leygardagur 13. august 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 152 - 13. august 2005
25
- Tað var tá eg fór til skúla-
læknan, og hann segði bart út, at
eg var ov feit og skuldi klænka
meg 10 kg.
- Eg vigaði tá 62 kilo og var
eini 157 cm til hæddar, so eg
havi helst verið í so væl í hold-
um, men tað visti eg væl, sigur
Jana E. Thomsen.
Seinasta hálva árið eftir at hon
var komin í framhaldsdeildina,
fóru tey í skúlaflokkinum at eta
nógv góðgæti. Tey keyptu
bomm, kips og sodavatn við í
skúla, og ótu allan dagin. Tað
sama endurtók seg, tá næming-
arnir fóru heimaftur. Hartil kom,
at dreingirnir í flokkinum vóru
ógvuliga ófriðarligir og órógvaðu
undirvísingini so nógv, at tað
nærum var ómøguligt hjá lær-
ararunum at halda skil á flokk-
inum. Av tí sama mistu vit misti
áhugan fyri at lurta og læra.
- Tað, sum eg haldi gjørdi
munin, var, at læknin segði við
meg: "Ímynda tær eitt hjarta,
sum ikki fær arbeitt, av tí at so
nógv feitt er rundan um tað?".
Tað skelkaði meg so nógv, at eg
alla tíðina sá hetta feita hjarta
fyri mær.
Tá eg kom heim úr skúla,
segði eg við mammu, at eg
skuldi einki hava at eta.
Í fyrstuni vildi mamman góð-
taka tað, tí hon helt eisini at Jana
hevði tørv á at klænka seg, men
sum fráleið gjørdist hetta ein
marra hjá familjuni, sum ikki
visti, hvussu Jana skuldi sleppast
undan aftur.
Næsta hálva árið át Jana at
kalla einki serligt. Hon drakk
nógv vatn, át eitt flatbreyð av og
á og onkra gularót. - Tað vóru
vikur, har eg als einki át, sigur
Jana og vísir fram eina kalorie-
tabell, sum hon altíð hevði við
sær í lummanum árini hon var
sjúk, har hon hevur skrivað upp,
hvussu nógvar kaloriir hon fekk
hvønn dag, og hvussu nógv hon
vigaði.
Í bókini stendur, at hon hevur
etið 400 - 500 - 350 kaloriir
hvønn dag., til at enda eitt stórt 0
stendur.
Ein sigur einki at eta
- Eg kendi eg tað sum ein sigur,
tá eg einki hevði etið, sigur Jana
og peikar staðið har 0 kaloriir
stendur og hon tá bert vigaði 32
kilo.
Tað verður oftani sagt, at
sosialar umstøður og familju-
viðurskifti kunnu vera orsøk til
etingarólag, men Jana sigur, at
hon kemur úr vanligum, tryggum
heimi og at hon hevði góðar
barnadagar. Pápin var maskin-
meistari og sigldi úti og mamm-
an var heima. Hon eigur tvey
systkin, eina systur sum er 14
mánaðar eldri enn hon og
beiggin fimm ára yngri.
- Mamma var altíð heima tá vit
komu úr skúlanum, og tá hon var
einsamøll við okkum stóran part
av tíðini, hevði hon altíð eyguni
við okkum. Vit høvdu tað frítt,
sluppu í dans og biograf og tílíkt,
men skuldu koma heimafur til
ásetta tíð. Mamma segði altíð, at
soleiðis skuldi tað vera, tá man
var ungur.
- Hvat segði mamma, tá tú
klænkaði so ógvusliga nógv og
ikki át nakað?
- Í fyrstuni legði hon tað ikki
til merkis. Eg segði henni kanska
at eg hevði etið hjá eini vinkonu,
ella eisini koyrdi eg matin í
lumman, tá mamma ikki sá og
tílíkt. Vit høvdu hund, og hann lá
altíð undir borðinum og varnað-
ist skjótt, at hjá mær kundi hann
fáa ein bita o.s.fr..
