leygardagur 13. august 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 152 - 13. august 2005
Væl vandu deyðbólts-
støðurnar hjá miðjút-
lendingunum vístu
seg sum drepandi
vápn. Men við einum
framúr máli frá Inga
Højsted fekk B36 løn
fyri eitt framúr avrik
í Herning
UEFA-CUP
Jákup Mørk
Herning: Hóast tað fram-
vegis verður sera, sera trup-
ult, so hevur B36 framvegis
møguleika at skriva enn ein
part av føroyskari fótbólts-
søgu við at spæla seg fram
til triðja umfarið í UEFA-
Cup kappingini.
Øðrvísi fær niðurstøðan
valla verið, tá tað eydnaðist
árstalsfelagnum í Havn at
stríða seg til eitt tepurt 2-1
tap. Sjálvandi merkir tað, at
B36 skal vinna á einum
sera sterkum mótstøðuliðið
í returuppgerðini. Men við
málið, sum Ingi Højsted
skeyt eftir 79 minuttum
merkir, at B36 í roynd og
veru hevur nóg mikið við
einum teprum 1-0 sigri.
Optimistiskir
havnarmenn
Men hetta kann tó í sjálvum
sær vísa seg sum ein sera
stór uppgáva. Tí hóast
FCM sjáldan megnaði at
vísa, at liðið hoyrir til topp-
in av donskum fótbólti, so
var sjáldan nakar ivi um, at
vertirnir vóru betra liðið í
dystinum. Vanliga 4-4-2
uppstillingin var broytt til
4-3-3 til dystin, og so var
ætlanin, at álopsspælið
skuldi floyma fram við før-
oysku bakkunum.
Tað eydnaðist tó sera
sjáldan at fáa glið á hetta
spælið. Fyrst og fremst, tí
B36 fór óvæntað langt nið-
an eftir mótstøðumonnun-
um. Heldur enn at bíða við
nógvum fólki afturi í verju-
partinum, varð trýstið lagt,
so skjótt mótstøðan nærk-
aðist miðstrikuni. Tað bar
við sær, at álopsvápnið hjá
vertunum í sera stóran mun
gjørdist til langar bóltar
niðan eftir síðunum. Oftani
megnaði B36 at vinna hes-
ar, og við yvirtalinum á
miðvøllinum,
sum
teir
høvdu við 4-5-1 uppstill-
ingini, megnaði føroyska
liðið í nógvum førum at
spæla seg væl niðan eftir.
Tað gav eisini nakrar
møguleikar av sær hampu-
liga tíðliga í dystinum. Ofta
gjørdist talan kanska um
skotroyndir úr langari fjar-
støðu, men tað víst vilja til
at skora frá B36. Og ikki
minst, so gevur tað eisini
tíð at koma heim at standa
rætt, tá álopini verða av-
sluttað, heldur enn at bólt-
urin verður mistur í upp-
spælinum.
Santos leyp hvøkk á
Soleiðis gingu heilir 21
minuttir, áðrenn mótstøðan
fyri fyrstu ferð vann sær
hornaspark, og tað skuldi
so seinni vísa seg sum besta
álopsvápnið hjá FCM.
Áðrenn teir fingu hol á,
máttu teir tó síggja Ola Tid-
man í málinum bjarga teim-
um
frá
einum
ordans
skelki, tá hann akkurát fekk
vart fyri einum drønandi
skoti frá Alex dos Santos,
og í aðru atløgu akkurát
fangaði returin, áðrenn Ingi
Højsted kundi skumpa inn
um strikuna.
Júst hesir báðir taldust
eisini millum teir stinnastu
hjá B36 í dystinum, og báð-
ir vístu teir eisini eitt poten-
tiali, sum væl kann bera við
sær, at teir ikki verða at
síggja í føroysku kapping-
ini komandi kappingarár.
