Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 152 - 13. august 2005 Dagny Joensen - Eg vil heldur vera sunn og frísk enn eitt beinut, ússaligt rituræ. Tað sigur 42 ára gamla Jana Eidesgaard Thomsen, sum um 14 ára aldur fekk álvarsligt etingar- ólag. Frá at vera ein heldur trivaligur tannáringur seinast í sjeytiárunum, fór hon undir at klænka seg og gavst at enda við at eta og varð innløgd. Í dag er Jana E. Thomsen, útbúgvin økonoma og likams- venjari. Hon er stjóri í Fragd& Fimi, og kann í sínum arbeiði nýta sína vitan um heilsugóðan kost og likamsvenjingar at hjálpa fólki, sum hava brúk fyri at broyta livihátt. Jana og maðurin Kenneth Samuelsen og dóttirin Joan, sum er 17 ára gomul, búgva í hugna- liga heimi teirra á Argjum. Læknin skelkaði hana Um sína tíð við sjúkuni anorexia nervosa, sigur Jana: - Tað byrjaði við at eg noktaði at eta, tá eg var 14 - 15 ára gom- ul. Eg kann bert koma á eina hending, sum var orsøk til tað. Fekk etingarólag 14 ára gomul: Ein áheitan um at klænka fe Eftir at hava havt sjúkuna anorexia nervosa í fleiri ár, tók tað 42 ára gomlu Janu fleiri ár at koma fyri seg aftur. Í dag livir hon sum fólk flest, hevur familju og arbeiðir við at geva fólk ráð og leiðbeing um likamsvenjingar og góðar kost- vanar Í royndini at fóta sær eftir drúgva etingarólag - sjúku, nýtir Jana E. Thomsen í sínum arbeiði ein part av tíðini til at geva fólki undirvísing um heilsugóðan kost og likams- venjingar. Á myndini (innsett) sæst 17 ára gamla Jana, áðrenn hon hevði fingið tamarhald á sjúkuni