leygardagur 13. august 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2005
17
Takið hjá B36 venjar-
anum er at fáa sínar
menn niður á jørðina
og upp aftur at
standa, tá ið teir á
Skála í morgin skulu
stríðast um oddasess-
in
SKÁLA-B36
Jóannes Hansen
Tað verður ógvuliga spenn-
andi á Skála í morgin.
Heimaliðið og B36 eru
oddalið, og tey eru væl fyri
undan toppuppgerðini. B36
hevur alt fólkið tókt, og hjá
Skála er tað miðvallarin í
vinstru, Hanus Thorleifs-
son, sum er leikbannaður.
Hann varð vístur av vølli-
num í Gøtu síðsta sunnu-
dag.
B36 ferðalagið skuldi
koma í Vágar seinnapartin í
gjár. Skipanin sigur, at
dysturin móti Skála skuldi
verða seinnapartin í dag,
men eftir áheitan frá B36 er
hann útsettur til í morgin.
Tað er ikki meiri enn rímu-
ligt, at felag, sum stendur
seg væl í altjóða høpi, ikki
verður óneyðugt sektað í
heimligu kappingini.
Skála venjarin, Johan
Nielsen, er royndasti venj-
arin í landinum. Hann hev-
ur áður vant B36, og hann
sigur seg vera ógvuliga im-
poneraðan av B36 avriki-
num á flatlondum.
- Eg havi ikki sæð dystin.
B36 megnaði javnleik í
Vestmannaoyggjunum,
men tá ið hugsað verður um
mótstøðuliðið, so man hetta
vera besta Europa Cup av-
rikið hjá nøkrum føroysk-
um liði. Við GÍ taptu vit við
einum máli í Finnlandi.
Úrslitið ta ferðina var 1-0.
Men tað er stórur munur at
tapa 1-0 og at tapa 2-1. Úti-
vallarmálið er rættuliga
týdningarmikið, og tað var
flott av B36 at megna tað,
sigur Johan Nielsen, sum
samstundis staðfestir, at tað
er eitt lið á aldukambinum
og við sera góðari skipan
og tryggari verju, sum teir í
morgin skulu spæla móti:
- Tað sigur ikki so lítið, at
FCM ikki megnaði at skora
móti teimum í opnum
spæli, men bara í sambandi
við tvey hornaspørk!
Skálamenn eru væl fyri-
reikaðir, og teir rokna við
tættari uppgerð í morgin.
Tá ið oddaliðini fyrr í ár
hittust á Skála var úrslitið
1-1.
Í
Gundadali
var
úrslitið 2-2, og tað kann
gott vera, at javnleikur
eisini í morgin er sannlíkt
úrslit.
Takið hjá B36 venjara-
num, Sigfríði Clementsen,
og ikki minst fysiska venj-
aranum, Magna Mohr, eftir
glæsiliga avrikið og úrslitið
í Herning er at fáa spælar-
arnar at fokusera á avbjóð-
ingina á Skála og at gloyma
alt um avrikið í Herning og
avbjóðingina á Tórsvølli
annan hósdag.
Allir B36 spælararnir eru
tøkir. Ingi Højsted fór av
vøllinum, tá ið tíðin var um
at vera runnin í Herning,
men honum bilti einki.
Fróði Benjaminsen og
Bergur Midjord vóru leik-
bannaðir hóskvøldið. Eing-
in ivi er um, at teir báðir
vera millum teir fyrstu elli-
vu á Skála. Harvið er sann-
líkt, at Bárður H. Joensen
verður á beinkinum. Tað
kann ikki sigast annað enn
at vera luksus trupulleiki í
B36. Ungi maðurin, sum
ikki hevur serligar royndir í
bestu deildini, spældi sum
ein brandur, tá ið hann ans-
aði Frank Kristiansen og
David Nielsen, sum mugu
roknast at vera uppaftur
betri álopsspælarar, enn
Jónhard Frederiksberg og
Bogi Gregersen eru.
