Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 152 • Vikuskiftið 13.–14. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Tinghellan s. 34-35. Ábyrgdarleys koyring og ferðtálmar SUMMARFESTIVALUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Vit eru sera væl nøgd við Summar Festivalin hesaferð, sum var næstan dupult so væl vitjað- ur, sum fyrsti Summar Festival- urin í fjør. Hetta sigur Steintór Rasmus- sen, høvuðsmaður aftan fyri Summar Festivalin, nú tey hava havt fyrstu eftirmetingarnar. Í fjør vóru tey gott og væl 4.000, ið vitjaðu festivalin, meðan talið í ár var 8.000. – Hetta skuldi sjálvandi sæst aftur í kassanum, men eyðvitað vóru onkrar dýrar loysnir funnar beint áðrenn festivalin. Men hetta skuldi so givið okkum gott grundarlag til næsta festival. Í øllum førum kunnu vit siga, at støðið nú er lagt, sigur Steintór Rasmussen. Næsti Summar Festivalur verður vikuskiftið 4. og 5. august næsta ár. Ætlandi verða eisini tiltøk sunnudagin 6. august. Steintór Rasmussen sigur, at tað altíð eru viðurskifti, ið bøtast kann uppá, og hesum verður eisini arbeitt við, tí tað eru tey góðu tilboðini, sum skulu selja festivalin. Eitt av málunum, Steintór Rasmussen nevnir, er at bøta um viðurskiftini hjá børnunum. – Vit ætla at útbyggja spæliplássið. Tað skal gerast enn meira áhugavert, og børnini skulu fáa meira fyri pengarnar, sigur hann. Møguliga fer at bera til at keypa eitt armband til børnini, sum gevur atgongd til øll tiltøkini. Festivaløkið verður eisini útbygt soleiðis, at allur bøurin á Akursmørk verður tikin upp í økið. Veðrið hevur altíð stóran týdning, tá tað snýr seg um uttanduratiltøk í Føroyum. Fólk hava eisini havt á munni, at um onkur av festivalinum verður raktur av ringum veðri og regni, so fer alt fyri skeytið. Men Summar Festivalurin gjørdi hesum til skammar og vísti, at veðrið hevur bara næstan alt at siga! Veðrið hevur bara næstan alt at siga…