Hálvt ár eftir at Jana hevði
verið hjá skúlalæknanum, hevði
at mist 12 kilo. Tá fór mamman
við henni til kommunulæknan.
Hann vigaði Janu og gav henni
eina kostætlan, sum segði, at hon
skuldi eta 1200 kaloriir um dag-
in. Síðani skuldi hon koma at
viga seg eina ferð um vikuna,
men hon var treisk. Blakaði kost-
ætlanina í ruskílatið og helt fram
við at eta lítið og einki.
Hvørja ferðina hon fór til
kommunulæknan at viga seg,
fylti hon lummarnar við ymsum
tungum lutum, so tað ikki sást á
vektini, at hon als ikki hevði
tikið upp á. Kommunulæknin
segði einki, men gav henni bara
nýggja kostætlan, sum hon aftur
blakaði burtur.
Jana, sum higartil hevði havt
góðar vinir, avbyrgdi seg full-
komiliga frá teimum. Tá vinkon-
urnar bóðu hana koma út við
sær, segði hon seg ikki hava
stundir. Hon sat bara heima og
læs tilfar um mat, kaloriir,
miniralir og vitaminir. At enda
góvust vinkonurnar og lótu hana
fáa frið.
Í frítíðini fór hon at renna fleiri
km um dagin, fyri at brenna
kaloriir, umframt at hon gekk til
fimleik fýra ferðir um vikuna, í
fýra ymsum bólkum.
- At enda var eg so ússalig, at
eg ikki orkaði at renna og gera
fimleik.
Orkaði ikki at ganga
trappurnar
- Seinni hevur mamman sagt
mær, at eg svímaði í heilum og
at eg ikki orkaði at ganga trapp-
urnar upp á loft. Tað minnist eg
ikki. Bert tað, at eg altíð var
svong og at tað skramblaði í
búkinum.
Í hesum tíðarskeiðnum, sum
hevur verið í 1978 - 79, gekk eg
framvegis til kommunulæknan at
viga meg. Hann spurdi bert, hví
eg ikki vildi eta, men eg minnist
ikki, at vit høvdu nakra samrøðu
um truppuleikan. Bert at eg fekk
nýggja kostplan hvørja ferðina.
Tá eg vigaði 32 kilo fekk
mamma samband við ein yvir-
lækna á sjúkrahúsinum, og eg fór
til hansara. Hesin læknin kann-
aði meg leingi og nágreiniliga og
úrslitið varð, at eg ikki slapp
heimaftur.
Læknin visti ikki reiðiliga,
hvat hann skuldi gera, av tí at
sjúkan var nýtt fyribrigdi.
Eg fekk proteindrykk, gjørdur
úr róma at drekka, sum eg als
ikki fekk niður. Eg slapp ikki
upp úr songini. Tey søgdu at eg
skuldi spara kaloriir. Hóast eg
visti, at hetta var álvarsligt, so lá
eg og súkklaði í seingini, fyri at
brenna tað sindrið av kaloriium,
sum eg fekk niður um.
Ein morgunin eg vaknaði,
stóðu fýra læknar við song mína
og tosaðu um, hvat teir skuldu
gera. Ein segði, at eg skuldi hava
proteindrykk, annar at eg skuldi
hava sunnan, føðslugóðan mat,
sum mær dámdi.
Læknin tók hana við
upp á ráð
- Tá vildi eg sleppa upp í part og
segði, at eg ikki fekk matarlyst
av at liggja í seingnini í einari
køvandi heitari sjúkrastovu.
- Úrslitið varð, at eg fekk loyvi
Jana E. Thomsen hevur altíð
havt stóran áhuga fyri at gera
mat. Hon er útbúgvin
økonoma, men fæst nú mest við
at matgera heima
Framhald á næstu síðu
ekk óhugnaligar avleiðingar