaði til
úr 21 metrum. Bólturin tók
í ein verjuspælara og snýtti
málverjan, sum kortini fekk
bent sær á og sligið bóltin á
stólpan.
Venjarin hjá Keflavík,
Kristjan
Guðmundsson,
heldur ikki, at uppgávan er
vónleys undan heimadysti-
num.
- Um tað beinanvegin
eydnast okkum at skjóta
mál, so verður púra opið.
Men tað er alneyðugt, at
mótstøðuliðið ikki fær mál,
sigur hann.
Sunnudagin skal Kefla-
vík spæla á útivølli móti
Vali. KR og Rógvi Jacob-
sen skulu sunnukvøldið
spæla á heimavølli móti
ÍBV, sum B36 á Ólavsøku
sendi úr UEFA Cup kapp-
ingini.
Keflavík hevur framvegis møguleika
KÍ kvinnurnar taptu
hósdagin 4-1, og tá ið
tær eisini mistu besta
spælaran, sum tískil
er leikbannaður í dag,
kundu fyritreytirnar
havt verið betri und-
an síðstu avbjóðing-
ini
UEFA CUP KVINNUR
Jóannes Hansen
Tað royndist ikki, sum tað
var vónað, tá ið KÍ kvinnur-
nar í nógvum hita seinna-
partin hósdagin vóru í
næstu UEFA Cup royndini í
Makedona. Mótstøðuliðið
var Codru úr Moldova, sum
vann 4-1, eftir at tær í
steðginum høvdu verið á
odda 3-1.
KÍ minkaði um munin til
2-1. Málskjútti var Malena
Josephsen, sum stútaði
bóltin upp um málverjan og
í málið. Codru økti til 3-1
undan steðginum, og fimm
minuttir eftir steðgin skor-
aðu tær til 4-1.
Í dag skal KÍ spæla síðsta
dystin. Hann verður móti
ZFK Shkiponjat úr Make-
donia. Fyritreytirnar hjá KÍ
kundu havt verið betri und-
an tí uppgerðini. Hósdagin
fekk Rannvá Andreasen,
sum í fleiri ár hevur verið
týdningarmiklasti spælarin
hjá KÍ og kanska besti
kvinnuligi fótbóltsspælarin
í Føroyum yvirhøvur, tvey
gul kort og harvið reytt
kort. Tí er hon leikbannað í
síðsta dystinum.
KÍ aftur í ódnarveðri
Máttu vera agressivir