leygardagur 13. august 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29 ára gamli havnar-
maðurin Uni Gullfoss
býr í Kvívík og er
køksleiðari á Hotel
Hafnia, eitt avbjóð-
andi starv á eini nógv
virdari matstovu. Eitt
hóskvøld í juli varð
køkurin á Hafnia
skiftur út við tann á
Hotel Pólus í norður/
eystur partinum av
Budapest, tá Uni
Gullfoss setti Føroyar
á heimskortið hjá
ungarskum sjón-
leikarum, filmstjór-
um, kokkum, mat-
stovuánarum, miðla-
fólki og matelskarum
annars
MATGERÐ
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Uni borðreiddi við sið-
bundnum føroyskum mati
til julidøgurðan hjá Slow-
food felagskapinum Lu-
cullus, og lat sostatt for-
vitnastu gómarnar í Ungarn
smakka Føroyar. The Buda-
pest Sun skrivar, at her var
talan um eitt so forkunnugt
tiltak, at danski ambassa-
dørurin í Ungarn í røðu síni
hevði á orði, hvussu for-
kunnugt tað var at sleppa at
virka sum føroyskur am-
bassadørur, tað er ikki nak-
að, sum hendir á hvørjum
degi.
70 fólk vóru til døgurð-
an, og tey flestu lótu væl at
matinum. Serliga sildin var
vælumtókt, og Budapest
Sun skjýtur upp, at um
Føroyar vilja vinna sær veg
inn í ungarsku hjørtini, so
skulu vit bara brúka sildina.
Matummælaraliðið hjá
Budapest Sun fegnast stór-
liga um matin og skriva
eina langa grein í blaðnum
og á heimasíðuni hjá blað-
num. Tað er eingin ivi um,
at her er talan um lýsing-
arvirði, sum er ringt at gera
upp í peningi, tí umframt
the Sun hava nógvir aðrir
miðlar dekkað tiltakið, m.
a. fleiri bløð úr Ungarn og
ein internetavís. Eisini hava
Luculluslimir verið í út-
varpi og prátað um tiltakið
og um Føroyar.
Áhugi fyri Føroyum
Tað er talsmaðurin hjá
Lucullus, Turóczi Gábor,
sum hevur tikið stig til, at
Føroyar skuldu á skránna
hjá felagskapinum. Hetta
kemst av einum sterkum
persónligum áhuga í Norð-
anlondum. Áhugin kom í
lestrartíðini hjá honum,
hann gjørdi serritgerð í
íslendskum fjølmiðlum og
kom í hesum sambandi
fram á Føroyar. Tá hann so
nú starvast hjá Lucullus
Baráti Társaság helt hann,
at Føroyar kundu verið eitt
áhugavert land at smakka
og uppliva hjá limunum í
felagskapinum.
Skapa mentanar-
upplivingar
Felagskapurin
Lucullus
Baráti Társaság arbeiðir
fyri at skapa mentanarupp-
livingar í Budapest, sum
taka støði í mati og mat-
gerð. Limirnir í felagsskap-
inum hittast einaferð um
mánaðin til eina máltíð, har
mentan og matur úr einum
landi er á skránni, smakk-
urin av landins mati gerst
vegurin inn í mentanina.
Serfrøðingar siga frá um
matin, og kvøldið verður
kryddað við øðrum ment-
anarligum upplivingum.
Á føroyska kvøldinum
greiddi Uni Gullfoss frá um
føroyskan mat, og um før-
oyska matsøgu. Hann for-
telur, at áhugin var stórur,
og at fólk spurdu um mangt
og hvat.
Uni hevði allan matin við
úr
Føroyum.
Her
var
lambskjøt, fiskur og skelja-
djór. Ætlanin var at hava
grind og spik við. Men um
Uni var tikin við hvalakjøti
á vegnum, so varð hald lagt
á allan matin, tí vóru grind-
in og spikið løgd eftir.
Serliga sildin var so væl-
umtókt, at øll sløgini skjótt
vórðu etin. Ummælarin hjá
Budapest Sun skjýtur upp,
at um føroyingar ynskja at
bergtaka ungarar, so er
sildin eitt vælegnað amboð.
Ynskini úr Ungarn vóru,
at maturin skuldi vera sið-
bundin føroyskur matur, og
hetta merkti sjálvtøkuborð-
ið. Men Uni hevði eisini
nakrar heldur meira ný-
skapandi rættir, so sum
Kalva í saffron sauce og
Havtasku steikt í Pesto.
22
Nr. 152 - 13. august 2005
Syntesa er eitt ráðgevingarfelag innan vinnumenning við bæði føroyskum og útlendskum
kundum, ið vanta høga góðsku. Harumframt rekur Syntesa ein skrivstovufelagsskap, har
sjálvstøðug feløg eru felags um skrivstovufyrisitara, hølir, móttøku og annað. Umframt Syntesa
eru í løtuni hesi feløg í skrivstovufelagsskapinum: Simprentis, SeWave, Bitland, WinIT, Jónsvein
Joensen & Fartal sp/f. Tilsamans seks fólk arbeiða dagliga í skrivstovufelagsskapinum.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi
og áhugaverdum umhvørvi við stórum
dynamikki, professionalismu og opinleika.
Tínar uppgávur verða millum annað at
gera alt vanligt skrivstovuarbeiði, umsita
heimasíður, umseta og rættlesa tekstir,
skriva rokningar og gera annað bókhalds
arbeiði. Eisini skalt tú vera við til at fyrireika
kunningartiltøk og gera kanningararbeiði í
sambandi við uppgávur hjá ráðgevum.
Førleikakrøv
Tú dugir væl at skriva føroyskt, enskt og
danskt, og kanst bæði umseta og skriva
tekstir eftir fyrisøgn. Tú hevur royndir við
bókhaldi, journalisering og at skriva út
rokningar. Neyðugt er at tú dugir at
arbeiða við teldu, ert før/ur fyri at arbeiða
sjálvstøðugt og við nærlagni, og megnar
at arbeiða við fleiri uppgávum í senn. Tú
dugir væl at samskifta og hevur við-
komandi útbúgvingar og royndir.
Vit miðja eftir at starvið verður sett
1. oktober 2005. Løn sambært avtalu.
Um hetta hevur tín áhuga, send so eina
umsókn við CV og viðkomandi prógvum
til:
Syntesa sp/f
Postboks 195
Tórsgøta 16
FO 110 Tórshavn
- ella við telduposti til: og@syntesa.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 29. august
2005.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at ringja á tel 311084 ella
223978 og spyrja eftir Ólavi Gregersen.
Syntesa søkir
skrivstovufyrisitara
www.sansir.fo
Uni setti Føroyar á heimskortið í Budapest
Matskrá:
Marinera sild
Kryddsild
Rækjur og egg
Jákupskeljar
Fiskapylsur
Roykt Øða
Hummari
Kræklingar
Lippur
Turran fisk
Kalva í saffron sauce
Havtaska steikta í
Pesto
Royktan Laks
Grav. Laks
Skinsakjøt
Rullupylsa
Lambaryggur
Ræst kjøt
Rabarbur
Rugbreyð
Skerpikjøt
Fiskasuppa
70 fólk vóru til føroyska
døgurðan hjá Una Gullfoss í
Budapest - og matar-
ummælararni hjá Budapest
Sun stórfegnaðust um matin
Uni Gullfoss hevði allan
matin við úr Føroyum - tó
legði hann grindina og spikið
eftir fyri ikki at missa alt í
tollinum