Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 152 - 13. august 2005 at skriva ein lista um hvat mær dámdi at eta, og eftir hetta fekk eg mat, sum eg vildi eta. Eg slapp eisini at ganga uppi og gera fimleik saman við teimum, sum vóru til uppvenjingar. So hvørt sum fráleið kendi Jana seg betri á deildini og fekk loyvi at hjálpa til í reingerðini, eins og at ganga runt við matar- vogninum. Skuldu hinir sjúk- lingarnir hava okkurt í kioskini, fór hon í forhøllina at keypa fyri teir. - Tað, at eg fekk ábyrgd, hjálpti upp á mína støðu, og matarlyst- urin byrjaði so smátt at koma. - Tá eg hevði verið innløgd í seks vikur, hevði eg tikið tvey kilo upp á aftur, men eg fekk at vita, at eg skuldi vera á sjúkra- húsinum til eg vigaði 45 kilo. - Tá misti eg næstan mótið, tí um eg skuldi viga so nógv, fór tað at taka fleiri ár, hugsaði eg. Tað var systir Janu, sum kom við forloysandi orðunum. Hon segði Janu, at hon møguliga ongantíð slapp heimaftur, av tí at tá likamsvektin kom niður um eitt ávíst, var ikki vist at hon kundi økjast aftur. - Vilt tú doyggja, er tað tað tú vilt? spurdi hon. - Tá vaknaði eg við og brúkti tað seinasta av mínum skili sum var eftir, at koma fyri meg, sigur Jana. Ein dagin kom ein sjúkrasystir inn á stovuna hjá henni og segði, at hon slapp heim sama dag. Treytin var, at Jana skuldi møta á sjúkrahúsinum eina ferð um vikuna at viga seg. Klænkaði hon bert eitt pund, fór hon at verða innløgd aftur. Bert kostráðgevin tosaði við hana - Tær seks vikurnar eg var inn- løgd hevði eg ongantíð samrøðu við sálarfrøðing ella læknar, men kostráðgevin kom at vitja meg hvønn dag. Hon vísti mær áhuga, og spurdi hví eg ikki vildi eta. Umframt tað greiddi hon mær frá um heilsugóðan kost, vita- min-ir, miniralir, kaloriir og tilíkt, sum eg visti alt um framm- an undan. Hesar samrøður við kostráðgevan góvu mær áhuga fyri at læra til økonomu, sum eg eisini gjørdi seinni. - Hóast eg var fegin um at vera komin heimaftur og gekk hvørja viku út á sjúkrahúsið at vigast, át eg ikki so nógv sum eg átti. Mær dámdi væl at matgera og at fáa hini í húsinum at eta matin og køkurnar, sum eg bakaði. Sjálv át eg einki av hesum. Á sjúkrahúsinum varð eg vig- að í klæðum, og tí kundi eg framvegis lumpa við vektini. Eg lat meg í stór klæði, so tey ikki sóu hvussu kløn eg var og stappaði ymiskt í lummarnar. Beiggi mín átti eitt lodd, sum eg altíð fjaldi onkunstaðni uppi á mær. Mamma gjørdi alt hon var ment fyri at hjálpa mær. Hon gjørdi serliga soltan, góðan mat til mín og gav mær vitaminir og miniralir. Tá vit fóru til borðs, sat eg millum mammu og pápa, fyri at tey kundu síggja, hvussu nógv eg át, og sum fráleið fekk eg so smátt framá. Ótrygg og treisk - Fekk tú ongantíð greiði á, hví tú gjørdist sjúk? - Nei, tað var eingin frágreið- ing. Sjálv havi eg árini eftir hetta hugsað, at eg sum miðlingabarn tørvaði at systkin og foreldur góvu mær gætur.Eg haldi, at eg var ótrygg og møguliga bangin fyri at blíva vaksin, sigur Jana. 17 ára gomul, fór Jana og ein vinkona á háskúla í Haslev. Har valdi hon sær fakini hondarbeiði, psykologi og ítrótt. - Vit gjørdu ítrótt tíðliga og seint og eg vigaði tá eini 40 kilo. Av tí at eg var so kløn, hevði eg ikki havt mána- sjúkuna meir enn tvær ferðir. Í Danmark tosaðu tey um hetta mundið nógv um Twiggy- sjúkuna. Genturnar søgdu við meg, at eg líktist Twiggy, ein ensk fotomodell í sekstárunum, sum hevði havt hesa sjúkuna. Tá fór eg at kanna hetta nærri og kendi nógv aftur í tí, sum mær hevði verið fyri, og eg fekk vitan um, hvussu eg skuldi koma víðari. Í Haslev fór Jana til læknan og spurdi um hon ikki kundi fáa hormonir fyri at fáa mánasjúka aftur. Læknin svaraði, at hon skuldi koma aftur tá hon var í 20’unum ella um hon vildi hava barn. Àðrenn tað var einki at gera. Mánasjúkan kom tó aftur av sær sjálvum nakrar mánaðir senni.Tá kendi hon seg av álvara at vera komin burtur úr etingar- ólagnum. Heimafturkomin fluttu for- eldrini hjá Janu til Grønlands, og tá hon ikki