Johan er imponeraður av B36
Hjá NSÍ er takið at
halda fram við góða
rákinum á heimavølli
og harvið at halda
tørn um møguleikan
at røkka heiðurs-
merkjum. Báðir part-
ar eru plágaðir av
leikbannum
NSÍ-HB
Jóannes Hansen
HB trívst væl í andgletti-
num. Tað hava trífaldu
meistararnir, sum eru eitt
av trimum oddaliðum, ferð
eftir ferð víst. Í Klaksvík
vóru teir aftanfyri, tá ið tað
restaði eitt korter, men teir
vunnu. Móti B36 vóru teir
góða løtu undirmannaðir,
men teir megnaðu kortini
javnleik.
- Vit kenna treytirnar, og
tað
plagar
at
roynast
hampuliga væl í Runavík,
staðfestir HB liðformaður-
in, Rúni Nolsøe. Hann
verður millum áskoðarar-
nar í Runavík, har fyrsta
bríkslið verður klokkan 16 í
dag. Merkisvert er tað, at
finskur dómari skal halda
skil á. Hetta er fyrsta
royndin á føroyskari jørð
eftir at dómara samstarvs-
avtala er gjørd millum
norðurlendsku fótbóltstjóð-
irnar.
Rúni Nolsøe hevur fimm
gul kort á kontini, og tað
hevur miðverjin Rasmus
Nolsøe eisini. Heine Fer-
nandez er leikbannaður eft-
ir reyða kortið móti B36.
Tað ber við sær, at HB
venjarin hvørki verður á
vøllinum ella á beinkinum.
Ásetingarnar siga, at leik-
bannaðir spælarar hava ikki
loyvi at vera á beinkinum.
Jóhannis Joensen varð so
mikið illa skaddur móti
B36, at hann ikki hevur
vant síðani, og hann verður
ikki við móti NSÍ. Jóhannis
og Rasmus Nolsøe hava
mannað HB miðverjuna,
sum harvið skal mannast av
nýggjum.
Miðvallarin Kári Nielsen
og Hans á Lag eru tøkir aft-
ur, eftir at teir hava sitið
leikbann av sær. Hans á
Lag hevur áður verið mið-
verji. Higartil í ár hevur
hann tó verið álopsspælari
og toppskjútti, og so er
spurningurin, hvat venjarin
velur at gera. Aðrir álops-
møguleikar eru Bárður
Mortansson og Hendrik
Rubeksen. Svenn Dam Jac-
obsen hevur seinastu vikur-
nar aftur og aftur víst, at tað
kann roknast við honum
sum stuðulsspælara á mið-
vøllinum.
Trygvi Mortensen, NSÍ
venjarin, hevur sagt, at tað
vera ikki minst teir tríggir
heimadystirnir, sum eru á
skránni fyrstu umførini eft-
ir summarsteðgin, ið fara at
gera av, um NSÍ skal kapp-
ast um heiðurskrónur og al-
tjóða atgongumerki, ella
um NSÍ skal detta niður
móti miðjuni.
Fyrsta royndin móti KÍ
bar fulla úrtøku við sær. Tá
ið tað restaðu fýra minuttir
var Ike rikin av vøllinum.
Sektina av tí kenna NSÍ og
Ike móti HB. Sterki álops-
spælarin er leikbannaður í
dag. Málskjúttin móti KÍ,
Páll M. Joensen, verður
heldur ikki við. Tað verður
sagt at vera partur av leigu-
avtaluni millum felagið hjá
honum, HB, og NSÍ, sum
hann hevur umboðað og
skal umboða tað, ið er eftir
av hesum kappingarári-
num, at Páll ikki skal spæla
móti HB.
HB og NSÍ hava fyrr í ár
spælt tvær ferðir í Gunda-
dali. Í øðrum umfari 3.
apríl vann HB 2-1, og í
tíggjunda umfarinum, sum
var 22. mai, vann HB 3-1.
Finala um
niðurflytingina
Heiðurskrýndu TB og KÍ fara í dag innan-
hýsis at gera av, hvat av hesum feløgunum
skal vera besta boðið upp á beinleiðis nið-
urflytingarplássið
TB-KÍ
Jóannes Hansen
Tað er einki sum eitur. Tann parturin, sum seinnapartin
í dag fer við ongum av Sevmýri verður fremsta evnið
til beinleiðis niðurflyting. Tá verður fjarstøðan fram til
næstaftastu brík trý stig. Talan er sostatt um óvuliga
týdningarmikla roynd hjá bæði TB og KÍ, sum fyrr í ár
hava spælt tvær ferðir.
