Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 - 13. august 2005 19 FC Midjylland-B36 2-1 (1-0) UEFA-Cup dystur á SAS-Arena í Herning 3.519 áskoðarar 1-0: Frank Kristensen, 39. 2-0: Frank Kristensen, 72. 2-1: Ingi Højsted, 79. FCM: Ola Tidman - Rasmus Daugaard, Kristian Bak Nielsen, Christian Traoré, Nicolai Jørgensen - Mikkel Thygesen (Klaus Kærgaard, 75.), Michael Hansen, Svenne Poulsen (Leon Jessen, 63.) - Dennis Sørensen (Oluwafemi Ajilore, 75.), Frank Kristensen, David Nielsen B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Bárður H. Joensen, Pól Thorsteinsson, Alex dos Santos - Niels Joensen (Johan Gunnarsson, 84.), Klæmint Matras, Ingi Højsted (Heini í Skorini, 90.), Mikkjal Thomassen, Levi Hanssen (Bogi Hermansen, 78.) - Allan Mørkøre GK: Kenneth Jacobsen Dómarabólkur úr Wales: Brian Lawlor, Darren Adie, Simon Lee Evans, Ceri Richards FAKTA UM DYSTIN Ein ringur dagur Venjarin hjá FC Midtjylland roknar framvegis ikki við, at hansara lið fær stórvegis trupulleikar av dystinum á Tórsvølli FCM-VENJARIN Jákup Mørk Hóast flestu tíðindafólkini vóru samd um, at FC Midt- jylland hevði fingið ein skelk í mini-stødd hóskvøldið, so helt venjarin hjá liðnum, Erik Rasmussen, ikki, at hetta var verri enn ilt. - Sjálvt um vit raka ein sera ringan dag, so haldi eg ikki, at talan verður um ein ovurhonds trupla uppgávu um tvær vikur. Vit hava kanska ikki spælt so væl í seinastuni, men vit hava vunnið flestu dystirnar, og nú mugu vit so royna at koma í eitt hægri gear, staðfesti hann. Vart tú bilsin um móstøðuna, sum tit fingu í dag. - Nei. Tað var eg ikki. Vit sita altso á 90% av spæli- num, og vit hava møguleikar at lukka dystin. Men vit spæla ikki góðan fótbólt. Vit reagera ikki nóg skjótt, og vit flyta okkum ikki nóg væl. Men vit hava fram- vegis nóg nógvar møguleikar til ein tryggari sigur. Stóri trupulleikin hjá tykkum tóktist vera, at tit ikki fáa nóg nógva ferð í spæli. Var tað ikki kanska eisini ein avleiðing av, at B36 megnaði at fáa ferðina á sítt støði? - Sjálvandi spæla teir við teimum midlum, sum teir hava. Teir leggja seg á vøllin rættiliga ofta, og royna upp á aðrar mátar at toga ferðina niður. Men tað er okkara egna skyld, at spælið hjá okkum ikki er betri enn tað sama. Hvussu var og ikki, so gjørdist talan um ein dyst, sum var nakað væl tættari, enn Erik Rasmussen brýggjaði seg um. Men hóast hetta, so tóktist hann ikki hava stórvegis rósur at bera nøkrum føroyskum spæl- ara. Heldur ikki, tá hann varð spurdur, hvørt nakar av hesum er nóg góður til spælarahópin í FC Midtjylland. - Tað dugi eg ikki at siga. Teir megnaðu jú ikki at vísa nakað serligt. Teir komu kanska fram á vøllin fyrstu 20 minuttirnar, men í aðrar mátar var talan um spæl upp á eitt mál, staðfesti venjarin turrisliga. Sigfríður Clementsen helt tað vera synd, at hansara lið skuldi tapa upp á tveir deyðbóltar, men hann staðfesti samstundis, at hetta var ein av mununum á liðunum báðum B36-VENJARIN Jákup Mørk Boðini frá venjaranum vóru greið undan dystinum. B36 skuldi ikki stilla seg aftur at spæla tinda- svínafótbólt. Teir skuldu vera við til at mynda dystin, tó at størsti denturin sjálvandi skuldi leggjast á verjupartin og skipanina av hesum. Men hóast hesar útsagnirnar, so var tað eitt óvæntað framfýsið B36, sum fór á vøllin í SAS- Arenuni í Herning. Gaman í var talan ikki um høvuðsleysan offensivan fótbólt, men kon- trollerað og væl skipað fóru teir niðan eftir mótstøðuni, heldur enn at bíða. Og tá vit eftir dystin fingu orðið á væl nøgda Sigfríð Clementsen, stafðesti B36-venj- arin eisini, at