Men fyrst og fremst, so
var talan um satt liðavrik. Í
málinum vísti Jákup Mikk-
elsen - sæð burtur frá ein-
um kiksaðum luftbólti í
fyrra hálvleiki - enn eina-
ferð, hví hann verður rokn-
aður sum fremsti føroyski
málverjin. Kenneth Jacob-
sen hevði trupulleikar at
byrja við, men sum dystur-
in leið, gjørdist hann alsamt
tryggari á høgra bakki, eins
og Santos var framúr á
vinstra bakkinum. Í mið-
verjuni vísti Bárður H.
Joensen seg sera stinnan
makkara hjá altíð tryggja
Pól Thorsetinsson. Mikkjal
Thomassen og Klæmint
Matras vunnu nógv á de-
fensiva miðvøllinum, og
serstakliga Mikkjal sýndi
eisini gott hegni at fáa bólt-
in víðari. Levi Hanssen og
Niels Joensen vóru við í
nógvum spæli yvir kantar-
nar, og Ingi Højsted var
sum sagt framúr á fram-
rættaða miðvøllinum. Bæði
sum bóltvinnari og - ikki
minst - sum bóltspælari,
megnaði hann væl og virði-
liga at fylgja við leikferð-
ini. Og í álopinnum strídd-
ist Allan Mørkøre ótroytti-
liga allan dystin.
Deyðiligir deyðbóltar
Soleiðis megnaði B36 at
kalla allan fyrra hálvleik at
halda vertunum frá nøkrum
stórum møguleikum, men
seks minuttir fyri steðgin
komu gestirnir tó á odda.
Uppskriftin var ein væl
vand deyðbóltsstøða, har
liðskiparin, Michael Han-
sen, úr høgru sendi ein
bleytan bólt móti nærmara
stólpa. Har var sterki Fram
Kristensen hægstur, og
hann fekk úr stuttari fjar-
støðu sent bóltin inn um
stólpan og beint undir tvør-
træið.
Og eftir 72 minuttum
endurtók søgan seg. B36
var tá farið at vísa tekin um
møði. Hornaspørkini og
deyðbóltar annars gjørdust
fleiri í tali, og tá innskifti
Leon Jesssen sendi horna
úr høgru móti nærmara
stólpa, var Frank Kristen-
sen aftur hægstur. Og
úrslitið var neyvt hitt sama.
Við hesum hevði heima-
liðið skapt sær útgangs-
støðið, sum teir meddaðu
eftir. Í øllum førum stað-
festu bæði venjari og for-
maður í leikskránni, at tal-
an helst skuldi gerast um
ein 2- ella 3-sigur. Og at alt
annað vildi verið eitt vána-
ligt úrslit.
B36-málið
Heimaspælararnir tóktust
nú eisini meira róligir.
Spælið fleyt brádliga betri,
og sum møðin noyddi B36
alt longur aftur á vøllin,
tóktust fleiri mál vera í
væntu. Jákup Mikkelsen
helt tó við tveimum framúr
bjargingum skansanum, og
brádliga svaraði B36 aftur.
Alex dos Santos spældi
niðan á innskifta Boga Her-
mansen. Hann spældi stutt
til Allan Mørkøre, sum við
eini framúr sending á
blindu síðuni prikaði inn
um til ein framstormandi
Inga Højsted, og ískaldur
hamraði dagsins B36'ari
bóltin fram við málverja-
num.
Rópini frá fáu floks-
monnunum - soleiðis rópa
B36-viðhaldsfólkini seg -
høvdu alla tíðina verið at
hoyrt, men nú tóku tey mest
sum yvir. Spælararnir fingu
nakað
av
tiltrongdum
adrenalini í deyðamøddu
vøddarnar, soleiðis at teir
eisini kundu kempa seg
gjøgnum seinastu minuttir-
nar. Og við einum at kalla
skelkaðum mótstøðuliðið,
eydnaðist hetta. Eisini hó-
ast Jákup Mikkelsen enn
einaferð mátti vísa síni evn-
ir, so tóktist hetta ikki at
nerva nakran yvirhøvur.
Fantastiskt úrslit
Spurningurin er sjálvandi,
FC Midtjylland-B36 2-1 (1-0):
1-0 á Tórsvølli er nokk