Tvørámenn hava undan síðsta triðinginum av kapp-
ingini styrkt seg við serbiskum álopsspælara. Hann var
fyrstu ferð við móti ÍF. Talan er um 27 ára gamla
Dejan Tonic, sum Milan Milanovic, TB venjarin, hev-
ur verið venjari hjá í tveimum feløgum í bestu serbisku
deildini.
Aca Petrovic, stinni miðverjin, var leikbannaður
móti ÍF. Hann er tøkur aftur móti KÍ.
Kurt Mørkøre vandi hóskvøldið fyri fyrstu ferð í
hesum umfarinum saman við liðfeløgunum í Klaks-
vík. Úr Klaksvík frættist, at hann var sær sjálvum lík-
um sum íblásari og málskjútti, og góðar keldur vilja
vera við, at hann tóktist vera væl fyri.
Avbjóðingin á Tvøroyri verður tann fyrsta hjá KÍ,
síðani at Atli Danielsen fór til Noregs. Tí er neyðugt at
umskipa miðvøllin. Tað er eisini neyðugt at umskipa
miðverjuna. Niclas Niclasen endaði eftir dystin í
Runavík á Landssjúkrahúsinum. Har varð staðfest, at
eitt bein í pannuni er brotið. Niclas er sjúkrameldaður,
og hann verður ikki við KÍ nógvu tær næstu ferðirnar.
Takið hjá Oddbjørn Joensen er at skrúva liðið rætt
saman. Tað er sannlíkt, at Ovi Nysted, sum seinast var
á beinkinum, verður settur í miðverjuna. Hann var
hálvskaddur fyri viku síðani.
TB og KÍ hava tikist tvær ferðir fyrr í ár. Á Sevmýri
endaði tað málleyst í sjeynda umfarinum, ið var á
skránni 8. mai. Í tíggjunda umfarinum 22. mai vann KÍ
6-1 á TB í Klaksvík. Síðani tá hevur tað ikki eydnast
KÍ í átta dystum at fáa fult.
Síðsti TB sigurin var 16. mai, tá ið teir á heimavølli
í 9. umfarinum vunnu 3-0 á GÍ.
Opið bræv til Nes
Sóknar Ítróttarfelag
Í grein í Dimmalætting tann 8. august 2005 er høvuðs-
venjari tykkara siteraður fyri at siga:
"...at framherjin hjá NSÍ, Ikechukwu Onyema, hevur
upplivað, og gjørdi tað aftur í dystinum móti KÍ, at
føroyskir mótstøðuleikarar rópa ókvæmisorð eftir sær,
tí hann hevur ein annan uppruna og húðalit enn før-
oysku leikararnir...."
Tað er ikki nakað nýtt at tað verður nógv sagt tá hart
leikar á í einum fótbóltsdysti, men at venjari tykkara
alment í fjølmiðlunum leggur KÍ leikarar undir at vera
rasistar kann als ikki góðtakast.
Klaksvíkingar eru ikki rasistar og rasisma verður
ikki told í Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Klaksvíkar Ítróttarfelag metir útsøgnirnar og atburð-
in hjá høvuðsvenjaranum í NSÍ at vera somikið langt
frá tí í vantast kann av manni í slíkum høgum ítróttar
starvi at felagið krevur eina umbering.
Hinvegin hevði tað verið meiri passandi um venjari
tygara kom við eini umbering fyri henda sama NSÍ
leikara, sum sera óndsinnað skallaði KÍ verjuleikara í
andlitið í dystinum.
Hendingin var somikið álvarslig at leikarin endaði á
landssjúkrahúsinum og verður vantandi ikki tøkur aft-
ur í ár.
KÍ leikarin, sum bleiv niðurskallaður av omanfyri-
nevnda NSÍ leikara, verður heldur ikki arbeiðsførur í
rúma tíð, tá hann hevur brotið pannina.
Felagið hevur eisini sent avrit av brævinum til kapp-
ingarnevndina hjá FSF.
Vegna Klaksvíkar Ítróttarfelag
John William Joensen
HB trívst væl í andglettinum