visti nágreiniliga hvat hon skuldi gera, fór hon bara við. Har var hon í eitt ár og fór síðani á Levnedmiddelskolen í Danmark, og fekk útbúgving sum økonoma undir EFG skip- anini. - Eg var í Danmark í sjey ár og treivst sera væl. Í hesum tíðar- skeiðnum tók eg tvey kg. upp á árliga. Tá vóru venjingarmið- støðirnar komnar í Danmark og eg gjørdi av at læra til instruktør. - Seinni hevur mamma sagt mær, at tann læknin, sum legði meg inn á sinni, hevur sagt henni, at tað bjargaði mær at hon hevði givið mær vitaminir tá eg var sjúk, og at eg var heppin at fáa barn. Eisini hjálpti tað mær, at eg hevði íðkað likamsvenj- ingar, sum gjørdi, at vøddarnir kundu byggjast upp aftur. Tosar við skúlaflokkar og foreldur Í dag er sjúkan kend og næming- arnir í framhaldsdeildini, hava evnisvikur um hesar trupulleikar. Tey koma oftani til Janu at fáa vitan um hvørja ávirkan sjúkan hevur. Tað hjálpir hon teimum fegin við, tí hon hevur ongar truplleikar at tosa um tíðina, tá hon var sjúk. Eisini venda foreldur, sum hava børn við hesum trupul- leikum, sær til hennara. Í Fragd&Fimi skipar Jana fyri klænki- og venjingarskeið eina fýra ferðir árliga. 10 fólk eru í hvørjum bólki, og undirvíst verð- ur í at fáa fólk at broyta kost- vanar og at venja vøddarnar. Fólk fáa ein kostplan við matuppskriftum at ganga eftir, skulu skriva upp hvat tey eta dagliga og verða vigað hvøja viku. Síðani styrkivenur Jana við hvørjum einstøkum luttakara í ein tíma. Umframt hetta er bólkaarbeiði um t.d. hvat skal til, fyri at fáa sunnari livihátt. - Flestu luttakararnir, sum koma á hesi skeiðini, siga, at tey ongantíð vóru komin á venjing- armiðstøðina, um tey ikki høvdu luttikið á skeiðinum. - Tað er júst ætlanin við hesum arbeiði, sigur Jana Eidesgaard Thomsen. Etingarólag Tað eru tvey sløg av etingarólagi, eitt kallast anorexia nervosa, sum er tá sjúklingar svølta seg, fyri at klænka. Flest gentir og kvinnur fáa sjúkuna, men dreingir og menn kunnu eisini fáa hana, oftast í broytingaraldrinum. Hin er bulimia nervosa og gevur seg til kennar við at sjúklingurin ovetur seg, fyri síðani at spýggja matin upp aftur, áðrenn hann sodnar. Sjúklingurin tykist bert at hugsa um mat og fær ógvuslig etiherðindi, sum hann ikki kann basa. Síðani fer sjúklingurin at spýggja og nýtir møguliga eisini opningsevni fyri ikki at taka upp á. Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sum í nærum 30 ár hevur arbeitt við hesum sjúklingum, sigur at hesar sjúkur eru torførar at fáast við. Etingarólag er ikki bert nútíðar fyribrigdi. Bullimi var staðfest í 1980, men anorexia hevur verið kend síðani 1875. Hóast talan er um lutfalsliga nýtt fyribrigdi í okkara tíð, so stendur hetta ikki ovarlaga á breddanum, tá sjúkur verða umrøddar. Har standa hjartasjúkur og krabbamein, meðan etingarólag ikki verður givið gætur á sama hátt.Tað er ikki av illvilja í heilsuverkinum, men heldur av tørvandi kunnleika. Etingarólag er trupul sjúka at dragast við, tí tað eru ikki tveir tilburðir sum líkjast.Tí er hon eisini ógvuliga torfør at viðgerða. Seinastu tríatiárini er talið av tilburðum økt rættiliga nógv. Eyðun Joensen heldur tað ikki vera løgið, av tí at samfelagið er so nógv broytt hesi árini. Krøvini til kvinnurnar eru so nógv øðrvísi í dag enn fyri bert 30 árum síðan. Tá hugsað verður um, hvussu stór krøv verða sett ungum kvinnum nú á døgum, eitt nú at tær skulu hava útbúgving, familju, arbeiði og fáa børn, er tað ikki løgið, at hesar vónir kunnu verða so krevjandi, at sálin verður ávirkað. Tað kann vera orsøkin til at níggju av tíggju, sum hava etingarólag, eru kvinnur. FAKTA Framhald av síðu 25 Tá sjúkan gjørdi mest um seg, stákaðist hon óført við at baka og matgera, og dámdi væl at borðreiða fyri húsfólkunum. Sjálv át hon einki Jana Eidesgaard Thomsen: - Tá skúlarnir hava evnisviku um etingarólag, koma næmingarnir ofta til mín at fáa vitan um, hvørja ávirkan sjúkan hevur. Tað geri eg fegin, tí eg havi ongar trupulleikar at tosa um tíðina, tá eg var sjúk