hetta hevði verið júst eftir uppskriftini. - Vit skuldu út at spæla og út fyri at gera ein góðan figur. Tað var tað, sum vit tosaðu um. Tað merkti so eisini, at vit ikki vildu út at grava okkum niður, og eg haldi eisini, at vit royndu tað, sum vit kundu. Sjálvandi verða vit trýstir, men tað hendir ikki fyrr enn seinastu 20 minuttirnar, tá menn eru um at verða púrasta flatir. Júst vantandi orkan var nakað, sum flestu føroysku áskoðararnir mundu bera ótta fyri í steðginum. Óttaðist tú ikki eisini hetta, tá havt verður í huga, hvussu nógva orku tit nýttu í dystinum. - Jú. Men vit høvdu allir eina greiða avtalu undan dystinum. Vit skuldu byrja við fullum drøni. Og blivu vit flatir seinastu løtuna, so blivu vit tað. Vit framdu gott nokk eina verjukenda útskifting, tá vit vildu tippa síðurnar, men sum heild, so haldi eg ikki, at hatta liðið hevði nógv meira enn langar bóltar at bjóða uppá. Men teir høvdu so eisini nakrar øgiligar luftsterkar áleyparar? - Ja. Tað vístu teir eisini, og haldi tað vera synd fyri okkum, at vit skulu tapa handan dystin upp á tveir deyðbóltar. Men tað er so ein av mununum. Niður á jørðina Hóast føroyska Europa-Cup søgan eftir hondini telur fleiri sera góð avrik, so man úrslitið hjá B36 hesa ferð teljast millum tey allarbestu. Eitt tepurt tap fyri einum av bestu liðunum í Danmark, har B36 enntá spældi fult upp við mótstøðuna í stórum pørtum, er avgjørt ikki gerandis kostur í so máta. Spurdur um hetta, kundi venjarin illa dylja, at hann var errin av sínum monnum, men hann manar framvegis til, at beinini skulu haldast væl og virðiliga á jørðini. - Vit eru øgiliga væl nøgdir um innsatsin hjá okkum í dag. Vit hava longu tosað nakað saman í skiftisrúminum, og sjálvandi eru vit eisini nøgdir um útgangsstøðið, sum vit hava fingið undan seinna dystinum. Men hava altso framvegis tapt ein dyst, so vit eru ikki farnir á flog. Tankarnir eru nú vendir móti Skála, har vit skulu spæla sunnudagin. Onkur helt fyri, at nú skal bara ein 1-0 sigur til á Tórsvølli, áðrenn tit koma enn eitt fet víðari. Hvussu metir tú møguleikarnar fyri víðari luttøku, um tú skalt seta prosentir á? - Teir eru framvegis stórfavor- ittar. Eg veit ikki, hvat prosentini vóru undan hesum dystinum, men tey eru ikki broytt stórvegis, segði venjarin, sum hóast alt ikki kundi krógva smílið, sum avspeglaði eitt framúr avrik frá hansara monnum. - Men vit taka tað, sum vit kunnu fáa. Og so vóna vit sjálvandi, at vit enn einaferð kunnu fáa eins góðan stuðul, sum vit høvdu á ólavsøku, segði altso Sigfríður Clementsen at enda. Synd at tapa soleiðis Hóast hann var errin av sínum monnum, so minti Sigfríður Clementsen á, at liðið longu sunnudagin hevur sera trupla uppgávu. Og enn vil hann als ikki geva nakað boð upp á møguleikarnar hjá B36 at vinna seg víðari í kappingini um hetta hjálpir nakað í longdini, tí enn má FCM metast sum stórfavorittur at koma víðari. Men bara tað, at B36 enn hevur ein »fair« møguleika at spæla seg víðari, er eitt framúr úrslit. Ikki minst fyri B36 men eisini fyri føroyskan fótbólt. Og sum onkur føroyingur helt eftir dystin, so er ein tepur 1-0 sigur nóg mikið. Til tann dystin kann B36 enntá dúva upp á Fróða Benjaminsen og Berg Midjord, sum báðir vóru leikbannaðir hesaferð. Um tað er nóg mikið, er so ein onnur søga. Men tað stendur fast, at meira enn eitt vánaligt FCM-avrik, so var tað eitt framúr B36-av- rik, sum syrgdi fyri, at før- oyskur fótbóltur framvegis livir í europeisku vónini, nú næsti dysturin í næsta umfarinum stendur fyri framman. Og tað er so ongantíð hent áður.